hósdagur 21. januar 2016síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. JANUAR 2016
SOSIALURIN 9
36
N
orðurlendska
Ráð-
harraráðið hevur í
tíðarskeiðinum 2012-2016
sett fimm Nordplus-
skipanir í gongd. Tær eru ætlaðar at
økja um samstarv og flytføri innan
útbúgvingar-økið. Uddannelses-
og Forsknings-ministeriet – www.
ufm.dk – hevur ábyrgdina av
kunning og vegleiðing í Danmark. Í
Føroyum kunnar og vegleiðir Altjóða
Skrivstovan – www.setur.fo/ASK - um
Nordplus.
Ætlanin við Nordplus-skipan-
unum er, at tær skulu styrkja norður-
lendska-baltiska felagsskapin og
samleikan, við støði í søguligu,
mentanarligu og demokratisku
felagseyðkennunum hjá londunum.
Skipanirnar eru ætlaðar til undir-
vísing á øllum stigum.
Endamálið við Nordplus-
rammuskránni er at
•
menna dygd og nýskapan í
útbúgvingarskipanunum við atliti
at lívslangari læring
•
stuðla, menna, gagnnýta og kunna
um nýskapandi lærumøguleikar
og arbeiðshættir í sambandi við
útbúgving við skipaðum umbýti
av royndum og góðari praksis
•
styrkja og menna norðurlendskt
samstarv innan útbúgving og
virka fyri stovnsetan av einum
norðurlendskum-baltiskum
útbúgvingarøki
•
virka fyri norðurlendskum
máli og mentan og sínámillum
norðurlendskari-baltiskari mál-
og mentanarfatan
Meiri um stuðulskipanirnar:
Nordplus Junior er ætlað til lærarar
og næmingar í fólkaskúlum, mið-
námsskúlum og innan yrkis-
útbúgvingar.
Nordplus Hægri Útbúgving er
ætlað til at menna samstarv fyri
lærarar og studentar innan hægri
útbúgvingar í Norðurlondunum.
Nordplus Vaksin er ætlað at
menna samstarvið fyri fólksliga
upplýsing og undirvísing av vaks-
num.
Nordplus Horisontal er ein
tvørgangandi skipan. Verkætlanir
sum fara tvørtur um vanligu bólk-
arnar og sektorarnar og verk-
ætlanirnar, og sum arbeiða við
øðrum, nýggjum, breiðari og meiri
kompleksum málum kunnu fáa
stuðul.
Nordplus Mál og Mentan er
skipan, sum skal menna støðuna hjá
teimum norðurlendsku málunum
bæði millum norðanlondini og
altjóða.
8 norðurlond + 3 baltalond
Skipanin er galdandi fyri øll fimm
Norðanlondini Danmark, Finnland,
Ísland, Noreg og Svøríki, umframt
tey trý sjálvstýrandi økini, sum
tað eitur á norðurlendskum
ráðharramáli, Grønland, Føroyar
og Álandsoyggjarnar og tey trý
baltalondini, Estland, Letland og
Litava.
Í Nordplus-skipanini er vert at
geva gætur, at tey sjálvstýrandi økini
vera roknað sum lond, og at tey tí
luttaka á sama hátt sum hini londini
í skipanini.
Nær er umsóknarfreist? Næsta
vanliga umsóknarfreist er týsdagin 1.
mars 2016 á www.nordplusonline.org.
SpurnarSíðan
spurningar og svar
NORDPLUS
Umsóknarfreist
mánadagin 1. mars 2016
Hvussu fær mann danskt Cpr.nr. og Nem-ID,
tá ið mann skal lesa uttanfyri Føroyar?
Lestur í Danmark
Tá mann sum føroyingur flytir til Danmarkar,
skal mann fara til Borgerservice-skrivstovuna
á kommununi, sum mann flytir til, og boða frá
flytingini.
Um mann ikki hevur danskt Cpr.nr., fær
mann tað so skjótt mann boðar frá flyting til
eina danska addressu, og so kann mann fáa
Nem-ID. Tað kann t.d. brúkast til almennar
stuðulsskipanir sum t. d. SU, sum mann kann
søkja talgilt um gjøgnum “minSU”.
Lestur uttanlands
Um mann skal lesa uttanfyri Danmark og hevur
danskt Cpr.nr. í sínum passi og hevur havt
addresssu, sum er skrásett í Folkeregisteret í
Danmark, kann Nem-ID útflýggjast fyri 200
kr. á donsku sendistovuni í tí landinum mann
er. Mann kann eisini fáa Nem-ID undan fráferð
úr Føroyum gjøgnum Ríkisumboðið.
Um mann ikki hevur danskt Cpr.nr. skal
mann fyrst søkja SU-styrelsen um góðkenning
av útbúgvingini og uppptøku á útbúgvingini,
sum mann skal hava góðkenda. Síðani skal mann
søkja um SU-stuðulin á einari pappírsumsókn
og upptøkubrævið skal leggjast við. Eitt avrit
av passinum og eitt “Tro og love”-oyðublað
skulu sendast saman við umsóknini til SU. So
syrgir SU fyri at seta seg í samband við SKAT
í Danmark, sum gevur tær eitt danskt Cpr.nr.
Fyri at fáa Nem-ID noyðist studenturin at møta
persónliga hjá Borgerservice í einari danskari
kommunu. Hav neyðugu skjølini við so sum
CPR.nr. og pass. Við Nem-ID kann mann sam-
skifta við SU ígjøgnum “minSU”.
Mann kann gott fáa bæði SU-stipendium og
SU-lán við pappírsumsóknum (uttan Nem-ID),
men tað tekur longri tíð enn við Nem-ID.
GG!
Minst til at seta teg í samband við SKAT í
Danmark og fyribilsskráset teg (fyri at sleppa
undan at gjalda ov nógvan skatt) og send eina
skattaváttan, ið tú fært frá TAKS í Føroyum, til
SKAT í Danmark.
Vinarliga, Holger
Spurningur
Hey tit
Eg ætli mær at supplera nøkur fak á mið-
námsskúlastigi.
Kunnu tit siga mær, hvussu eg skal bera
meg at?
Takk fyri!
Svar
Øll tilmelding sum sjálvlesandi fer fram hjá
Mentamálaráðnum. Tú skalt fara inn á www.
innskriving.fo. Har stendur millum annað:
Treytir fyri innskriving sum sjálvlesandi í
miðnámsskúla:
1. Tá ið tú í einari ella fleiri lærugreinum hevur
innskrivað teg til próvtøku sum sjálvlesandi,
skalt tú beinanvegin seta teg í samband við
tann skúla, sum tú hevur innskrivað teg á.
Skúlin fer at vísa tær til faklærara, sum fer
at verða tær til hjálpar í sambandi við val av
próvtøkugrundarlagi, og sum fer at vegleiða
teg um próvtøkuna o.a.
2. Tú skalt sjálv/ur í seinasta lagi 1. februar 2016
hava tosað við lestrarvegleiðara á skúlanum,
tú hevur innskrivað teg til sum sjálvlesandi.
3. Hevur tú ikki í seinasta lagi 1. februar 2016
tosað við lestarvegleiðara og faklærara/r og
avtalað fyribils próvtøkugrundarlag, kanst tú
ikki rokna við, at skúlin góðtekur tína inn-
skriving.
4. Tú skalt í seinasta lagi 15. mars 2016 hava
avtalað endaligt próvtøkugrundarlag við
faklærara/r í tí/teimum lærugrein/um, tú
hevur innskrivað teg til próvtøku í. Skúlin
vísir á faklærara. Bæði tann sjálvlesandi og
faklærari skulu í seinasta lagi 15. mars 2016
hava undirskrivað próvtøkugrundarlagið.
5. Tá ið tú innskrivar teg til próvtøku í læru-
grein á A- ella B-stigi, skalt tú í nógvum
lærugreinum hava lokið stigið beint undir.
Uttan at hava lokið stigið beint undir, kanst
tú ikki fara til próvtøku. Tú skalt sjálv/ur
skjalprógva, at tú hevur lokið tey kravdu
lægri stigini. Hetta ger seg tó ikki altíð
galdandi, og tí er tað sera neyðugt, at tú tosar
við vegleiðara um krøvini í teimum einstøku
lærugreinunum.
6. Innskrivingin kostar 300 kr. fyri hvørja læru-
grein.
Meira útgreinað vegleiðing er á: innskriving.fo
Um tú ikki í seinasta lagi 15. mars 2016
(í miðnámsskúla) hevur avtalað próvtøku-
grundarlagið við skúlan, har tú ætlar tær til
próvtøku sum sjálvlesandi, er innskriving ikki
gildug.
Á studentaskúlanum í Hoydølum eru eisini
hesar treytir: Tá tú hevur innskrivað teg á
innskriving.fo, skalt tú umframt prógv (nevnd
omanfyri) eisini senda navnabræv/dópsváttan
til skúlan, og tá skúlin hevur móttikið hesi skjøl,
fært tú navn á lærarum, sum skulu føra teg til
próvtøku, og tú fært pensumlista.
Vinarliga, Holger
IELTS royndir í Føroyum
Komandi royndin verður leygardagin 7. mai. Tú teknar teg á https://ielts.britishcouncil.org/edu
SPYR OG FÁ SVAR UM ÚTBÚGVINGAR. ALLAR. ALLASTAÐNI
Tað er tú, sum tekur endaliga avgerð um tína útbúgving, men nú
kanst tú fáa svar upp á spurningar um lestur her í Sosialinum.
Holger Arnbjerg, sum starvast á Altjóða Skrivstovan við
Fróðskaparsetur Føroya, vegleiða teg um tínar møguleikar
innan útbúgving og um tey fíggjarligu viðurskiftini.
Holger arbeiða dagliga við at vegleiða fólki, sum ætla sær
undir útbúgving í Føroyum ella uttanlands, antin tað er
styttri ella longri útbúgving, verklig ella ástøðulig.
Tú kanst senda spurningar um útbúgvingar til: post@sosialurin.fo
og so svarar Holger tær her í Sosialurin.