Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-25, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. januar 2016síða 12

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 25. januar 2016 · Nr. 10 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KJAK Vel opinleikan Andrass Skaalum Limur í Umboðsráðnum fyri Ognarfelag Tryggingartakaranna Í februar skulu 18 limir veljast i umboðsráðið “hjá Trygging- ini”. Á vallistanum vera valevni, ið vilja hava felagið meira opið. Onnur á vallistanum eru fyri at felagið skal verða afturlatið. Spyr valevnini um opinleika og mál teirra, áðrenn tú tekur avgerð. Vel fólk inn, sum í verki vilja fremja størri opinleika. Í februar verða atkvøðuseðlarnir sendir við postinum til tín, sum 1. januar stóð fyri trygging í Tryggingarfelag Føroya. Ger endiliga tína ávirkan galdandi, við at greiða atkvøðu og senda brævbjálvan inn. Ognarfelag Tryggingartakaranna Enn er TF-Holding væl fyri fíggjarliga og spælir ein stóran leiklut í menningini av Føroyska samfelagnum. Umráðandi er at hesin stóri leikarin í Føroyska samfelagnum ikki snávar, tí tað vil gera ómetaligan skaða og fáa stórar negativar ávirkanir í samfelagnum. Avgerandi spurningurin er, hvussu vit kunnu gera felagið enn betri og langtíðar tryggja virksemið hjá felagnum, til gagns fyri Føroyar. Besta trygd fyri reiðiligheit er opinleiki og kunning, tí er hesin spurningur avgerandi fyri at framtíðartryggja ognirnar hjá tryggingartakarunum. Størri opinleikin er, minni gerst møguleikin fyri skuggaspæli í vina og kenninga politikki. Tryggingartakarin eigur felagið og veit vanliga ikki nógv um, hvussu felagið ítøkiliga arbeiðir við peninginum hjá eigarunum. Umboðsráðið er evsta vald í felagnum, men veit eftir mínum tykki ikki nóg mikið um hesi viður- skifti, av tí at kunningin í ov stóran mun er avmarkað til tað, sum roknskaparlógin tilskilar. Umboðsráðið Eg eri limur í Umboðsráðnum og haldi at ávirkanin hjá Umboðs- ráðnum verður skerd av, at kunn- ingin er ov lítil, Umboðsráðið er í ov stóran mun tað blinda eygað hjá tryggingartakarunum, vegna væntandi opinleika. Í Umboðsráðnum eru limir, sum vilja virka fyri størri opinleika, okkum tørvar tó fleiri, til tess at lyfta uppgávuna. Her er tørvur á bata, og tað gerst best við at velja fólk í Umboðsráðið, sum í verki vilja virka fyri størri opinleika í felagnum. Spyrji endiliga valevnini, um tey vilja virkað fyri størri opinleika í felagnum, áðrenn tit seta krossin. Sjálvur standi eg fyri væli hesaferð og heilsi øllum kreftum vælkomnum, ið veruliga vilja virka fyri menning, opinleika og dynamikki. Gott Umboðsráðsval! »Opinleiki er tín besta trygging « »Tú skal fordøma samkyndleika meira enn tú elskar Guð og næsta tín« Turið Gaard Hansen Lummateolog Í samband við kjakið um fólkaskúlan og hjúnabandið fekk eg hug til at gera ein viðmerking. - Eitt hjúnaband kann definerast sum samtak millum mann og eina, ella fleiri konur (2 Samuel 5,13, 1 Kongebog 11,1-3, Romerne 7,2-3), neyðtøkuoffur (5 Mosebog 22,28-29), kríggsfangar (4 Mosebog 31,17-18, 5 Mosebog 21,10-14) og sexslavur (2 Mosebog 21,7-11). - Hjúnaband kann bert verða millum limir av sama átrúnað og av somu etnisku rasu (5 Mosebog 7,1-3, 4 Mosebog 25,6-8, Ezra 9,2, Ezra 10,2-3, Nehemias 13,23-25). - Eitt hjúnaband millum ein prest og eina kvinnu er bert galdandi, um kvinnan er moyggj og í famiju við manninum (3 Mosebog 21,7;13-14). - Tá kvinnan menstruerar, skal hon avbyrgjast í eina viku (3 Mosebog 15,19-24, 3 Mosebog 18,19). Hjún ið hava samlegu í hesum tíðarskeiði skulu drepast. (3 Mosebog 20,18, Ezekiel 18,5-9). - Ein maður hevur ikki rætt til hjúnaskilnað, um hjúnabandið er millum ein neyðtakara og offur hansara (5 Mosebog 22,28-29), ella um maðurin hevur roynt at fingið konu sína avrættað eftir paragraf § 9 (5 Mosebog 22,13-21). Konur hava ikki rætt til hjúnaskilnað (5 Mosebog 24,1, Markus 10,12, 1 Korintherne 7,10, 1 Korintherne 7,39, Romerne 7,2-3). Hetta sum eg nú havi remsað upp, er millum annað tað, Bíblian sigur um hjúnabandið. Sum lærari kundi tað ikki fallið mær inn at sagt við eina 14 ára gamla, neyðtikna gentu, at hon skuldi gift seg við sínum neyðtøkumanni. Tað hevði heldur ikki fallið mær inn at sagt, at um hon hevði mánasjúkuna og hevði samlegu, ja so skuldi hon drepast. Harafturat, so hevði eg heldur ikki sagt við hana, at tað er í lagi um sjeikurin hjá henni vildi giftast við bæði henni og vinkonu hennara. Og eg hevði so heldur ikki sagt, at hon ikki skuldi gift seg við, t.d. einum japanara, tí hann ikki var av somu rasu sum hon. (Rasisma vita vit øll, førir ikki til nakað gott) Av tí at eg sum lærari ongantíð kundi funnið uppá at sagt øll hasi tingini, sum standa í Bíbliuni, við ein flokk, so hevði eg heldur ongantíð farið í gongd við at definera fyri næmingunum, hvørji eru tey røttu og skeivu ørindini í Bíbliuni, og hvat er tað rætta og skeiva hjúnabandið. Tann kristna uppalingin má og skal verða størri enn samkynt hjúnalag (í Føroyum, nakað so lítið sum eina borgarlig vígslu), annars er ikki nógv hald í henni! Har eru meira áhugaverd ting at lesa í Bíbliuni, so sum dupulta kærleiksboðið “Tú skalt elska Harran, Guð tín, av øllum hjarta tínum og av allari sál tíni og av øllum huga tínum!” Hetta er hitt stóra og fyrsta boðið. Men eitt annað er enn, ið er hesum líkt: “Tú skal elska næsta tín sum sjálvan teg.”” (Matteus 22,37-39). Størsta missiónin hjá kristnum fólkum er at spreiða gleðiboðskapin. Men hvar er hann? Tað er í øllum førum ikki gleðiligt at tað eru fólk, sum brúka alla sína orku og megi uppá at styggja fólk longur og longur vekk frá kristindóminum, við teirra dømandi guði. Í Føroyum verða vit uppald við tí siðbundna kristindóminum, og tað er meir enn gleðiligt, at vit ikki slavisk skulu fylgja Bíbliuni. Men tað merkir eisini, at vit kunnu taka frástøðu frá ymiskum forskritum sum hvørki eru tíðarhóskandi ella endurspegla ta menniskja- og guðsfatan, vit hava. Til dømis lova vit ikki fleirkonuhjúnalag, ei heldur siga vit, at kvinnur ikki hava rætt til hjúnaskilna, sjálvt um tað stendur klárt í Bíbliuni at tær ikki hava hendan rætting. Um traditiónirnar ikki rigga, ja so mugu tær skiftast út. Mær vitandi, so hevur Guð onki ímóti hesum, ella hvat? Tað er komið har til, at allur kristindómurin snýr seg um samkynd. Sum um at kristin- dómurin ikki hevur annað at bjóða uppá enn at langa út eftir samkyndum. Var tað tí, Jesus bleiv borðin í heim, til tess at døma øll samkynd? #egskiljiikkitrupulleikan!