mánadagur 25. januar 2016síða 21
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 25. januar 2016 · Nr. 10
ÍTRÓTTUR
so heldur hann við Vikings
og millumnavn hansara er
Viking.
Robert
er
í
løtuni
ikki
greiður
yvir,
hvar
flís hansara fer at verða
staðsett. Orsøkin er tann, at
evstamarkið fyri at keypa
flísarnar ikki er farið enn. So
skjótt sum allir brikkarnir
eru falnir upp á pláss, so at
siga, so fáa allir flísaeigarar
nir boð frá felagnum um júst
hvar teirra flís er.
Í USA er tað siðvenja, at tá
ið heimadystur er, so verður
leiðin løgd framvið eins egnu
flís.
– Eg royni at fara til so
nógvar heimadystir sum til
ber. Tað eru 10 heimadystir
um árið, og vanliga plagi at
vera við til fýra ella fimm av
teimum, greiðir Robert frá.
Fleiri norðurlendingar
Robert Younger er als ikki
einsamallur í Minnesota við
norðurlendskum uppruna.
Sambært hagtølum, so er
Minnesota tann staturin í
Amerika, har flest norður
lendingar halda til. Fyri fýra
árum síðani søgdu hagtøl
ini, at tað í Minnesota vóru
1,6 millión fólk við norður
lendskum uppruna.
– Eg havi ongantíð møtt
nøkrum norðurlendingi í
fyrsta ættarliði her, men
fleiri, sum eru í 4. og 5. ættar
liði. Eg havi ongantíð møtt
nøkrum við føroyskum upp
runa. Eg vildi mett, at tað er
mest av svium og finnlend
ingum, sigur Robert, sum
eiheldur sigur seg hava sæð
nógv til danir.
Robert kennir nøkur før
oysk fólk, sum hann er í fam
ilju við, og hann heldur, at
tað eru líkleiki ímillum føroy
ingar og fólk úr Minnesota.
– Soleiðis sum eg kenni
føroyingar, so eru teir ógvu
liga vinarligir. Eitt, sum fekk
meg til Minnesota og hevur
verið við til at gjørt at eg
framvegis eri her, er tað sama
slagið av blíðskapi. Hóast eg
ikki havi verið í Føroyum í 30
ár, so kenni eg á mær – hóast
eg eri í Minnesota – at eg eri
ein partur av teimum, sigur
Robert Younger at enda.
albinus@sosialurin.fo
Familjan hjá
Robert Younger
Foreldur:
Robert Joseph Younger, f. 1943
Elsibeth Simone Hansen, f. 1932
Systkin:
Marlena Younger, f. 1965
Harry Gregory Younger, f. 1966
Robert Viking Younger, f. 1968
Heidi Beth Younger, f. 1969
Benita Renee Younger, f. 1971
Trixy Marie Younger, f. 1972
U.S. Bank
Stadium
Liðugt: August 2016
Kostnaður: 7,3 mia. kr.
Áskoðarapláss: 65.400
Staður: 900 South 5th Street,
Minneapolis
Eigari: Minnesota Sports Facilities
Authority
Heimalið: Minnesota Vikings