Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. januar 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 25. januar 2016 · Nr. 10 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ELDRAØKIÐ FLEIRI HENDUR Í Normering við lóg, rættvísari fíggjarleist umframt trivnaðar- og nøgdsemiskanningar. Hesi eru ynskini frá TIGN til avvarðandi myndugleikar, nú eitt ár eftir, at eldraøkið varð lagt til kommunurnar at umsita Tíðindaskriv frá Tign Mikukvøldið 20. januar skipaði TIGN fyri almennum fundi um støðuna á røktar­ økinum, nú eitt ár er fráliðið síðani økið bleiv lagt til kommun­urnar at umsita. Tað hevur sjálvsagt verið ein avbjóðing hjá komm­ un­um at yvirtaka økið, og náttúr­liga hevur verið neyðug at havt stórt fokus á at skipa økið. Tað merkir fyri tey flestu heimini, at búfólk, av­varð­andi og starvsfólk enn ikki sæð tann stóra munin í sjálv­ari røktini. Eisini er galdandi fyri flestu kommunur, at tann pen­ingur, sum kommun­ur­ nar eftir avtalu við landið fáa at fíggja raksturin av røktar­økinum, ikki røkkur til. Nógvar kommunur mugu tí í kommunukassan eftir tí, sum vantar í. Hetta ber tó ikki til hjá teimum kommun­ um, ið ikki eru nóg væl fyri fíggjarliga, og kemur hetta at ganga út yvir røktarstøðið. Fíggjarligi leisturin Tá økið skuldi leggjast til kommunurnar gjørdi TIGN eitt nú vart við, at røktar­ støðið fór at gerast ójavnt frá kommunu til kommunu. Hetta tí nóg mikið av peningi ikki bleiv latið kommunum til raksturin, og røktarstøðið avhongur av, hvussu kommun­urnar annars eru fyri fíggjarliga. Hetta vísir seg eisini at vera støðan í løtuni. Tað ger tað ikki betri, at tann fíggjarligi leistur, sum verður brúktur til at áseta, hvussu nógv hvør komm­una fær av peningi til røktar­økið, ikki stillar komm­un­urnar líka í mun til fígg­ing­ina. Kommunurnar fáa nemliga hvør sær tað, sum kemur inn fyri borgar­ar í kommununi við forskatt­ ing­ini av pensjónum, og tað sum verður afturborið fyri borgar­ar í kommununi, sum eru fevndir av NIS-, DIS- og FAS-skipanunum. Tann fíggjar­ligi leisturin tekur so­ statt útgangsstøði í arbeiðs­ orkuni í kommununi og ikki í talinum av røktarkrevjandi persónum, og um hetta hong­ ur saman í onkrari komm­ unu, má tað vera av tilvild. Leisturin er tí fullkomiliga høpis­leysur, og er hann eisini beinleiðis orsøkin til, at so stórur munur er á røktar­ støð­inum í eitt nú kommun­ uni í Vestmanna í mun til komm­unar á Sandoynni. TIGN mælir staðiliga til, at tann fíggjarligi leisturin verður broyttur, nú hann skal endurskoðast, og at út­ gangs­støðið fyri fíggingini verður tikið í tí, sum skal fíggj­ast, nemliga talinum av røktar­krevjandi persónum í hvørjari kommunu, so­leið­ is at kommunurnar fáa nóg mikið av peningi til rakst­urin og vera fíggjarliga javn­still­ aðar í mun til raksturin av økinum. Tað hevur tó eisini týdn­ ing fyri ójavnan í røktar­ støð­inum, at fokus og rað­ fest­ingar hjá kommunum eru ymiskar, og er hetta ein natúrlig avleiðing av, at økið verður býtt á so nógvar stýr­ andi eindir. Røktarstøðið í dag Annars vóru panellut­takar­ arnir á fundinum generelt sera jaligir í mun til støðuna á røktarøkinum og boðaðu frá, at støðan er góð, hóast nógv kann gerast betri. Tær afturmeldingar, TIGN hev­ ur fingið frá avvarðandi av brúkarum í ymisku komm­ un­um vísa tó, at tey ikki kenna seg aftur í hesum jaligu lýsingum. Støðan er tann sama, sum áðrenn røktar­økið bleiv lagt til kommun­urnar. Støðið er á ongan hátt nøktandi, og í ávísan mun er tað heldur ikki for­svarligt. Tað er ofta ført fram í sein­astuni, at tað bert er tíð til ta grundleggjandi røktina og ikki tíð til umsorgan. Vit mugu tó ásanna, at á ellis- og røktar­heimum kring landið verða fólk, sum eru kognitivt væl fyri, men óhjálpin fys­ iskt, latin í blæu, tí ongin tíð er at hjálpa teimum á vesið. Hendan óvirðiliga støðan er í stóran mun ein spurningur um hugburð og normering. Normering Meðan nógvir panellutakar­ ar umbóru seg við, at nógv starvsfólk á røktar­økinum ynskja at arbeiða niður­setta tíð, vísti Majbritt Mohr, for­ kvinna í Heilsu­røktara­felag­ num, á, at nógvir heilsu­ røktar­ar, sum ynskja at koma upp í tíð, sleppa ikki upp á fulla tíð. Spurningurin um »at fara upp í tíð« er tó ikki so einfaldur. Nógvar ym­iskar umstøður gera seg gald­andi, og vóru mestsum allar blandaðar saman á fund­inum. Tað er rætt, sum Majbritt Mohr vísir á, at nógvir heilsurøktarar, sum ynskja at sleppa upp í tíð, ikki sleppa upp í tíð. Hetta er ein trupul­leiki, sum ger seg galdandi fyri allar fakbólkar á røktar­økinum. Tað finnast uttan iva starvsfólk á røktar­ økinum, sum ikki ynskja at sleppa upp í tíð, og er hetta ein heilt onnur støða enn tann, sum Majbritt vísir á. Tað er nevnligia um­ráð­ andi at hava í huga, at nógv av teimum starvsfólkum, sum ikki ynskja at sleppa upp í tíð, ynskja hetta ikki, tí tað er so strævið at arbeiða á røktar­økinum grundað á lágu normeringina, og tey orka tí ikki at arbeiða fulla tíð. Tað er tungt at arbeiða fulla tíð, og eru tað fleiri orsøkir til tess. Til dømis sum ein liður í áhaldandi spar­ing­unum á eldraøkinum, eru vaktir styttar úr 8 tímum niður í 7 og 6 tímar. Tað vil siga, at 8 tímar arbeiði við­ hvørt skal gerast upp á 6 ella 7 tímar. Á summum heim­um er køksvaktin og rein­gerð spard burtur, og teirra ar­ beiði endar hjá røktar­starvs­ fólkunum aftrat arbeið­inum, tey hava framm­an­undan. TIGN metir tað vera um­ ráð­andi, at normering, við atliti til røktartyngdina, verð­ur ásett við lóg. Leiðslustøðið Vantandi fíggingin varð nógv umrødd á fundinum, men eitt annað øki, sum ikki bleiv umrøtt, og sum er minst líka týdningarmikið, er leiðslustøðið á røktar­ økinum. Um tað opitmala skal fáast burturúr, er al­ neyð­ugt við eini leiðslu, sum hevur neyðugu førleikar. Í Tórshavnar Kommunu er longu broyting gjørd í ovastu leiðsluni, tí stórir trupul­ leikar hava verið har, men eru teir enn ikki loystir. Sum dømi kann nevnast, at við spar­ingum fyri eygað er farið til fjarleiðslu, og deildar­leið­ arar skulu í ávísum førum virka á fleiri heimum í senn og eru ikki tøkir, tá brúk er fyri teimum inni á einstøku heimunum. Hetta sýnist vera orsøkin til, at onkur heim, sum hava verið vælvirkandi Danjal av Rana Royndi kommunulæknin á Tvøroyri er illur inn á leiðslu landsins, tí mill­um annað fyrrverandi lands­ stýris­kvinnan í almanna­ málum, Annika Olsen, ferð eftir ferð vildi vera við, at tað ikki var mangul á røktar­plássum á Tvøroyri. Hann skilir ikki, hvussu tað kann vera bíðilisti at sleppa inn á røktarheim í fleiri kommunum í land­inum, millum annað á Tvør­oyri, um tað eru nokk av røktar­ plássum. – Á Tvøroyri hava vit ein bíðilista á nærum 100 fólk, ið ynskja at sleppa inn á røktarheimið. 20 teirra hava ein akuttan tørv á røktar­heimsplássið, men har er einki pláss at bjóða teim­um. Umframt tey 20, so eru eisini fleiri onnur, sum veruliga burdu fingið pláss, tó at tørvurin ikki er akuttur, sigur Signar Dam.   Sjálvur metir hann, at sloganið um, at fólk ynskja at vera sum longst í egnum heimi, ikki er heilt rætt. – Nógv, sum eru væl fyri, vilja vera heima sum longst, men hetta eru aloftast fólk, sum hava familjuna um seg. Sera nógv gomul eru einsa­møll og hava eina trista tilveru, og vitjan av heima­hjálp, um tað so er tríggjar ferðir um dagin, kann aldrin koma í staðin fyri samveruna við onnur, sum ein jú fær á einum bú­plássi, skrivaði hann í lesara­brævi fyri hálvum triðja ári síðani. Fyri einum ári síðani vísti hann á, at tað neyvan er nakað at spara hjá al­ mennu kassunum, við at lata fólk búgva heima sum longst, sum hann heldur, at politikk­ar­arnir onkuntíð tykjast hugsa. Á landsfundi pen­sjónista vísti hann á, at fyrsta fortreytin, fyri at fólk skulu kunna búgva sum longst í egnum heimi, er at heimarøktin verður upp­rað­fest, meðan onnur for­treytin er, at fólka­pen­ sjón­in verður hækkað. – Ja, tað er bíligari at fólk búgva heima. Tað er bílig­ari, tí tænastan er verri, sló Signar Dam fast, og sigur, at støðan tíverri er hin sama í dag. – Vón okkara er, at vit kunnu fáa heimahjálpina aftur á tað støði, hon var á, tá hon byrjaði. Tá klagaðu fólk um, at tey eldru fingu ov nógva hjálp, sigur Signar Dam, kommunulækni. danjal@sosialurin.fo Yvir 100 fólk ynskja sær pláss á røktarheiminum á Tvøroyri, har av 20 hava ein akuttan tørv, sigur Signar Dam, kommunulækni 20 fólk á akuttum bíðilista