Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-25, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. januar 2016síða 18

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 25. januar 2016 · Nr. 10 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÍTRÓTTUR Tróndur Arge / Neli Heldarskarð Minnini eru ikki góð frá seinasta dysti. Hóast H71 hevur verið á odda við bæði fimm og seks málum, so stendur á jøvnum 21-21, tá tríggir minuttir eru eftir. Kyndil hevur fyri aðru ferð í dystinum vunnið inn aftur greiða leiðslu hjá heimaliðnum. Høllin er stúgvandi full og tað minnir um finalustemning, tá seinastu minutt­ir verða spældir. H71 hevur eitt stig frá javn­leikin­ um móti StÍF, og kann klára seg við einum javnleiki, tí seinasti dysturin í bólkinum móti næstbesta liðnum hjá felagnum. Hesa ferð er tó ongin sling­ ur í valsinum. Við málum frá Helga Hoydal, Peter Krogh og Jónasi Djur­huus vinnur H71 dyst­in. Seinastu tríggj­ ar minuttirnar síggja vit eginleikarnar hjá H71, sum hevur gjørt teir til favorittar í føroysku kappingini í ár. Ongin kreppa at síggja H71 hevur síðani teir taptu fyri StÍF í desember verið til at tosa við. Áðrenn tað vann liðið tólv dystir upp í slag. Ongin fekk eitt bein til jørðina, men tað broyttu strandingar. Síðani hava hoyvíkingar tapt fyri VÍF, og spælt javnt móti Neistanum. Í steypakappingini gjørdu strandingar tað aftur. Tá endaði tað við javnleiki, men helst skuldu stranding­ ar havt vunnið tann dystin. Eftir sigurin í gjár blinkaðu ávaringarlampurnar ikki meir. – Vit síggja ikki kreppuna, sum onnur síggja. Vit hava havt nakrar trupulleikar, tí menn hava verið skaddir og vit hava havt leikbann. Hesa vikuna hava vit havt allar menn tøkar til venjing, greiðir Halgir Dahl Olesen frá. H71 er nú bara ein sigur á næstbesta liðnum hjá felagnum frá, at vinna seg víðari til hálvfinalurnar. Halgir spælir sjálvur á næstbesta liðnum, meðan hann er hjálparvenjari hjá besta liðnum. Hann sleppur tó undan løgnu støðuni at spæla móti sína egna liði, tí Halgir verður burturstaddur til dystin. – Besta liðið hevði vunnið sannførandi á næstbesta liðnum um eg var við ella ikki, staðfestur Halgir Dahl Olesen. Kyndil spæla finalu Í Kyndli iðra teir seg um tapta dystin. Tvær ferðir gjørdu teir harða arbeiði, og vunnu inn aftur greiða leiðslu hjá H71. Stóri trupul­leikin var, tá David Edvardsen bleiv mans­vardur seinastu løtuna. Tá gekk illa at fáa hol á mál­ skjótingina. Við ósigrinum skal Kyndil spæla ein alt avgerandi dyst móti StÍF, um hvørt av hesum kemur víðari saman við H71. – Tað er altíð torført at spæla á Skála. Teir eru heilt klárt favorittar til tann dystin, sigur Julian Johansen, venjari hjá Kyndli, og roynur at leggja trýstið strandingar. Team Klaksvík beit frá sær Í bólki 2 tók Team Klaksvík ímóti KÍF í Badminton­ høllini í Klaksvík leygar­ kvøldið. Klaks­víkingar­nir skuldu vaska lemjandi eyð­ mýking av sær eftir, at VÍF í fyrsta umfari knústi Team Klaksvík sundur við at vinna heili 45-19.  KÍF spældi javnt ímóti Neistanum í fyrsta bólkadysti hjá kollfirðingun­ um. Tapið hjá VÍF ímóti Neistanum miku­kvøldið merkti, at KÍF kundi seta seg í sera góða støðu undan síðsta og avgerandi bólkadystinum.  Hóast tað neyvan tyktist óhugsandi undan dystinum, at KÍF vann trivaligan sigur, so prógvaði Team Klaksvík leygarkvøldið, at liðið kann geva øðrum liðum skarpan gang, tá ið gongst eftir vild. Avrikið hjá Team Klaksvík var serliga gott í fyrra hálv­ leiki, tí at í hálv­leikinum var Team Klaksvík á odda 15-13. Í seinna hálv­leiki fylgdust liðini bæði á mál­ talvuni, áðrenn koll­firðing­ ar settu trumf á seinastu 10 minuttirnar. Endaliga úrslitið gjørdist 28-23 hjá KÍF. Hjá Team Klaksvík hevur tað ofta fyrr verið ein trupulleiki, at liðið megnar ikki at fylgja H71 er so gott sum víðari í bólkaspælinum í steypakappingini hjá monnum, eftir at teir í gjár vunnu 24-22 á Kyndli, sum nú skal togast við StÍF um hitt plássið í hálvfinaluni. – Vit síggja ikki kreppuna, sum onnur síggja, sigur Halgir Dahl Olesen, halparvenjari hjá H71 ONGIN KREPPA Í HOYVÍK