Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-25, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. januar 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 25. januar 2016 · Nr. 10 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Á Havsbrún í Fuglafirði hava tey havt úr at gera tað mesta av hesum árinum. Virkið hevur havt nógvar svartkjaftalandingar, og stundum hava skip og manningar bíðað eftir tørni at sleppa framat til at landa. Í síðstu viku hevði Havs- brún fleiri landingar, eitt nú Christian í Grótinum við 2500 tonsum, Slættaberg við 1400, Fagraberg við 900 og Høgaberg við 2300 tonsum. Fara vit aftur um farnu viku, var Tróndur í Gøtu við 2800 tonsum og Finnur Fríði við 2600 tonsum. Hesa tíðina av árin-um plaga føroysku uppsjóvar- skipini at fiska svartkjaft so mikið sunnarlaga, at fiskurin ikki verður landað- ur til matna í Føroyum. Tað er ov langur teinur til lands við fiskinum. Sum várið gongur, kem- ur fiskurin í føroyskan sjógv, og tá er væntandi, at svartkjafturin verður land- aður og frystur til matna. Síðan plaga skipini at fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi til einaferð miðskeiðis í juni mánaði. Tá svartkjafturin er í føroyskum sjógv, er vanligt, at Havsbrún í besta føri fær onkra einstaka last - ella partar av last - ið gerst ov gomul til matvøru. Vanligt er, at tá svart- kjaftavertíðin er av eina- ferð tíðliga í summar, fara uppsjóvarskipini á makrel- veiði og seinni á sild. Onkrar dagar í nýggja árinum hevur verið trongligt á Fuglafirði, tá fleiri uppsjóvarskip hava verið inni samstundis Trongligt á Fuglafirði Týskvøldið 26. januar klokkan 19 verður hugnaløta í skúlanum á Giljanesi. Heini F. Petersen og Theodor Hansen fara at greiða frá um móðurmálsins slóðara, V.U. Hammershaimb. Tiltakið er alment, og tað er Vága Pensjónistafelag sum skipar fyri. Línuskipini royna bæði sunnan fyri og norðan fyri og tey, sum hava verið hepnast, hava gjørt ein hampiliga góðan túr Ísfiskalínuskipini, sum sein-astu dagarnar hava fiskað undir Føroyum, hava havt rímiliga góðan fiskiskap. Skipini, sum hava fiskað best henda túrin, hava ligið um eini 12.000 og 14.000 pund á setuna, og tað er ikki vánalig línuveiða undir Føroyum. Sambært Fiskamarknaði Føroya landa eini fimm línu- skip í morgun. Skipið, sum hevur størstu nøgdirnar, hevur eini 120.000-130.000 pund á 10 ella 11 setum undir Føroyum. Sosialurin skilir, at línu-skipini hava roynt á ymiskum leiðum, bæði sunn- an fyri og norðan fyri, og tá fiskur er á ymiskum leiðum, verður tað mett at vera eitt gott tekin. Línuskipini hava tosk, hýsu, brosmu og longu og eitt sløð av øðrum fiskasløgum. vilmund@sosialurin.fo Kvinnur venja nú flogbólt í bygdahúsinum á Strondum, og ætlanin er í framtíðini at luttaka í flogbóltskappingum Henda dagin, tá Jóannes S. Hansen “fangaði” løtuna, var trongligt á Fuglafirði Steintór fer at hugleiða Hóskvøldið 28. januar verður eitt tiltak á Sunda Bókasavni, har Steintór Rasmussen, tónleikari og høvundur, fer at hugleiða um sítt egna ungdóms-og mentanarlív. Heitið á tiltakinum er - “Við guitara og sangi” - og Steintór, sum gav bók við endurminningum út fyri jól, fer eisini at framføra nakrar av sínum egnu sangum. Á tiltakinum í Sunda Bókasavni verður eisini drekkamunnur, eins og høvi verður at lána bøkur. - Tiltakið er alment, og øll er hjartaliga vælkomin, siga tey á Sunda Bókasavni. vilmund@sosialurin.fo Roynist hjá línuskipum Línuskipið Stapin landaði stívliga 100.000 pund í Runavík í morgun