Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-25, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. januar 2016síða 9

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 25. januar 2016 · Nr. 10 Vilmund Jacobsen Jógvan Jespersen, stjóri í Nótaskipum, helt røðu, tá próvhandan var á Vinnu- háskúlanum 22. januar, og her vísti hann eitt nú á, at fiskivinnan er á einum vega- móti. – Vit mugu staðfesta, at tað í dag er stór óvissa um framtíðina millum tey, sum virka í fiskivinnuni. Á pappírinum fella øll veiði- loyvi burtur um minni enn tvey ár, og eingin veit, hvat framtíðin hevur at bjóða. Stjórin segði, at ein slík óvissa steðgar øllum virkis- hugi, og hann vísti á, at eingin størri sáttmáli um nýbygd føroysk fiskiskip er gjørdur síðan 2007. Og hví er tað so, spurdi Jógvan Jespersen. – Kann hetta ikki hava samband við, at landið tað árið segði upp verandi loyvisskipan til at fara úr gildi í 2018, og vit vita ikki enn, hvat kemur í staðin? Tryggari karmar Í røðu síni legði Jógvan Jespersen dent á, at politiska skipanin skjótast gjørligt má skapa tryggar karmar fyri fiskivinnuna, tryggari langtíðar karmar, tí annars verður eingin menning. – Vit hava ein átrokandi tørv á at rationalisera partar av fiskiflotanum. Vit mugu koma hartil, at vit í øllum pørtum av flotanum hava tíðarhóskandi skip, sum hava ein lønandi rakstur. Stjórin í Nótaskipum segði, at tað verða tey tíðar-hóskandi skipini sum fara at verða eftirspurd, bæði tá ræður um brúnna, maskinuna og á dekkinum. Árligi galladøgurðin hjá Team Rynkeby Føroyar, sum er eitt stuðulstiltak til børn við krabbameini, verður á Hotel Føroyum leygarkvøldið 13. februar, og tiltakið byrjar klokkan 19. – Vælvildin kennir eingi mørk, og nú eru tvey tón- listainnsløg aftrat komin á skrá, soleiðis at hesi nú verða átta í tali. Felagið sigur, at aftrat Peturi Háberg, Bollunum, Kristinu Bærendsen, Sign- ari í Homrum, Guðruni Sólju Jacobsen og Døgg Nónsgjógv, fara eisini Tórs- havnar Manskór og Hallur Joensen at undirhalda. Borðstjóri verður kendi dugnaligi og hugnaligi, Rudolf Joensen. Krabbameinsfelagið sigur, at við galladøgurðan verður góður matur við fýra rættum og drykki- vørum afturvið. vilmund@sosialurin.fo Tvey tónlistainnsløg aftrat eru komin í skránna fyri galladøgurðan hjá Team Rynkeby Føroyar Havstovan verður aftur í ár partur av altjóða granskingar- samstarvi, samskipað av ICES, sum hevur til endamál at kanna gýting hjá makreli Um vikuskiftið vóru út við 100 komandi konfirmantar – úr ymiskum heraðshornum – á legu í Nólsoy. Tað er Anne Mette Greve Klemensen, prestur, sum eigur myndina Frægari við línu enn troli Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at fimm línuskip koma inn at landa í dag, og nøkur koma seinni í vikuni. Sum skilst, hava ísfiskalínuskipini, sum fiska undir Føroyum, havt brúkiligan fiskiskap. Skipini hava mest av toski og hýsu og nakað av brosmu og longu. - Fýra frystilínuskip eru á Flemish Kap og fiska tosk. Tey hava góðan fiskiskap. Útlitini til útróður eru hampilig. Streymurin verður hampiligur, og veðrið verður brúkiligt. Tí verður roknað við, at nakað verður av útróðri í vikuni. Útróðrarbátarnir fáa mest av toski og hýsu. Fiskamarknaðurin veit at siga, at flestu partrolarapør eru til fiskiskap. - Helst kemur bara eitt par inn at landa í dag, men hini koma so hvørt, sum vikan gongur. Fiskiskapurin hjá partrolarunum ikki er av tí besta. Umframt upsan, fáa skipini nakað av longu, kongafiski og toski sum hjáveiði. Onkrir partrolarar fiska makrel, og onkrir liggja við bryggju. Um djúpvatnstrolararnar veit marknaðurin at siga, at seks skip fiska upsa, svartkalva og kongafisk - og ein fiskar stinglaks. - Óvist er, um nakar djúpvatnstrolari landar hesa vikuna, tí skipini eru nýliga byrjaði túr. Fríggjadagin, tá Fiskamarknaður Føroya gjørdi sínar metingar fyri hesa vikuna, var bara ein trolbátur til fiskiskap, og hann kemur væntandi inn at landa miðskeiðis í vikuni. - Væntandi fara hinir trolbátarnir út nú í vikuni, verður lagt aftrat. vilmund@sosialurin.fo Vælvildin kennir eingi mørk - Vælvildin kennur eingi mørk, nú stuðulstiltakið til børn við krabbameini verður á Hotel Føroyum, sigur Krabbameinsfelagið Stjórin í Felagnum Nótaskipum, Jógvan Jespersen, heldur, at stóra óvissan innan fiskiskipavinnuna steðgar øllum virkishugi Eingin størri sátt- máli um nýbygging - Vit hava ein átrokandi tørv á at rationalisera partar av fiskiflotanum, segði Jógvan Jespersen, stjóri í Nótaskipum, tá hann helt røðu á Vinnuháskúlanum