mánadagur 25. januar 2016síða 13
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 25. januar 2016 · Nr. 10
NØVN
Til minnis um Annfríð Davidsen
f. 14. juli 1969, d. 24. januar 2015
Hesaferð bleiv boð send eftir næst-
yngstu systir míni Annfríð. Í dag er
tað eitt ár síðani, hon fór um sýn-
ina.
Løtan, sum vit øll eiga á, er tá
vit skulu um deyðans sýn. Ongin
sleppur undan, men ójavnt er, nær
boð eru eftir okkum.
Lívstráður okkara er ójavnt
spunnin, bæði í longd og vavi.
Summi orka ikki ein langan,
knortlutan
lívstráð,
og
onnur
stríðast alt tað, tey eru ment at
hanga fast í lívsins tráði, sjálvt um
sjúkan hevur fingið fastatøkur á
teimum.
Aftur onnur eru mett av døgum
og rópa á Várharra, um at leiða seg
um sýnina, og halda, at hann hevur
gloymt tey.
Nógv av teimum, ið eru farin
undan okkum, vildu heldur verið
her, og vit vildu so fegin havt tey
her.
Tað tykist so ófatiliga órættvíst,
tá ein ung kona og mamma fær
dómin; dómin, sum ongin av okkum
vil hava, dómin at ganga seinastu
fetini – fetini burtur frá teimum,
hon elskar og er góð við, og har
ongin vegur er aftur.
Vit hava øll uppborið eitt langt
gott lív her á fold, men ójavnt er
býtt. Annfríð fekk 45 ár her á fold.
Hon var ung, tá hon fann mann-
in í sínum lívi, og í hennara verð
var ongin annar til enn Jógvan. Tey
búsettust í Sandavági, heimbygd
hansara, og fingu trý børn. Eg eri vís
í, at hon heldur sínar einglaveingir
um tey, hvar tey enn eru, og er glað
og errin um, at júst tey valdu júst
hana sum mammu.
Hon var eitt óvanliga gott,
kærleiksfult
og
ótrúliga
tolið
menniskja. Altíð klár at hjálpa
øðrum og vardi hús, mann og børn
sum ein sonn leyvumammu.
Hennara
partur
á
arbeiðs-
marknaðinum lá heldur ikki eftir,
og øll, ið kenna Annfríð, vita,
hvussu samvitskufull og røsk hon
var. Hon arbeiddi, líka til hon fekk
tey tragisku boðini um, hvussu
álvarsama sjúk hon var.
Annfríð fylti 45 ár nakrar
mánaðar eftir, at hon fekk boðini,
ongin av okkum vil hava. Hon fekk
ringastu plágu og herviligastu
sjúku at dragast við, og hennara
lívsneisti byrjaði at fána. Men sjálvt
um hon visti, at hon hevði krabba
av ringasta slag, so var eitt ella
annað, sum gjørdi, at hon ikki vildi
góðtaka henda dóm.
Hon stríddist og helt fast í sínum
lívstráði og strevaði seg ígjøgnum
dagarnar, vikurnar og mánaðirnar.
Spurdi enntá meg, hvussu longi
tey mundu ætla at hava seg har á
Landssjúkrahúsinum, har hon lá
seinasta mánaðin.
Hon hevði onga ætlan um at
fara frá teimum, hon var so góð
við, men lívstráðurin viknaði, og
24. januar 2015 slitnaði tráðurin
hjá hesum fitta, góða og elskuliga
menniskja.
Eftir sita maður og trý børn,
foreldur og systkin, onnur avvarð-
andi og hópur av fólki, ið bara
kunnu bera Annfríð alt gott.
Góðu tit øll sum áttu ein part
í Annfríð, tit hava mist tað dýra-
barasta tit áttu, og saknurin verður
altíð har. Men hon verður altíð ein
partur av tykkum, eins og tit eru
ein partur av henni.
Ongin skilir meiningina, tí har
er ongin meining. Í allari neyðini
er tað gott at vita, at Siri, yngsta
systirin, stóð á sýnini og leiddi hana
yvirum.
Elsa Margith Davidsen
Sørvági
60 ára føðingardagur
4. februar verður Poul Samuelsen
60 ár. Dagurin verður hildin
leygardagin 13 februar kl 19:00 í
Eydnuni á Oyrarbakka. Tey, ið
vilja halda dagin saman við mær,
vera vinarliga biðin um at siga frá
áðrenn 7. februar á tlf. 256879 ella
508923 ella á 423379 eftir kl 17:00
140 ára føðingardagurin
hjá Haldis og Hans Paula Danielsen
á Eiði verður hildin í EB-húsinum
20.02.16 kl 18. Tey, ið vilja halda
dagin saman við okkum, vera biðin
um at siga frá áðrenn 07.02.16 á tel.
221913 Hans Pauli ella 222109 Anja.
75 ára føðingardagur
14. februar verður Birgit av Lofti
sjeyti fimm ár. Alment føðingar-
dagshald verður í skúlaheiminum
við Marknágilsvegin leygardagin
13. februar kl. 11. Byrjað verður
stundisliga. Tey, ið ynskja at verða
við til hátíðarhaldið, verða biðin
um at tekna seg á tlf 212045 ella
312045 áðrenn 8. februar.
90 ára føðingardagur
Í sambandi við 90 ára føðingardag
mín verður opið hús í Dansifrøi
hósdagin 28. januar millum kl. 11-
15. Verið vælkomin!
Jóannes
70 ára føðingardagur
Fríggjadagin 11. mars fyllir Ellbjørg
Davidsen 70 ár. Dagurin verður
hildin leygardagin 12. mars í B36-
húsinum í Havn frá kl. 11 til kl. 17.
Øll eru hjartaliga vælkomin. Gleði
meg at síggja tykkum.
Ellbjørg