mánadagur 25. januar 2016síða 2
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 25. januar 2016 · Nr. 10
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
asdfas
Kjak asdf
Áheitan
frá foreldr
um hjá sam
kyndum
Andrass skaalum
Kjak síða 12
Trygg
ing: Vel
opinleikan
Í eykablaðnum Vinnuni í dag seta
vit sjóneykuna á lønar- og eftirløn
arviðurskiftum hjá politikarum.
Tað er ikki av tilvild, at vit
gera tað. Tað er heldur ikki tí, at
vit halda, at politikarar fáa ov
nógv í løn. Tí sjálvsagt skal eitt
týdningarmikið arbeiðið lønast
væl. Ymiskt er, hvussu virðismett
størv eru – og ikki minst er tað
ymiskt, hvussu ymsu størvini skulu
lønast.
Vit øtast øll, tá vit hoyra um
bankastjóralønir – serliga tá teir fáa
ovurhondsstórar lønir fyri at verða
koyrdir frá.
Tað er øðiligt, og tað øsir
fólk at hoyra, hvussu til dømis
bankaleiðslur oyðsla við "okkara"
pengum á slíkan hátt.
Men politikararnir eru líka ring
ir. Bæði í Føroyum og í Danmark.
Teir siga so ofta, at teir vilja ikki
áseta sína egnu løn, tað skal vera so
eyðmýkjandi. Men kortini gera teir
tað, og enn er einki uppskot komið
á tingborð um at broyta tað.
Um lønin ikki er so góð, so er
pensjónin so gylt, at sjálvt banka
leiðslur rodna av skomm. Lands
stýrisfólk, sum hava sitið fram til
15. september í 2015 verða gylt við
lívslangari pensjón, sum hjá lands
stýrisfólki er góðar 30.000 krónur
um mánaðin og hjá løgmanni
36.000 krónur um mánaðin. Hetta
hava tey rætt til, tá tey hava verið í
starvi í 8 ár. Tey flestu kunnu fara
upp á pensjón við hesi feitu pen
sjón sum 60 ára gomul. Hetta ger,
at hvørt landsstýri kostar einar 50-
60 milliónir í pensjónum, sum kom
andi ættarlið skulu gjalda.
Men hendan skipanin fyri lands
stýrisfólk er avtikin við lógarupp
skoti frá Kaj Leo Holm Johannesen.
Lønin hjá løgmanni og landsstýris
fólki hækkaði – og gylta pensjón
varð avtikin. Landsstýrisfólk gjalda
nú sum onnur 15 prosent í eina eft
irlønarskipan.
Men fyri tingfólk er hendan
skipan enn galdandi. Tey fáa fullu
pensjónina, tá tey hava verið í
starvi í 16 ár. Fólkið annars skal
arbeiða í 37 ár fyri at fáa fulla pen
sjón.
Nú løgtingið skal gera eina
nýggja pensjónsnýskipan – har tey
kanska fara at hækka pensjóns
aldurin, so vænta vit, at tey eisini
broyta síni egnu viðurskifti, sum
eru úti av proportiónum.
Tað skal politiskt hegni til
fáa eina semju í løgtinginum um
nýggja pensjónsskipan. Men tað er
eisini ein sáttmáli, sum skal gerast
við fólkið. Og fólkið tekur ikki und
ir við hesum sáttmála, um tingfólk
ikki vísa í verki, at tey eisini ganga
undir somu treytir á eftirlønarøki
num, sum fólkið, ið tey tæna.
tingfólk undir somu treytir
Tórshavnar kommuna hev
ur sett Beintu Dalbø í starv
sum leiðari fyri barna- og
ungdómsdeildina.
Hon hevur síðan 1. oktob
er 2015 verður settur deild
arleiðari í sambandi við, at
Ruth Vang tók sæti í løgting
inum og fór úr starvinum.
Beinta Dalbø er 46 ára
gomul og útbúgvin náms
frøðingur og master í sosial
pedagogikki.
Hon
hevur
drúgvar royndir sum leiðari
á dagstovninum Lítliskógur,
og hevur síðan 2014 verið
í starvi sum málsviðgeri á
barna- og ungdómsdeildini.
Hon er harumframt tilnevnd
barnasakkøn í Høvuðsbarna
verndarnevndini.
Barna-
og
ungdóms
deildin hevur við støði í
løgtingslógini um dagstovn
ar og dagrøkt um hendi
kommunalu
barnaansing
ina, herundir frítíðarskúlar
og ungdóms- og virkishús.
Talan er um yvir 40 stovnar
við umleið 2.300 børnum og
umleið 520 starvsfólkum.
Týðandi partur av virk
semisøkinum er eisini at
veita námsfrøðilig tilboð og
ráðgeving til børn við ser
ligum avbjóðingum. Saml
aða bruttojáttanin til økið á
fíggjarætlanini 2016 er um
leið kr. 190 mió.
Beinta Dalbø tekur form
liga við deildarleiðarastarvi
num 1. februar 2016.
Beinta Dalbø avloysir
Ruth Vang sum leiðari
Fólksins tænarar skulu
ikki hava framíhjárættindi
Við konseptbilinum Budd-e
Concept kemur Volkswag
en Group við eini framtíðar
tulking av gamla rugbreyð
num hjá Volkswagen. Tað
skrivar bilurin.fo
Talan er um ein el-mini
buss, sum koyrir upp til 533
km upp á eina løðing. 4-hjóls
drivni minibussurin hevur
317 hk, og koyrir frá 0-100
km/t upp á 6,9 sekund, og
toppferðin er 180 km/t. Tað
tekur 30 minuttir at løða
battaríini 80% av kapasi
tetinum. Við battaríunum í
botninum á bilinum hevur
tað verið møguligt at designa
bilin so
leiðis, at
hann er
óvanliga
r ú m
ligur
í
mun til
s t ø d d
i n a .
Hann er
4.59 m langur 1.94 breiður og
1.84 m høgur. Bilurin er sera
framkomin við nýggjastu
tøknini hjá Volkswagen.
El-rugbreyð frá Volkswagen
Um hálvgum trý tíðina í
gjár varnaðust fólk í Havn,
at nógvur roykur var mill
um nøkur hús í miðbýnum.
Tað gekk ikki leingi áðrenn
løgreglan fekk fráboðan
ina, og vóru stutt aftaná á
staðnum.
– Talan var um fólk, ið
brendu jólatræið í hava
num. Tað er ikki loyvt
uttan so, at tú hevur fingið
loyvi frá myndugleikunum
frammanundan.
Um grundgevingin er
nóg góð, so fáa fólk vanliga
loyvi, sigur vakthavandi á
løgreglustøðini og leggur
afturat.
– Men tá vit ikki vita av,
at onkur brennir bál, so er
vanliga neyðugt hjá okkum
at senda boð eftir sløkkilið
num, sjúkrabilum og øðr
um. Tí verður slíkt vanliga
revsað við bót, tí tað kostar
at seta alla tilbúgvingina í
gongd.
Av tí at bálið var nær
hendis løgreglustøðini, var
løgreglan tó so mikið skjót
á staðið og staðfesti, at
eingin vandi var á ferð, og
at tað var óneyðugt at seta
alla tilbúgvingina í gongd.
Brendu jólatræ
á báli
Tað er als ikki loyvt at brenna bál yvirhøvur
– heldur ikki at brenna jólatræið.