Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-25, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. januar 2016síða 11

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 25. januar 2016 · Nr. 10 Uttan útbjóðing, ongin bygging Gunvá við Keldu Býráðslimur Í aftursvari til mína grein um seinkaðu skúla- byggingina sigur borgarstjórin, at eg bara royni at finna okkurt at seta fingurin á, og at stórar verkætlanir taka tíð. Tað, sum vit sum býráðslimir hava at halda okkum til er, at tá ið ein stór verkætlan fer í gongd, verður ein kostnaðarmeting gjørd og ein tíðarætlan løgd. Tá ið hetta so ikki heldur, tí enn er byggingin ikki boðin út, so eiga vit at fáa svar uppá, hví so er. Tað er júst henda spurning eg reisti í grein míni. Tað er tíðum so, at tá ið man ikki hevur eitt svar, so leypir man bara á. Sitandi samgonga kann takka fyri, at seinasta býráð legði so góðar lunnar undir, bæði í sambandi við fyrireiking av verkætlanunum av skúlanum og miðbýnum, eins og vit fíggjarliga arbeiddu so væl, at vit í dag megna at hava ein so stóran íløgukarm. Eitt dygdargott fíggjarligt grundstøði hjá sitandi samgongu og øllum býráðnum at arbeiða útfrá. At tíðirnar so eisini hava verið metgóðar, kunnu vit takka okkara dugnaliga vinnulívi og borgarum fyri. Væl veit eg, at stórar verkætlanir taka tíð. Tað eru bert knapt 5 ár síðani, at undanfarna býráð framdi eina stóra og væleydnaða skúlabygging, sum stóð liðug í 2011. Henda verkætlan helt bæði kostnaðarmeting og tíðarætlan. Longu tá varð arbeitt víðari við útbygging av skúlaøkinum. So ja, stórar verkætlanir taka tíð. Tá ið vit fáa eina tíðarætlan festa á blað, og hon ikki heldur, so er ikki meir enn natúrligt, at vit spyrja hví. So, heldur enn at leypa á og leggja øðrum motivir til, ið ikki eru verulig, so greið bara okkum, bæði býráðslimum og øllum borg- arunum heldur frá, hví tíðar- ætlanin ikki heldur. Sjálvandi standa vit saman um hesa stóru verkætlan, tí er eisini umráðandi at ferðin verður sett upp. Skriv til hoyringar í Trivnaðarnevndini frá foreldrabólkinum í LGBT Føroyum Vegna foreldrabólkin hjá LGBT Føroyum Evald Rasmussen, lærari og faðir at samkyndum soni Góðan dag øll somul. Vegna foreldrabólkin fyri foreldur at LGBT’arum vil eg fegin siga stóra takk fyri, at vit vóru bjóðaði til hoyringar í hesum sera týðandi máli, sum er avgerandi fyri framtíðina hjá børnum okkara. Vit eru komin her í dag fyri at geva okkara íkast til kjakið, ið snýr seg um, hvørt tvey av sama kyni skulu kunna giftast. Eftir 36 ára langt hjúnaband kann eg av sonnum siga, at eg havi mínar royndir í hjúnabandi. Stundum er ferðin tung og torfør, men sanniliga eisini stríðið verd. Tí pínir tað at síggja, at landsins leiðsla enn ikki hevur givið soni mínum, og børnunum at øllum foreldrunum í bólkinum, eg um- boði, hendan so grundleggjandi rætt. Tit løgtingsfólk, sum eru for- eldur. Ímyndið tykkum, at børn tykkara ikki sluppu at giftast, ikki sluppu at tryggja sín maka, sítt lív og síni børn, eins og tú og tíni børn sleppa. Ímyndið tykkum, at børn tykkara, eins og okkara, manglaðu hesi grundleggjandi rættindi bara tí tey, sambært einum minniluta av føroyingum, ikki skulu hava somu borgarligu rættindi sum aðrir føroyingar. Høvdu tá ikki somu kenslur barst í tykkum, sum tær gera í okkum, sum hava eitt barn, ið er útstoytt úr móðurlandinum, tí løgtingslimir ikki duga at skúgva egnu fordómar og fávitsku til viks fyri grundleggjandi rættindum LGBT føroyingum. Flestu okkara eiga børn, ið lesa á góðum universitetum í útlondum ella longu hava góða útbúgving. Tey samkyndu hava nógv at bjóða Føroya landi, men landsins leiðsla hevur enn ikki givið teimum pláss í Føroyum, hóast fólkið hevur talað – heili 68% av føroyingum eru fyri samkynda hjúnabandinum. Tá eg rúmi øðrum, rúma onnur eisini mær, sigur orðatakið. Men á tingi er hetta ikki galdandi. Argu- mentini eru heilt burturvið, og kjakið er ofta ljótt – børn okkara vera bæði kallaði skeiv, sjúk, kynsvillingar, og onnur niðrandi orð. Slíkum orðavali er eingin tign í, og tað hóskar seg ikki landsins tingi at leggja pall til slíkt møsn. Samkyndleiki er hvørki eitt val ella ein sjúka, sum óvitandi vilja vera við. Hetta lógaruppskot leggur upp til sátt og semju millum borgarar - hvørki samkoma, kirkja ella prestur verða tvungin ar vera við, men enn billa hesi fólk sær inn, at tey hava einkarrætt til hjúnabandið og kunnu fortelja øðrum, hvussu tey skulu liva sítt lív. Tveitið átrúnað úr kjakinum, tí hetta snýr seg um borgarlig rætt- indi. Hjúnrbandið er ikki Guðsgivið, men ein samfelagslig, borgarlig institutión. Hjúnabandið er heldur ikki ritað í stein, tí fert tú bara fá ár aftur í tíðina, kundi myrk ikki gift- ast hvítum í stórum partum av heiminum, men tíbetur steðgaði hesin ørskapur eisini við tíðini. Tað er eyðsæð, at hjúnabandið skal dagførast, eins og restin av samfelagnum, og tí skal føroysk lóggáva fylgja við. Títt hjúnaband missir ikki virði bara tí at samkynd sleppa at giftast. Vit eiga at fevna okkara sam- kyndu tjóðarfelagar og bjóða teimum ágóða av okkara landi – tey eru ein gáva og soleiðis mennast vit saman. Tíbetur gongur fólkið a odda, tá tey ferð eftir ferð vísa LGBT Føroyum sín stuðul. Hervið ein innilig áheitan til løgtingslimir um at stuðla upp- skotinum um um broyting í hjúna- bandslógini, so eisini fólk, fødd samkynd fáa somu borgarligu rætt- indi sum restin av tjóðini. Takk fyri! KJAK Heldur enn at koma við eini frágreiðing um, hví tíðarætlanin av skúlabyggingini ikki heldur, kemur borgarstjórin við eini sjóforkláring um stórar verkætlanir og einum álopi um motivir, sum ikki eru verulig Viðmerkingar til kjakfundin um eldraøkið Bergun Kass Í paneli vóru borgarstjórar, fólk frá komm- unu og lands- stýrisfólk. K u n n i n g i n var sera góð, fólk vóru jalig og sum áhoyrari hevði tú eina fatan av einum ávísum áræði og spenningi um økið, og at fólk veruliga ynskja, at tað verður samsvar millum tørv og tilboð. Avbjóðingarnar eru, millum annað, fíggjarviðurskifti og vaks- andi tørvur á peningi. Uppskot til víðari kjak kundi verið. Í hvønn mun kann tosast og kannast um meira sjálvboðið arbeiði innan eldraøkið? Hetta eru viðurskifti, ið verða skipað í londunum rundanum okk- um. Tað bleiv tosað um Dis, Nis og Fas’arar eitt sindur ‘undirforstaðið’, sum um fólk kendu til skatta- viðurskifti og avbjóðingar hjá landi og kommuna í hesum sambandi. Sum dømi kann eg greiða frá, at um hava vit ein vágbing, ið er útisiglari undir einari av hesari skattaskipan – Dis, Nis ella Fas (danskt, norskt ella føroyskt), so fær landskassi og Vágs kommuna ikki skattainntøkur frá hesum persóni, sjálvt um hann og familja hansara býr í Vági. Hetta ‘rættar landið upp uppá’ við at flyta x antal krónur frá landi til kommunu, fyri tal av úti- siglarum. Onkur vil siga, at tað verða aðrar landsinntøkur frá hesum bólki, men tað verða ikki nøktandi fyritreytir og greiðar linjur at skipa landshúsarhaldið eftir. Hvussu skal eldraøkið, og væl- ferð yvirhøvur, fíggjast, um henda gongdin heldur fram og talið á teim, ið gjalda skatt í Føroyum minkar? Sjálvsagt eiga vit at frøðast um, at arbeiði er til føroyingar aðrastaðir, men vit mugu ikki vera ‘blind’ fyri, at hetta er ein stór landsfíggjarlig avbjóðing. Onnur avbjóðing innan eldra- økið er leiðsla. Endurgevi borgarstjóran í Havn soleiðis, “ vit hava góð starvsfólk og tað haaava vit.” Sum um starvsfólk til eina og hvørja tíð bara eru góð. Haldi tíverri hetta vera flosklar, sum stjórar og leiðarar halda seg eiga at siga. Ikki tí eg meini við nakað ávíst, men sum heild eigur avvarðandi myndugleiki alla tíðina at eftir- meta og tillaga leiðslu og starvs- fólkaviðurskifti til skiftandi og nýggjar umstøður. Rósa Samuelsen og Jóhan Christiansen kunnaðu um spenn- andi viðurskifti, nýhugsan og hug- burðsbroytingar, sum júst eru øki, ið ‘sortera’ undir leiðslu. Við vón um, at sjóneykan verður sett breiðari, tí vit kunnu heilt einfalt ikki fara til songar við góðari samvitsku og bjóða okkara eldru borgarum hesi viðurskifti. Takk fyri góðan fund!