mánadagur 25. januar 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 25. januar 2016 · Nr. 10
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ÍTRÓTTUR
Gott nýggjár Gunnar.
Hvussu er Ísland um
hesa ársins tíð? Fáa
tit vant nakað í FH?
Gott nýggjár! Nú kann veðrið
verða eitt sindur rokaligt her hesa
ársins tíð, men íslendingar hava
bygt rættiliga nógvar fótbóltshallir,
so her eru góðar umstøður at venja
í. So ja, vit koyra á!
Tú hevur fingið ein
nýggja liðfelag í Sonna
Ragnar, hvussu er tað?
Eg haldi tað er spennandi og
deiligt at hava ein landsmann í
hópinum. Einki er at ivast í, at
Sonni hevur førleikarnir til at
koma langt. Og um hann er til
reiðar at arbeiða hart, og hava
neyðuga tolið, sum skal til, so
haldi eg at Sonni kann koma langt
Hvat var hæddarpunktið
í 2015?
Ítróttarliga var sigurin á Grikka
landi á Tórsvølli ein fantastisk
uppliving. At vera partur av
onkrum, sum er við til at gleða
so nógv fólk, og kenslan av at eitt
heilt samfelag samlast um okkurt
er heilt serlig.
Uttanfyri vøllin var tað at blíva
giftur við Kristinu. Hon hevur
fylgt mær trúføst øll hesi árini
uttanlands, sjálvt um tað ikki
altíð hevur verið líka lætt. Tað eri
eg henni sera takksamur fyri, og
tað ger meg glaðan, at kunna siga
at hon er kona mín
Hvat er málið hjá
tær fyri 2016?
At blíva meistari við FH. Og blíva
við at betra og menna meg sum
málmaður. Og so er mín plan fyri
2016 eisini at vera raskur við skúla
gongdini hjá mær!
Hvør er tín inspriatión
fyri tíðina?
Eg veit ikki um eg havi eina
ávísa inspriatión, men fólk við
mótgangi, sum eru alíkavæl eru
positiv gevur mær altíð íblástur.
Tað er bæði í fótbólti og í lívinum
sum heild
Vikan ið fór
Føroyski rennarin, Marna Egholm,
vinnur sannførandi Garmin
trail-kapping í Danmark
Bára Skaale Klakstein verður
sett sum U15 landsliðsvenjarin
í gentulandsliðnum í fótbólti
Barcelona spælarin, Javier
Mascherano, verður dømdur
eitt árs fongulsrevsing
fyri skattasvik á umleið
tíggju milliónir krónur.
Hann kann tó betala seg
úr fongsulsrevsingini
Tá føroyska kvinnulandsliðið skal
royna seg í HM/EM kappingini í
flogbólti seinni í ár, verður tað
við sørvinginum Jóhan Petur á
Stongum sum høvuðsvenjara,
og Kristian Mikkelsen sum
hjálparvenjara. Tað boðar
Flogbóltssamband Føroya frá
Fótbóltssambandið hevur
fingið áheitan, um at
broyta reglugerðina, so
norðurlendingar ikki telja
sum útlendingar í føroyskum
fótbólti, tí tað ikki er í trá
við samtyktina um frían
arbeiðismarkna í norðurlondum
...við ítróttinum
ÍTRÓTTAR UMMÆLI
5 SKJÓTIR
Hetta
er
bókin
um
danska
áleyparan, Peter Graulund, sum
hevur útmerkað seg í donskum
fótbólti
sum
áleypari
fyri
Brøndby og AGF, sum eru tvey
feløg við nógvum viðhaldsfólkum.
Tað er ikki óvanligt, at eg lesi
tvær ella tríggjar bøkur um somu
tíð. Tær kunnu millum annað
liggja á ymiskum støðum. Ein á
náttborðinum og ein á vesinum.
Hendan hevur staðið á vesinum
so leingi, at hon helst best hóskar
seg sum vesipapír. Eg kann ikki
minnast, at eg havi brúk so langa
tíð, um at royna at koma gjøgnum
ein fótbóltsbók, ið er løtt at lesa,
sum hendan.
Peter Graulund er gløggur
maður og mær dámar hann væl
sum viðmerkjara hjá TV3. Eg
minnist hann eisini væl, tá hann
var í hæddini. Tá fylgdi eg eisini
væl við í donskum fótbólti, og
búði eitt skifti í Danmark. Tí
var tað eisini við eitt sindur av
spenningi, at setti meg við bókini.
Eg havi fyrr ummælt bøkurnar
hjá David Nielsen, Stig Tøfting og
Martin Jørgensen. Ymsikar, men
allar rímiliga góðar, tí danskarar
duga at framleiða ítróttartilfar.
Serliga David Nielsen var góð,
men upp á ein øðrvísi máta.
Bókin um Peter Graulund
stendur enn á vesinum. Eg blívi
ikki liðugur at lesa hana, tí hon
er óvanliga langdrigin, og tilfarið
er bara ikki spennandi nokk.
Kanska fyri ein AGF fjeppara,
men hetta er higartil vánaligasta
fótbóltsbókin eg havi lisið. Peter
Graulund er erligur í bókini, sum
annars sær gott út. Tí velji eg at
skáa bókini eitt sindur og geva
tvær, heldur enn eina stjørnu.
LES HANA UM: Tú er totalt Peter
Graulund fjeppari, ella kanska
AGF fjeppari. Hasi bæði hanga
nokk saman.
IKKI HYGGJA EFTIR HONUM: Tú
væntar ein bók í sama flokki sum
hinar donsku fótbóltsævisøgurnar
HVUSSU ER DOKUMENTARURIN
AT HYGGJA EFTIR: Bókin sjálv er
væl gjørd, og tað er ikki galið við
skrivingini, men tilfarið er bara
ikki spennandi nokk.
HVAT SIGUR TÚ? Keyp heldur
okkurt annað
Í hesum táttinum umrøða vit ítróttarbøkur. Hetta eru bøkur, sum vit hava lisið og meiningarnar eru allar okkara egnu...
★★★★★★
FAKTA Peter Graulund er í dag 39 ára gamal og arbeiðir hjá TV3, sum hevur rættindini til millum annað danskan og enskan fótbólt. Hann er er ein
fótbóltshetja í Aarhuus, har hann spældi frá 2006 til 2012. Hóast hann bleiv toppskjútti í 2001, so spældi hann aldrin á danska landsliðnum
Jurgen Klopp, venjari hjá Liverpool, hvørs brillur
brotnaðu, tá Liverpool skoraði til 5-4 í evstu løtu
Ove Christensen, venjari hjá Vendsyssel FF
– Eg plagi at hava einar eyka brillur við, men
tað er torført at finna brillur uttan brillur
– Brandur er eisini ein málrættaður leikari, sum passar
væl inn í hópin hjá okkum. Hann er ein vinnari, og so
hevur hann eisini eitt gott sinnalag til at spæla fótbólt
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Gunnar Nielsen
Aldur: 29
Ítróttur: Yrkisspælari í FH í Íslandi
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1
Hvussu eitur týska felagið, sum Jóan Símun Edmundssen
royndarvandi við herfyri?
2 Hvussu eitur íslendski landsliðsvenjarin hjá Danmark í
hondbólti?
3 Hvør hevur metið fyri flest mál á danska landsliðnum hjá
monnum nakrantíð?
4 Hvussu langt er eitt maraton?
5 Tað eru tvær rennibreytir í Føroyum. Ein er í Havn, hvar
er hin?
6 Hvussu nógvir metrar er tað runt eina rennibreyt á geil 1?
7 Hvør er nýggjur landsliðsvenjari í flogbólti?
8 Hvør er spælarin á myndini?
?
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
Quizzin, svar: 1: Arminia Bielefeld 2: Guðmundur
Guðmundsson 3: Lars Christiansen (1503 mál)
4: 42.195 kilometrar 5: Toftum 6: 400 metrar
7: Jóhan Petur á Stongunum 8: Cristiano
Ronaldo
Peter Graulund Eg eri nummar 11