mánadagur 25. januar 2016síða 5
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 25. januar 2016 · Nr. 10
ELDRAØKIÐ
ELDRARØKTINA
í fleiri ár, ikki virka væl long
ur. Vónandi fer ein eftirmet
ing av økinum at vera gjørd
skjótt, og vónandi fer hon at
hava munandi broytingar
við sær.
Útfrá tí, sum er komið
fram mælir TIGN til lógar
ásettar
normeringar,
ein
rættvísan
fíggjarleist
og
regluligar
trivnaðar-
og
nøgdsemiskanningar, bæði
millum búfólk, avvarðandi
og starvsfólk.
Eini 150 fólk møttu á
fundinum, sum var í auluni
á
Læraraskúlanum,
har
borgarstjórar í øllum komm
unum luttóku. Fyri Suður
oynna luttók formaðurin
fyri bú- og heimatænastuna.
Landsstýriskvinnurnar í al
manna- og heilsumálum lut
tóku eisini á fundinum.
Vegna TIGN
Rúna Sivertsen
Betzy Ludvig
Tóra Tórgarð
Hanne-Dot Ludvig
Mary Antonsdóttir
– Longst gjørligt í egnum heimi er jú bæði politiska
slagorðið og ynski hjá teimum flestu eldri. Eg
skilji ikki, at øll ikki síggja, at tað rættasta fyri
allar partar, er at raðfesta heimarøktina fram
um alt annað, sigur Arne Thorsteinsson
Mugu gera tað
persónligt á ellisheimum
Politikkarar og tey
eldru hava sama ynski
Betri heimahjálp hevur stytt bíðilistan
Danjal av Rana
Eldraøkið gjørdist ein ov
tung byrða hjá kommunum
at bera einsamallar, heldur
Arne Thorsteinsson, formað
ur í Landsfelag Pensjónista.
– Úrslitið bleiv, sum vit
fryktaðu, og tað fer at krevja
stórar politiskar avgerðir at
gera álvarsamar broytingar,
um heimarøktin skal rað
festast hægri, sigur Arne
Thorsteinsson.
Hann tvíheldur um, at tað
eru nógvir pengar at spara,
um fólk kunnu vera longri
heima hjá sær sjálvum.
– Hvat kostar ein rímilig
heimahjálp í mun til eitt
stovnspláss? Eg skilji ikki,
at politikkararnir ikki skilja,
at við ikki at raðfesta heima
røktina, trýsta teir fólk inn á
stovnarnar, sigur hann.
Hann harmast tó um,
at heimarøktin als ikki er á
einum nøktandi støði í dag.
– Tey eldru fáa jú ikki
ta hjálp, tey vilja hava.
Politikkararnir hava lovað,
at brúkarin sjálvur skal av
gera, hvørja hjálp hann vil
hava, men soleiðis gongur
tað jú ikki fyri seg. Tilboðið,
sum kommunurnar veita, er
avgjørt frammanundan, hvat
ein kann fáa og ikki fáa, og tí
kunnu nógv eldri ikki fáa ta
hjálp, tey vilja hava.
Arne Thorsteinsson vísir
á, at politikkararnir og tey
eldru jú eru samd á einum
øki.
– Longst gjørligt í egnum
heimi er jú bæði politiska
slagorðið
og
ynski
hjá
teimum flestu eldri. Eg skilji
ikki, at øll ikki síggja, at tað
rættasta fyri allar partar, er
at raðfesta heimarøktina
fram um alt annað, sigur
Arne Thorsteinsson at enda.
danjal@sosialurin.fo
– Okkara uppgáva er at finna fram til, hvat
hvørt einstakt búfólk elskar allarmest. Og so
geva teimum tað upplivingina, um tað ber til,
sigur Mia Pedersen, ein av leiðarunum í VEKS
Barbara Holm
Mia Pedersen er ein av
leiðarunum í VAKS sam
starvinum – VEKS er eitt
kommunalt
samstarv
innan eldrarøkt og heima
tænastu
millum
fýra
kommunur
í
Norður
streymoy
og
Norður
eysturoy. Navnið VEKS
stendur
fyri
forbók
stavnunum á samstarvs
kommununum, sum eru
Vestmanna, Eiðis, Kvívíkar
og Sunda kommunur.
Mia Pedersen hevur
drúgvar
royndir
innan
eldraøkið, og hon vísur á, at
fyri at gera eldraøkið til eitt
virðiligt stað hjá okkara
gomlu, so er umráðandi, at
vit síggja tey gomlu sum
einstaklingar við ymiskum
tørvum.
– Á Grønanesi í Vest
manna
gera
vit
nógv
burturúr at finna fram til,
hvat hvørt einstakt búfólk
hjá okkum elskar. Til dømis
hava vit eina kvinnu, sum
elskar at dansa, og tað
er orsaka av henni, at vit
skipa regluliga skipa fyri
dansi á Grønanesi, greiður
Mia frá.
Hon vísur eisini á, at eitt
búfólk á Grønanesi elskar
at vera rundan um børn, og
tí hevur stovnurin gjørt av,
at bjóða barnagarðinum í
bygdini inn á ellisheimið
einaferð um vikuna. Ein
onnur kvinna á Grønanesi
elskar at »shoppa«, og tí
sleppur hon javnan við
starvsfólkunum, tá ið tey
skulu út at keypa eitthvørt.
– Soleiðis haldi eg vit
mugu
innrætta
okkara
eldraøkið, tí fólk eru ymisk,
tað vita vit. Og tað eru eldri
fólk sjálvsagt eisini, sigur
Mia Pedersen.
Hon vísur á, at tað kann
ikki einans vera fokus á
aktivering, tí hvørt ein
stakt heim má taka støðið
í, hvørjar aktivitetir hvørt
búfólk vil hava.
– Er tað bingo ofta, so
er tað ivaleyst gott fyri
summi, men púra líka
mikið fyri onnur, sigur Mia
Pedersen.
barbara@sosialurin.fo
Signar Dam, kommunu
lækni, argast aðrastaðni í
blaðnum um, at bíðilistin
at sleppa inn á onkran av
røktarstovnunum í Suður
oy er alt ov langur og at
yvir 20 fólk við akuttum
tørvi sleppa ikki inn. Anna
Djurhuus, leiðari av Bú- og
heimatænastuni í Suðuroy
skilir, at kommunulæknin
er argur, men vísir á, at
bíðilistin er styttur nógv
seinasta árið.
– Í løtuni hava vit 110
umsóknir um røktarpláss,
meðan
15
teirra
hava
akuttan tørv, sigur Anna
Djurhuus.
– Fremsta orsøkin til
hetta er, at vit hava lagt
meiri orku í heimatæn
astuna, so at fleiri kunnu
vera longri heima. Sein
astu tíðina hava øll, ið
hava mett seg havt tørv
á heimahjálp, fingið eina
sonevnda visitatión, har
ein fakpersónur metir um,
hvørja hjálp, tey hava fyri
neyðini. Eingin er fullkom
iliga avvístur, men øll hava
fingið ta, visitørurin metir,
tey hava havt brúk fyri,
tó kanska ikki alt tað, tey
vildu ynskt, sigur Anna
Djurhuus.
69 stovnspláss eru í
oynni; 24 á Hamrabyrgi, 24
á ellis- og røktarheiminum
á Tvøroyri, 12 í sambýlinum
í Vági og 9 í sambýlinum í
Hvalba. Fimm pláss afturat
vóru í einum sambýli á
Sevmýri á Tvøroyri, men
hetta fór illa av stormi fyri
nøkrum árum síðani.
– Tey fimm, sum búðu í
sambýlinum tá, vóru flutt
á onnur sambýli, men kort
ini merkir hetta, at tað eru
fimm pláss, ið vanta. Stýrið
fyri bú- og heimatænast
una hevur umhugsað at
útvega sær fleiri pláss,
men enn er eingin endalig
avgerð tikin, sigur Anna
Djurhuus. Í stýrinum sita
borgarstjórarnir fyri tær
sjey kommunurnar í oynni,
umframt leiðararnir av
sosialu nevndunum í Vági
og á Tvøroyri. Síðani 1. jan
uar 2015 hevur alt eldra
økið í oynni verið saman
lagt.
– Í størst møguligan
mun verður roynt at lata
fólk búgva á heimstaðnum,
men tað er Stýrið, sum
avgerð, hvør sleppur inn.
Plássini vera tó býtt út
eftir tørvi, sigur Anna
Djurhuus.
danjal@sosialurin.fo
Tørvurin var stórur, men seinasta árið er
bíðilistin nógv styttur, sigur Anna Djurhuus,
leiðari av Bú- og heimatænastuni í Suðuroy