mánadagur 25. januar 2016síða 6
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 25. januar 2016 · Nr. 10
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FISKIVINNULÓGGÁVA
REIÐARA
FELAGIÐ
BERT EIN LIM
Í FYLGIBÓLKIN
Felagið er illa nøgt við, at tað bert fær ein lim í fylgibólkin
í sambandi við nýggju fiskivinnulóggávuna
Árni Gregersen
Bert ein lim fær Føroya
Reiðarafelag í fylgibólkin,
sum er partur av arbeiðnum
at gera uppskot til nýggja
fiskivinnuskpan í Føroyum.
– Eg eri ómetaliga skuff
aður av, at Føroya Reiðara
felag bert fær ein lim í fylgi
bólkin, sigur formaðurin í
felagnum, Annfinn Olsen.
– Hesin eini limurin skal
umboða allar skipabólkar
og tað haldi eg er alt ov lítið,
sigur hann.
Annfinn Olsen finst eisini
at, at fakfeløgini hava fingið
fýra limir í níggjumanna-
bólkin.
Bólkurin er settur saman
soleiðis, at hvørt av niðanfyri
nevndu feløgum fær ein lim:
• Skipafara- og
Navigatørfelagið
• Maskinmeistarafelagið
• Fiskimannafelagið
• Arbeiðarafeløgini
• Útróðrarfeløgini
• Ráfiskakeyparafelagið
• Ráfiskaseljarafelagið
• Arbeiðsgevarafelagið
• Reiðarafelagið
Formaðurin í Reiðara
felagnum er samdur í, at
fiskivinnulóggávan
skal
fáast uppá pláss.
Lógin
um
vinnuligan
fiskiskap fer úr gildi 31.
desember 2017. Tá fella øll
fiskirættindi aftur til landið.
Við øðrum orðum, so veit
vinnan ikki í dag, hvat hendir
eftir hendan dag.
– Tí má arbeiðið sjálvandi
gerast og eg ivist ikki í, at
sjálv kommisiónin fer at
koma við uppskotum, sum
kunnu brúkast. Tíðin er
stutt, men tað má gerast nú,
sigur formaðurin í Reiðara
felagnum.
Tveir fylgibólkar
Í sambandi við arbeiði at
gera nýggja lóggávu er ein
nevnd sett. Hon telir níggju
limir og Johnny í Grótinum,
búskaparfrøðingur, er for
maður.
Harafturat verða tveir
fylgibólkar. Annar umboð
andi vinnuna og hin umboð
andi politisku skipanina.
Enn vita vit ikki, hvør fær
umboð í politiska fylgibólkin,
men vinnuligi fylgibólkurin
er nevndur omanfyri.
Rewiðarasfelagið fær bert
ein lim.
– Tá ið hugsað verður um,
at tær broytingar, sum verða
gjørdar, fara fyrst og fremst
at raka okkara limir, so haldi
eg tað er undrunarvert, at vit
bert fáa ein lim, meðan fak
feløgini fáa fýra limir, sigur
Annfinn Olsen.
Hann sigur, at politiska
skipanin royndi at seta ein
kíla inn millum fakfeløgini
og Reiðarafelagið við at siga,
at reiðararnir einsamallir
skuldu
gjalda
tilfeingis
gjaldið.
– Tá ið so fylgibólkurin
verður settur saman á hend
an hátt, so duga vit at síggja
hvat klokkan hevur sligið,
sigur Annfinn Olsen.
Sjálv kommisiónin skal
framleggja sítt álit 1.august,
men áðrenn tað er ætlanin,
at almennar hoyringar skulu
vera og fylgibólkarnir fara
eisini at fáa frágreiðingar frá
kommisiónini.
arni@sosialurin.fo
Uppboðssølan er ikki avgerandi
– Tað kann gerast almikið
fyri at broyta fiskivinnu
skipanina hjá okkum, uttan
at tað er neyðuygt at koma
við einari uppboðssølu.
Tað sigur Bárður Nielsen,
formaður í Sambandsflokk
inum.
– Tað snýr seg sjálvandi
um, at vit fáa sum mest
burturúr, tí so gagnar tað
samfelagnum best. Og eg
haldi ikki, at ein uppboðssøla
er altavgerandi í hesum sam
bandi, sigur hann.
Formaðurin í Sambands
flokkinum er spentur eftir
at vita, hvat nevndin kann
leggja á borðið 1.august.
– Sjálva nevndina havi eg
ikki so nógvar viðmerkingar
til, annað enn eg haldi, at har
kanska eru heldur nógvir
teoretikarar í henni – heldur
enn fólk sum hava praktiskar
royndir úr vinnuni, sigur
hann.
Bárður á Steig Nielsen
heldur, aat tað verður spenn
andi at síggja, hvar nevndin
fer at borðreiða við. Hann
vísir á, at nevndin er mannað
við fólki við nógvari vitan, so
tað kann lætt henda at hon
kemur við uppskotum, sum
vit øll fara at fegnast um og
taka undir við.
– Tað kann vera, at tey
koma við einum uppskoti,
sum vit als ikki hava hugsa
um og sum bæði vinna og
politikarar fara at taka undir
við, sigur Bárður á Steig
Nielsen.
Marknaðarforðingar
Báður á Steig Nielsen vísir
annars á, tað eru ávís onnur
viðurskifti enn hvussu vit
veiða fiskin, sum mugu fáast
uppá pláss.
Serliga sheldur hann, at
tað almenna eigur at arbeiða
fyri, at vit sleppa undan
teimum marknaðarforðing
um, sum vit hava í Evropa og
serliga ES.
– Eg veit væl, at vit selja
nógvar aðrastaðni nú, men
í veruleikanum er ES okkara
náttúrligi marknaður, har vit
eisini søguliga hva selt mesta
fiskin
hjá
okkum.
Tann
marknaðin kenna vit best,
so vit mugu gera alt fyri at
fáa marknaðarforðinganar
burtur, sigur Bárður á Steig
Nielsen.
Hann ger eisini vart við,
at skulu vit gera lagkøkuna
í Føroyum størri so meira
verður í part, so mugu vit
eisini menna fiskivinnuna á
landi.
– Vit noyðast at gera
meira burtur úr fiskinum, so
vit eisini kunnu selja hann
dýrari til teir peningasterku
marknaðirnar. Tað er ein
uppskrivt uppá at gera køk
una størri, sigur formaðurin
í Sambandsflokkinum.
Formaðurin í Sambandsflokkinum, Bárður á Steig Nielsen,
er spentur uppá úrslitið hjá fiskivinnukommisiónini
Bárður á Steig Nielsen