Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-25, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. januar 2016síða 7

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 25. januar 2016 · Nr. 10 FISKIVINNULÓGGÁVA Førleikarnir eru sera góðir Røktin av botn­fiski størsta týdningin Bert valið av Herálvi Joensen, løgfrøðingi og stjóra í Reiðarafelagnum, hevur fingið atfinningar í almenna rúminum Árni Gregersen Nógvar almennar við­ merk­ingar eru gjørdar til kom­andi skipan fyri før­ oysku fiskivinnuna, eftir at lands­stýrismaðurin við fiski­vinnu­málum, Høgni Hoydal, Tjóð­veldi, setti nevnd­ina, sum skal fyri­ reika upp­skotið til nýggja lóg. Johnny í Grótinum, sjúkrahússtjóri, er settur for­maður í nevndini, sum skal koma við upp­skot­ inum. Nevndin er annrs mannað við akadeikarum og fólki við royndum úr vinn­uni – ella umboðandi vinnuna. Formaðurin sjálvur er búskaparfrøðingur og tað sama er næstformaðurin, Hans Ellefsen. Hans Ellefsen starvast á Fróð­ skapar­setrinum, hann er skriv­ari hjá Búskapar­ráð­ num og hann er partur av altjóða samráð­ingar­toym­ inum hjá fiski­mála­ráð­ num. Árni M. Dam kemur úr Sundalagnum, har hann hevur havt við skip at gera. Hann var eitt skifti skrivari í Føroya Reiðarafelag og hev­ur annars havt stóran áhuga fyri fiskivinnuni. Hann hevur útbúgving sum skipari umframt handils­útbúgving. Eydna í Homrum er fiski­frøðingur. Hon ar­ beiðir á Havstovuni, er út­búgv­in lívfrøðingur og hev­ur gjørt ein PhD. Herálvur Joensen er stóri í Føroya Reiðara­felag. Hann er útbúgvin løg­frøð­ ingur og hevur drúgvar royndir í umsitingini, har hann millum annað hevur verið aðalstjóri í fiski­mála­ ráðnum. Kristina Samuelsen er eisini løgfrøðingur og eisini hon hevur drúgvar royndir í almennu umsitingini. Hon hevur millum annað bæði arbeitt í umsitingini hjá Løgtinginum og hjá Løg­tingsins Um­boðs­ manni. Nú rekur hon egið advokat­virki. Egil Olsen hevur fiski­ vinnu­útbúgving og hevur alt sítt arbeiðslív arbeittí fiski­vinnuni – fyri tað mesta á landi. Malan Johansen er búskapar­frøðingur og ar­ beiðir í umsitingini, sum deildar­leiðari á tí fíggjar­ liga økinum. Unn Laksá er stjórn­ mála­frøðingur við PhD. Hon er granskignarleiðari og hevur arbeitt serliga nógv við møguleikunumf yri at fáa alla fisk uppá land í Føroyum. Góð nevnd Viðmerkingarnar hava verið nógvar tila t nevndin er sett, men ongi beinleiðis álopå hava verið á nevdina – uttan at har eru ov nógv fólk við til knýti til um­sit­ ing­ina í Havn. Kortini hava fleiri nevnt leiklutin hjá Herálvi Joensen. Hann er stjóri í Føroya Reiðarafelag, sam­stundis sum hann er nevndar­limur. Viðmerkignar hava veirð um, at Reiðarafelagið á tann hátt fær eina størri ávirkan í nevndini enn onn­ur feløg, sum eisini fáast við fiskivinnu. Høgni Hoydal, lands­ stýris­maður, segði, at Herálvur Joensen var settur í nevndina fyri sínar førleikar, heldur enn tí hann er stjóri í Reiðara­ felagnum. Lands­stýris­ mað­urin vísti eisini á, at hetta er gjørt við fullum gjøgnum­skygni. Nevndin fer tila rbeiðis beinanvegin og hevur fyrsta fundin fríggjadagin. Álitið frá nevndini skal vera liðugt 1.august. arni@sosialurin.fo Nýgja nevndin, sum Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur sett at gera uppskot til nýggja fiskivinnuskipan hevur fyrst og fremst til endamáls atd siga, hvussu ein uppboðssøla kann virka. Jacob Vestergaard, Fólka­flokkurin, fyrr­ver­ andi lands­stýrismaður við fiski­vinnumálum, ivast ikki í, at hetta er fremsta upp­gávan hjá nevndini. – Høgni Hoydal hevur tosað um uppboðssølu, men higartil hevur hann ikki havt nakað boð uppá, hvussu ein slík fæst at virka. Tað er tað, sum er høvuðs­endamálið hjá nevnd­ini, heldur Jacob Vestergaard. Sjálvur sigur hann, at enn er tað ognantíð eydn­ ast at fáa eina slíka upp­ boðs­sølu at virka og hann ivast eisini í um tað fer at virka her hjá okkum.Hann sigur eisini, at að er undar­ ligt, at Reiðara­felagið bert færein lim í fylgi­bólkin. – Vanligt er tá ið ar­ beiðs­bólkar verða settir, so skulu øll umboðast væl og virði­liga, men júst í hesum hava tey, sum lógin rakar mest, minstu umboðanina. Tað er løgið, sigur Jacob Vester­gaard. arni@sosialurin.fo Nevndin skal siga Høgna hvussu uppboðssøla kann virka Árni Gregersen Føroyingar hava ikki av­ger­ andi orðið, tá ið tað snýr seg um stovnsrøkt av tí vit fiska, annað enn á botn­fisk­inum á okkara egnu leið­um. Tí undrast Thormund Johannesen í viðmerking á, at   kjakið í samband við fiskivinnunýskipan fyri tað mesta hevur snúð seg um rætt­indi at troyta virðis­ miklu fjar- og uppsjóvar­kvot­ ur­nar, har aðrir í størstan mun ráða, meðan fiski­skap­ urin eftir botnfiski undir Føroy­um, sum vit burturav sjálvi kunnu skipa, næstan ikki hevur verið tikin uppá tungu. »Hóast fjar- og upp­sjóvar­ kvoturnar í dag kasta mest av sær, so eru botn­fiska­ stovn­arnir undir Føroyum, tað trygga beinið, vit eiga at byggja á. Tí har ráða vit sjálvi, meðan hinum eru vit í nógv minni mun harrar yvir,« skrivar hann. Hann sigur eisini, at hann vónar at arbeiðsbólkurin hevur dirvi at avtaka fiski­ daga­skipanina. Hann vil held­ur hava, at vit fáa eina meira dynam­iska kvota­ skipan, uttan nakrar bind­ ing­ar á veiðu­tólunum. Hann heldur at hetta er ein betri skipan. Vit skulu bert síggja til at hava eitt sterkt og neyvt eftirlit, so skipini bert fiska tað, sum teim­um er tilluttað og at tey onki blaka aftur í havið. arni@sosialurin.fo Tað verður mest varpa ljós á uppsjóvarfisk og Barentshavið, men botnfiskurin á landleiðini er avgerandi, sigur Thormund Johannesen, viðmerkjari og verkfrøðingur Herálvi Joensen, løgfrøðingi og stjóra í Reiðarafelagnum Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur Thormund Johannesen, viðmerkjari og verkfrøðingur