Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-25, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. januar 2016síða 17

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 25. januar 2016 · Nr. 10 ÍTRÓTTUR STUTTSØGD ÍTRÓTTARTÍÐINDI Pætur Albinus FÓTBÓLTUR Fyrrverandi danski Man­ ch­est­er United mál­verj­in, Anders Lindegaard, sum nú spælir við West Brom­ wich Albion, er út­leig­að­ur til Champion­ship-felagið Preston North End rest­ina av kapp­ingar­ár­i­n­um. Linde­ gaard er 31 ára gamal. Real Madrid misti síni fyrstu stig undir nýggja venjar­an­um, Zinedine Zidane, tá ið spanska høvuðs­staðar­ felag­ið í gjár­kvøld­ið einans megnaðu 1-1-javn­leik ímóti upp­flytarun­um úr Real Betis. Karim Benzema javnaði tá ið 20 minuttir vóru eftir. FC Barcelona og Atlético Madrid halda fast um odda­sess­in og eru nú jøvn við 48 stigum, fýra stig framman­fyri Real Madrid. FC Barcelona vann 2-1 á úti­ vølli ímóti Malaga, meðan Atlético Madrid spældi 0-0 ímóti Sevilla. FC Barcelona hevur ein dyst tilgóðar. PSG hevur beina kós ímóti enn einum fronsk­ um meistara­heiti. Við 5-1-sigrinum ímóti Angers leygar­dag­in eru teir fram­ vegis ósigraðir, nú 23 um­ før eru spæld. Zlatan Ibrahimovic, Lucas Moura, Gregery van der Wiel og Angel di Maria (2) skutu málini. Í italsku Seriu A er Juventus av álvara við at koma fyri seg. Við 1-0-sigri ímóti AS Roma, sum Paolo Dybala tryggjaði, hevur Juventus nú vunnið 11 dystir á rað. Tað er tó ikki nóg mikið til at vera oddalið, tí Napoli hevur munin á teimum við tveimum stigum. Saman við U18-liðnum hjá FC Midtjylland vann Jákup Thomsen í gjár suður­ amerikansku kappingina Copa Shivas. Í finaluni vann danska liðið 2-1 ímóti Boca Juniors. Jákup, sum spældi 65 minuttir í finaluni, skeyt tvey mál í kappingini. Tað var alt annað enn ein vinarligur dystur, tá ið argentinsku risarnir, Boca Juniors og River Plate, spældu venjingardyst í gjár. Í dystinum, sum endaði við 1-0-sigri til River Plate, komu heili fimm reyð kort. Boca Juniors átti trý teirra. AS Roma váttar, at Gervinho er í samráðingum við kinesiska felagið Jiangsu Sainty. Sambært felagnum, so er tað 28 ára gamli vongleikarin sjálvur, sum ynskir at sleppa burt frá felagnum, har hann ikki fær nógva spælitíð. AM. FÓTBÓLT. Tað verða Carolina Panthers og Denver Broncos, sum hittast í Super Bowl um tvær vikur. Tað er greitt, eftir at Denver Broncos vann 20-18 ímóti New England Patriots í AFC-finaluni, meðan Caro­ lina Panthers vann heili 49- 15 ímóti Arizona Cardinals í NFC-finaluni. BADMINTON 52 føroyskir badminton­ spælarar hava um viku­ skiftið luttikið í Reykjavík International Games 2016, har teir umboðandi HBF, KBF, MBF og ÍF luttóku í U11, U13, U15, U17 og U19. Úrtøkan gjørdist 20 heiðursmerki; 10 gull og 10 silvur. Hetta eru fimm fleiri enn í fjør. FLOGBÓLTUR Dráttur staðfesti leygar­ dagin sína støðu sum odda­ lið í kvinnudeildini, tá ið tær vunnu 3-1 á útivølli ímóti Fleyr. Sett­úrslitini vóru 23-25,25-17,11-25, 22-25. Dráttur stevnir beint ímóti FM-finalunum, meðan Fleyr stríðist fyri at fylgja teimum í finaluna. Leygardagin var Dráttur á Tvøroyri, har tær spældu ímóti TB, sum dagin fyri hevði vunnið trygt 3-0 ímóti ÍF. Talan gjørdist um ein sannan gysara, har avgerðin fall í 5. og avgerandi setti. TB misnýtti tríggjar dystar­ bóltar - Dráttur vann 18-16 og harvið dystin 3-2. Eftir framúr dyst í Gunda­ dals­høllini vunnu kvinnur­ nar hjá Fleyr sunnudagin 3-2 ímóti SÍ. Hetta eru somu lið, sum hittast í steypa­finaluni 20. februar. Dysturin varð avgjørdur við minst møguliga muni, tí settúrslitini vóru 16-25, 12-25, 25-21, 25-12, 15-13. Mansliðið hjá Fleyr hevði ikki stórvegis trupulleikar, tá ið Ternan var á vitjan hjá teimum í Gunda­dals­høllini í gjár. Fleyr vann 3-0 við settúrslitunum 25-20, 25-19, 25-18. Hjá Fleyr er hvør sigur umráðandi, um teir skulu gera sær vónir um at sleppa í FM-finalurnar. Somuleiðis í gjár var dystur í bestu mans­deildini í Sørvági ímillum SÍ og ÍF. Hendan dystin vann SÍ rímiliga trygt 3-1. Teir halda tískil rimmarfast um oddasessin, meðan ÍF er í kapping við Fleyr um at fáa hitt finaluplássið. HONDBÓLTUR Danska manslandsliðið hev­ur beina kós ímóti EM- hálv­finaluni eftir frálíkan 27-23-sigur ímóti Spania, sum annars var á odda 14-11 í hálv­leiks­steðginum. Michael Damgaard var danskur topp­ skjútti við seks málum. SÚKKLING Eitt av best kendu súkklu­lið­ unum, Francaise des Jeux, heldur fram. Tað er greitt, eftir at franska tjóðar­ veddingar­fyritøkan hevur longt um stuðuls­avtaluna við súkklu­liðið í tvey ár. Stuðuls­av­talan byrjaði í 1997. Ítróttar­stjórin sigur, at málið í 2016 er at fáa ein í topp 10 í Tour de France. Fyrrverandi heims­meist­ ar­in í súkkling, Robert Sassone, er deyður einans 37 ára gamal. Illgruni er um, at hann er deyður av doping­ nýtsluni á Cofodis-liðnum, har Frank Vandenbroucke og Philippe Gaumont eisini eru deyðir í ungum aldri – ávikavist 34 og 40 ára gamlir. SVIMJING Í kappingini Flanders Speedo Cup eydnaðist tað um vikuskiftið Magnusi Jákups­ syni at seta danskt met í 50m rygg. Tíðin var 25.44, ið er júst tann sama sum gamla danska metið, sum Mathias Gydesen setti í EM á langgeil í Budapest 2010. TENNIS Caroline Wozniacki er kosin ársins tennisspælari í Danmark áttanda árið á rað. Í grundgevingini varð sagt, at tað er vegna sigur hennara í BMW Malaysian Open í Kuala Lumpur, og at hon var við til at flyta Danmark upp í næstbesta bólkin í Fed Cup.