mánadagur 25. januar 2016síða 10
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 25. januar 2016 · Nr. 10
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KJAK
Heðin og havnin í Havn
Kári Mikkelsen
havnarborgari
At
ein
ameri-
kanskur
forseti
bert kann veljast
aftur
einaferð
og í mesta lagi
sleppur at sita
í embætinum í
átta ár, er ikki av tilvild. At hendan
áseting somuleiðis er galdandi fyri
hægri, politisk embæti í nógvum
øðrum londum, er heldur ikki til-
vildarligt.
Høvuðsorsøkin til slíkar reglur
er, at eins og í sambandi við flest
onnur leiðandi størv, bera politisk
størv oftani í sær, at jú longri
embætistíðarskeiðið varar, tess
meira gongur valdið persóninum
til høvdið, við teirri avleiðing , at
dømievnini minka munandi ella
hvørva heilt.
Hvørt hetta er galdandi fyri
borgarstjóran í Havn, skal eg ikki
gera meg klókan uppá, men eitt
faktum er, at Heðin Mortensen nú í
skjótt 12 ár hevur sitið við valdinum
í høvuðsstaðnum og hevur meira
enn torført við at góðtaka, at
nakar borgari setir spurnartekin
við hansara politisku avgerðir ella
embætisførslu.
Væntandi próvførslur
Herfyri dittaði eg mær at seta
spurnartekin við havnarútbygg-
ingina í Havn, og somuleiðis um
borgarstjórin hevði hugsað um
sítt langtíðareftirmæli, tá hann
einaferð leggur frá sær sum
politiskur oddamaður fyri høvuðs-
staðin, um hann setir ætlanina í
verk.
Ístaðin fyri at koma við sann-
førandi argumentum fyri, hví
útbyggingin av Tórshavnar havn
júst skal gerast í tí minst egnaða
økinum, nevniliga í bládýpinum
í
Nólsoyarfirði
framman
fyri
Skansanum og býnum annars,
leggur hann í krovið á mær fyri at
koma við einum persónligum álopi
á seg.
Í fótbólti og ítrótti annars er
tað tíverri alt ov væl kent, at tað
er munandi lættari at leggja eftir
manninum, enn at royna at vinna
sær bóltin. Hendan freistingin var
eftir øllum at døma ov stór fyri
Heðin Mortensen í hesum føri.
Heðin Mortensen førir fram,
at hann hevur áhuga í, at “700
familjur í Havn framhaldandi
fáa sína dagligu høvuðsinntøku
av økinum hjá Tórshavnar havn.
Tørvurin á arbeiðsplássum økist,
men samstundis er menningin við
at steðga upp, tí vit ikki eru sloppin
at byggja út.”
Jamen, Heðin Mortensen, vit
vita øll, at Tórshavnar havn hevur
tørv á at verða útbygd. Og eg eri
á ongan hátt ímóti eini útbygging
av havnini, tvørturímóti. Men
hvør sigur, at tær 700 familjurnar
ikki
framvegis
fara
at
verða
breyðføddar, hóast útbygda havnin
liggur aðrastaðni í kommununi enn
í tí minst egnaða økinum? Sjálvandi
verða tær tað!
Vánalig ráðgeving
At borgarstjórin tulkar lesarabræv
mítt sum eitt “langt, persónligt
álop” á seg, sigur meira um hann,
enn um meg. Niðurstøðu hansara
skilji eg á ongan hátt, og tað skilja
heldur ikki tey mongu, eg havi
verið í sambandi við, ið hava lisið
hansara sera persónliga aftursvar
undir heitinum “Kári og havnin í
Havn”.
Lesarabrævið hjá mær er á
ongan hátt nakað persónligt álop
á Heðin Mortensen. Tvørturímóti
rósti eg honum til skýggja fyri at
hava verið ein góður borgarstjóri
fyri Havnina, hvørs avrik eru sjón-
lig allastaðni í kommununi.
Eg síggi tí illfýsna aftursvarið
frá borgarstjóranum soleiðis, at
hann má hava fingið ómetaliga
vánaligari ráðgeving, og tí helst
er umskiltur í at leypa so framav,
sum hann gjørdi. Tí vónandi
botnar ógvusliga álopið ikki í, at
hann ikki hevur lisið tað, áðrenn
tað varð sent fjølmiðlunum. Eg
freistist til at hugsa, at aftursvarið
hevði verið á munandi hægri støði,
um hann hevði. Alternativt er
hann eftir øllum at døma dottin í
klassisku felluna fyri ein, ið hevur
sitið so leingi við valdinum, at
valdsfullkomuleikin hevur sett seg
í høvdið.
Býráðið má sinna seg
Eins og mong onnur við mær eri eg
ímóti ætlaðu havnarútbyggingini,
og tað ætli eg mær sum havnar-
borgari og skattgjaldari í høvuðs-
staðnum ikki at tiga við. Orsøkirnar
eru m.a. hesar:
- hon fer at oyðileggja tað mest
avmyndaða, málaða og teknaða
útsýnið í landinum
- talan verður ikki um eina fram-
tíðartryggjaða loysn
- ongar framskrivingar av fram-
tíðar skipaferðslu eru gjørdar
- tunga ferðslan fram við Strond
fer at oyðileggja virðismikla
og elskaða rekreativa økið hjá
havnarfólki
- aðrir framkomnir høvuðsstaðir
flyta bingjuhavnir út um býirnar
- hon verður alt ov kostnaðarmikil
í mun til, hvat nytta fæst burtur
úr henni
Hóast mótstøðu mína í hesum máli,
ynski eg bæði tær, Heðini Morten-
sen, og okkara kæra høvuðsstaði,
alt tað besta í framtíðini. Eg vóni tó,
at býráðið sinnar seg og av álvara
fer undir at kanna møguleikan fyri
at gera havnarútbyggingina aðra-
staðni í kommununi.
Annars fari eg at heita á øll
við áhuga fyri hesum máli um at
lesa greinina hjá Niels Midjord
í
Dimmalætting
fríggjadagin
22. januar 2016 undir heitinum
“Havnarútbyggingin við Skansan
– eitt sera stórt mistak”. Her vísir
greinskrivarin á skaðiligu árinini,
sum stuttskygdar avgerðir um
tvær
aðrar
havnarútbyggingar
her á landi hava havt, orsakað av
kommunalpolitiskum tankaloysi.
Vónandi ger býráðið í Havn ikki
sama mistak.
Kynsligur ágangur skal ikki góðtakast
Eyðgunn Samuelsen
landsstýriskvinna í almannamálum
Tað er ikki sørt
skelkandi
at
hoyra,
hvat
ið
kvinnur og gentur
í Føroyum hava
upplivað av kyns-
ligum
ágangi
í
okkara friðarliga landi. Tað krevur
stórt dirvi at siga okkum sína søgu,
og tøkk fái allar tær, ið hava torað
at traðka fram og tey, ið hava sett
sjóneykuna á henda trupulleikan.
Hesar søgur vísa millum ann-að,
at vit hava ein stóran javnstøðu-
trupulleika, tí javnstøða snýr seg
júst um, at øll menniskju hava
sama virði, uttan mun til kyn.
Hetta, at øll hava sama virði og at
øll, uttan mun til kyn, skulu kunna
ferðast trygt í tí almenna rúminum,
er ein av grund súlunum í okkara
samfelag. Tí eru vit sum samfelag
ímóti øllum slag av harðskapi og
ágangi á kvinnur.
Eitt nei er eitt nei
Tað er púra burturvið, at gentur ið
hava verið fyri kynsligum ágangi
skulu kenna á sær, at tær sjálvar
hava skyldina, at skommin er
teirra og at tær tí aloftast velja
at tiga hetta burtur. Vit eiga heilt
frá barnsbeini av at leggja niður í
okkara børn, at tey skulu virða sín
egna kropp eins væl og mørkini
hjá hvørjum øðrum. Vit mugu læra
okkara ungu, at tá ið ein teirra sigur
nei, so er hetta álvara og merkir
nei. Tað er ikki rætt, uttan mun til
í hvørjum sambandi tað er, at seta
spurnartekin við um ein persónur,
ið sigur nei, nú veruliga meinar tað.
Samgongan raðfestir
bardagan móti harðskapi
og kynsligum ágangi høgt
Løgmaður er longu farin í holt við
ásetingarnar í samgonguskjalinum
um at dagføra revsilógina í málum
um neyðtøku og um at gerast
skal ein lóg um elting ( stalking ).
Harafturat koma onnur átøk, sum
samgongan fer at fremja.
Tilbúgving setast á stovn
Amnesty mælir til, at ein tilbúgving
verður sett í verk, so kvinnur sum
hava verið fyri neyðtøku, fáa bráð-
feingis hjálp. Hesa tilbúgving fara
landsstýriskvinnurnar í almanna-
og heilsumálum at taka stig til at
fáa setta í verk sum skjótast.
Reglur skulu gerast, so tað ber
til hjá kvinnum ið hava verið fyri
neyðtøku, at verða kannaðar uttan
at teimum nýtist at melda fyrst.
Sum fakfólk so greitt hava víst á,
kann ein kvinna ið hevur verið fyri
neyðtøku, vera so illa fyri sálarliga
beint eftir hendingina, at tað er
trupult hjá henni at taka støðu til,
um hon skal melda ella ikki.
Tað er alneyðugt, at tær kann-
ingar ið verða gjørdar eftir neyð-
tøku, verða gjørdar á ein slíkan hátt
at prógvini kunnu brúkast í einum
møguligum rættarmáli og tí mugu
reglur gerast um hetta. Støða má
eisini takast til, hvussu leingi tílík
prógv skulu goymast.
Heildarætlanin um
kynsligan ágang
Arbeiðið at seta í verk tey átta
átøkini í heildarætlanini um kyns-
ligan ágang byrjar í hesum árinum.
Sambært heildarætlanini skulu
tey, sum hava seinárin orsakað
av kynsligum ágangi barnaárini
kunna fáa ókeypis viðgerð hjá
sálarfrøðingi.
Kunningartilfar
skal eisini gerast til teirra, sum
hava verið fyri neyðtøku ella neyð-
tøkuroynd, umframt at annað
fyribyrgjandi arbeiði verður gjørt.
Hesi álvarsmál og hetta økið
hava hægstu raðfesting hjá sam-
gonguni.
Tað sló meg, tá eg las illfýsna aftursvarið til mín frá Heðini Mortensen, hvussu ómetaliga vánaliga
ráðgeving, hann eftir øllum at døma hevur fingið, tá hann tulkar lesarabrævið hjá mær um
havnarútbyggingina sum eitt persónligt álop á seg. Stórur partur av lesarabrævinum snúði seg um tað
beint øvugta, har eg júst rósti Heðini Mortensen fyri at hava verið ein góður borgarstjóri fyri Havnina.