hósdagur 21. januar 2016síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. JANUAR 2016
SOSIALURIN 9
37
17. februar 2016
8. apríl 2016
8. apríl 2016
Bú- og Heimatænastan
í Suðuroy
søkir eftir
frítíðaravloysarum fyri sjúkrarøktarfrøðingar,
heilsurøktarar og heilsuhjálparar.
Søkt verður í tíðarskeiðinim frá 15. juni til
1. september 2016.
Bú- og Heimatænastan í Suðuroy fevnir um:
•
Suðuroyar Ellis- og Røktarheim við 24 plássum
•
Røktarheimið Hamragarður við 24 plássum
•
Eldrasambýlið í Hvalba við 9 plássum
•
Eldrasambýlið í Vági við 12 plássum
•
Heimahjálp
•
Mattænastu
•
Økisterapi
•
Dagtilhald
Arbeiðsuppgávan:
Er at veita umsorgan, heilsu- og sjúkrarøkt og at stuðla
borgaranum sum búgva heima og/ella á Suðuroyar
Ellis- og Røktarheimi, Hamragarði, Sambýlinum í Vági og
Sambýlinum í Hvalba.
Tænastan byggir á virðing millum starvsfólk og borgara.
Arbeitt verður í skiftandi vaktum.
Førleikar:
Fyriuttan útbúgving, sum ávikavist
sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari og heilsuhjálpari, er
tað ein fyrimunur, at tú hevur royndir innan eldraøkið.
Vit vænta at tú;
•
Hevur telduførleika á brúkarastøði
•
Hevur koyrikort til persónbil
Vit bjóða:
•
Eitt sjálvstøðugt og fjølbroytt starv, har tú er
við til at mynda og menna tænastuna í økinum.
•
Eitt jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi.
•
Eitt starv har tú kanst gera tína áskoðan galdandi.
•
Ein fakliga mennandi og spennandi gerandisdag
Lønar- og setanartreytir:
Størvini verða sett sambært sáttmála millum KAF og
avvarandi yrkisfelag
Um tú ynskir at vita meir um starvið, ert tú vælkomin
at ringja til, økisskrivstovuna, tlf. 793500 ella Anna
Djurhuus tlf. 793501, leiðari
Umsókn:
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum v.m. skal sendast til:
Bú- og Heimatænastan
att. Anna Djurhuus, leiðari
Vágsvegur 45,
900 Vágur
ella annad@bhs.fo
Umsóknarfreist 8. februar 2016
Ársaðalfundur
Ársaðalfundurin hjá Víkingi verður í Ítróttarhúsinum
í Leirvík mánadagin tann 8. februar kl 20.00.
Skrá sambært lógum felagsins.
VÍKINGUR
Søkt verður eftir
skrivstovulærlingi til
Útgjaldsdeildina í
Viðskiftadeplinum
Á Útgjaldsdeildini er eitt lærupláss innan
skrivstovuyrkið leyst at søkja, til setan
skjótast gjørligt.
Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið.
Tænastan er í løtuni á Útgjaldsdeildini
á Smyrilsvegi 20 í Tórshavn.
Viðkomandi, ið settur verður, má tola
broytingar í starvinum, og at hetta kann
verða umskipað til eisini at fevna um aðrar
uppgávur.
Setanar- og lønartreytir eru sambært
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
Starvsmannafelagið
Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í
seinasta lagi 04.02.2016 kl. 12.00
Almannaverkið
søkir starvsfólk
av.fo>Leys størv
Sí lýsingina á heimasíðu okkara:
Aðalfundurin 2016
Aðalfundurin hjá Maskinmeistarafelagnum
verður leygardagin tann 12. mars
kl.14 hjá Öström
Skrá er sambært lógini hendan:
1. Val av fundarstjóra.
2. Frágreiðing formansins.
3. Leggja fram roknskap til góðkenningar.
4. Uppskot um lógarbroytingar.
5. Val av nevndarlimum og tiltakslimum.
6. Ásetan av limagjøldum.
7. Velja skrásettan grannskoðara.
8. Ymiskt.
Aftaná fundin verður smyrjibreyð og okkurt
drekkandi at fáa.
Møgulig uppskot at leggja fyri aðalfundin
skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi
14 dagar undan aðalfundinum.
John Højsted hevur innan 15. desember 2015
boðað frá, at hann stillar upp til nevndarval.
Limir, sum ikki kunnu møta á aðalfundinum,
kunnu koma á skrivstovuna at velja við
brævatkvøðu.
Nevndin