Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-25, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. januar 2016síða 19

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 25. januar 2016 · Nr. 10 ÍTRÓTTUR við mótstøðumonnunum í samfullar 60 minuttir. Hetta hendi aftur leygarkvøldið, tí at seinastu løtuna fór luftin úr ballónini hjá klaksvíkingunum, sum vóru nær við at vinna sær stig á fyrsta sinni í ár. Áðurnevndi sigurin hjá Neistanum ímóti miku­ kvøldið ger, at neistamenn munnu metast at vera greiðir favorittar at koma víðari úr bólkinum. Saman við KÍF er Neistin á odda í bólkinum, bæði liðini hava trý stig. Seinasti dysturin hjá Neistanum er á heimavølli ímóti Team Klaksvík, sum vegna sínar tveir ósigrar í fyrstu bólkadystunum onki hevur at spæla fyri. Vinnur Neistin hendan dystin, so er liðið í hálv­finaluni. Team Klaksvík hevur tapt hvønn einasta dyst í hesum kappingarárinum, og tí má Neistin metast at vera stórfavorittur í hesum dysti - hóast Team Klaksvík beit frá sær ímóti KÍF. Hin dysturin verður ein sonn bólkafinala. Tapið hjá VÍF ímóti Neistanum ger, at vestmenningar skulu vinna seinasta dystin, sum er á útivølli ímóti KÍF. Koll­firðingar plaga at vera sera sterkir á heima­ vølli, so tí kann væntast, at hesin dysturin verður sera spennandi. Ein annar áhuga­ verdur faktorur í hesum dystinum er, at væntandi sleppur Nicklas Selvig hjá VÍF á fyrsta sinni at spæla ímóti KÍF, síðani hann skifti ímillum júst hesi feløg. Dysturin ímillum KÍF og VÍF verður spældur fríggja­kvøldið klokkan 20, meðan dysturin ímillum Neistan og Team Klaksvík verður spældur sunnudagin klokkan 16. Neistakvinnur í hálvfinaluni Bólkur 1 í Coca Cola-steypa­ kapp­ing­ini hjá kvinnum telur bert trý lið. Tey eru Neistin, Stjørnan og StÍF. Tvey av hesum liðum koma víðari úr bólkinum, og tí var Stjørnan, sum tapti ímóti StÍF í sínum fyrsta dysti, trýst at vinna á Neistanum, ið ikki hevði spælt nakran dyst í steypakappingini undan dystinum í gjár, sum varð spældur í Klaksvík.   Neistin var greiður favorittur undan dystinum, og tað endaði eisini við einum sigri til høvuðsstaðar­ liðið. Í fyrra hálvleiki gekst tó væl í hond hjá Stjørnuni, sum var á odda 14-13 í hálv­leiks­ steðgin­um. Í seinna hálvleiki vístu neista­kvinnur tó, hví tær eru á odda í Hvonn­deild­ ini. Dyst­ur­in endaði 30-25 til Neistan. Liðini spæla bert eina ferð ímóti hvørjum øðrum í bólkaspælinum, og tað merkir, at Stjørnan, sum altso tapti báðar sínar dystir, er úti av steypakappingini. StÍF og Neistin hava bæði tvey stig og eru komin víðari, men mangla at avgreiða ein dyst sínamillum, ið kemur at avgera, hvør endar nummar eitt og tvey í bólkinum. Tann dysturin verður spældur H71-Kyndil 24-22 (10-9) H71: Peter Krogh 6, Helgi Hoydal 6, Jónas Djurhuus 5, Hilmar Leon Jacobsen 3, Mark Lausen-Marcher 3 og Pætur Thomsen 1. Kyndil: Hjalti Mohr Jacobsen 7, David Edvardsen 6, Hørður Fannar Sigtórsson 3, Josef Abrahamsen 3, Finnur Hansson 2 og Høgni Klein Olsen 1 Team Klaksvík-KÍF 23-28 (15-13) Stjørnan-Neistin 25-30 (14-13) Stjørnan: Simona Florea 5, Kristina Poulsen 5, Tóra Eliasen 5, Jansy Jacobsen 4, Jórun B. Nielsen 3, Judith Hansen 1, Edith Hansen 1 og Ella Petersen 1. Neistin: Marjun Danberg 7, Birita Jacobsen 6, Eir Berg 6, Brynja Høj 5, Birita Wardum 2, Nicoleta Hansen 2 og Lilja Mohr 2 VÍF-VB 21-25 (10-13) VÍF: Marianna Holm Jacobsen 7, Agnas Olsen 6, Daniella Joensen 2, Kathe Frederiksen 2, Brynja Rógvadóttir 1, Beinta Sveinbjørnsdóttir 1, Randi Virgarsdóttir 1 og Jórunn Gudmundsen 1.  VB: Danijela Mistric 5, Rúna M. Jacobsen 5, Ingrida Kuodyte 5, Helga Kjærbo 4, Gurið K. Mortensen 3, Una Nolsøe 2 og Laila Eysturberg 1 H71-Kyndil 11-34 (8-18) H71: Maria Halsdóttir 6, Guðrið á Borg 2, Tórhalla Thorsteinsson 2 og Durita Toftum Joensen 1. Kyndil: Turið Arge Samuelsen 9, Anna Brimnes 6, Gudrun R. Olsen 6, Bára K. Hansen 5, Ásleyg Súnadóttir 2, Bjarta Johansen 2, Irena Dam 2, Lea Djurhuus 1 og Súsanna Petersen 1 sunnudagin klokkan 14.30 í høllini á Hálsi. VB vann óvæntað í Vestmanna Í bólki 2 í steypakappingini hjá kvinnum spældu øll fýra liðini dyst í gjár. Ikki hevur tað gingið væl hjá VB-kvinnunum í ár. Tær eru á aftasta plássi í Hvonn­ deildini, har liðið bert hevur skavað trý stig saman eftir 12 dystir. Sunnudagin var VB á vitjan hjá VÍF í Vestmanna, har steypa­kappingar­dyst­ ur bleiv spældur. VÍF er væl framman­fyri VB á stiga­ talvuni í lands­kappingini, men tað er ikki altíð treyt fyri, at tað endar sum væntað, tá ið spælt verður í steypa­kapping­ini. VB vann nevniliga í Vestmanna. Dysturin endaði 25-21 til VB eftir hálvleiks­ støðuna 13-10, har VB eisini var á odda. Í Hoyvíkshøllini var eisini kvinnudystur á skránni. H71, sum spælir í næstbestu deilini, tók ímóti Kyndli. Sum væntað Kyndil stórsigur, tí at dysturin endaði 34-11 til Kyndil. Hálvleiksstøðan var 18-8 til Kyndil. Toppskjútti hjá H71 var blaðunga Maria Halsdóttir, ið skoraði seks mál, meðan toppskjúttin hjá Kyndli var vinstri vongurin Turið Arge Samuelsen, sum skoraði heili níggju mál og harvið gjørdist toppskjútti í dystinum. Øll liðini í bólki 2 mangla at spæla ein dyst. VB spælir á heima­vølli ímóti H71 sunnu­dagin, og eisini spæla Kyndil og VÍF dyst sínamillum hendan dagin. Tað einasta, sum er greitt eftir tvey tey fyrstu umførini í hesum bólki er, at H71 er úti. Málúrtøkan hjá hoyvíkskingum er so ring, at tað ikki letur seg gera at koma víðari. Hinvegin hava hini trý liðini á ymsan hátt møguleikan at spæla seg víðari. Kyndil og VB hava bestu kortini á hondini, tí at Kyndil hevur vunnið báðar sínar fyrstu dystir, meðan VB er greiður favorittur at vinna ímóti H71. VÍF hevur knívin á barkanum, tí at vinnur VÍF ikki dystin ímóti Kyndli, so er VÍF so at siga úti úr steypakappingini. Myndir: Álvur Haraldsen