Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-25, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. januar 2016síða 20

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 25. januar 2016 · Nr. 10 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÍTRÓTTUR Pætur Albinus Í august letur ein nýggjur risa­stórur leikvøllur upp í Minne­sota, USA. Leik­vøll­ urin, sum kostar 7,3 milliardir krón­ur at byggja, er heima­ vøll­urin hjá Minnesota Vikings, sum spælir í NFL, fremstu deildini í ameri­ kansk­um fótbólti. Uttari partur av leik­vøll­ inum verður flísalagdur við grót­flísum, har trúgvir hald­arar av árskortum hjá Minne­sota Vikings hava møgu­leikan at keypa sína egnu flís við egnum teksti. Ein, sum hevur tikið av hes­um møguleikanum, er Robert Younger. Hann er av føroyskari ætt, og hann hev­ur syrgt fyri, at »Faroe Islands« fer at standa á U.S. Bank Stadium, sum nýggi glæs­iligi leik­vøllurin longu er doyptur. Úr Fuglafirði Føroyska ættin hjá Robert Younger stavar úr Fuglafirði. Hann er abbasonur Hans Gregor Hansen, vanliga nevnd­ur Hans á Lakjuni. Tað er dóttir Hans, Elsibeth Simone Hansen, sum eigur Robert. Elsibeth var síðst í 20- unum, tá ið hon fór til Týsk­ lands, har hon fekk starv á einari týskari herstøð. Har hitti hon amerikanska her­mann­in Robert Joseph Younger, sum hon giftist við og fekk seks børn saman við. Robert er føddur sum tann triði í røðini, og øll systkin hans­ara búgva framvegis í USA. Eina systir hansara, Heidi, er fødd í Føroyum. Elsibeth Simone Hansen doyði í 1992 og er jarðað í Føroyum. Robert Younger er í dag 47 ára gamal og býr í Minnea­ polis, Minnesota. Hann er frá­skildur, eigur eingi børn og starvast sum banka­mað­ ur. Hóast hann er ógvuliga errin av at vera av føroyskari ætt, so hevur hann ikki verið í Føroyum í 30 ár. Hann sigur, at hann ógvuliga fegin vil aftur til Føroya at vitja, og at hann veit um fleiri, sum hann er í familju við. Hann er tó ikki so vísur hvussu hann er í familju við tey ymisku, men hann roynir at fylgja við á facebook, har hann er vinur við fleiri teirra. Errin føroyingur Robert Younger er íðin NFL- fjeppari, har hann stuðlar liðnum í býnum, Minnesota Vikings. Seinastu seks árini hevur hann havt árskort til heima­dystirnar hjá liðnum, og tað er hendan vegin, at hann nú hevur havt møgu­ leika at keypt sær eina flís at leggja á nýggja leikvøllin. Hann ivaðist ikki. Hann tók av og keypti tann dýr­astu flísina, ið kostar 2600 krón­ur. Eins og hann var full­vísur í, at hann skuldi hava hesa flís­ ina, so var hann somu­leiðis full­vísur í, at Føroyar skuldu síggjast á flísini. Tískil hevur hann bílagt sær tekstin »Robert Viking Younger Faroe Islands«. – Eg eri errin av at vera av føroyskari ætt, og tað helt eg skuldi váttast á flísini, sigur Robert, sum av fleiri orsøk­um kennir seg sum ektaðan víking. Umframt at hann er av føroyskari ætt, Seinni í ár letur ein risastórur leikvøllur upp í Minnesota, sum kostar heilar 7,3 milliardir krónur at byggja. Uttaná verður leikvøllurin klæddur við flísum, og á einari av hesum flísunum verður eitt føroyskt eyðkenni á. Tað hevur Robert Younger, sum er av føroyskari ætt, syrgt fyri FØROYSKT SERMERKI Á RISA LEIK­ VØLLI Í USA Robert Younger og steinurin hjá honum við føroyska áprentinum