Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-25, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. januar 2016síða 23

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 25. januar 2016 · Nr. 10 ÍTRÓTTUR Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Teitur Joensen Neli Heldarskarð Pætur E. Jensen Í farnu viku kom fram, at Fótbóltssamband Føroya hevur arbeitt við eini ætlan, um at spæla 14. heima­ dystin á Tórsvølli. Av tí, at tað verður spælt tríggjar ferðir móti hvørjum, so fáa fimm lið fyrimun av at hava 14 heimdystir, men hini fimm bara fáa 13 heima­ dystir. Í løtuni er deilingin, at fimm tey ovastu fáa ein eyka heimadyst. Tað eru tey somu liðini, ið fáa allar UEFA milliónirnar, og gjarna eru millum tey stóru feløgini. Í kjakinum um at fáa ein javna skipan í føroyskan fót­bólt, so hevur verið tosað um, at millum annað 14. heim­dysturin bara er enn ein liður í gjógvini, sum veksur millum topp og botn. Tað er nú avmarkað hvussu nógv ein heimadystur flytur, men uppskotið hjá Róin Schrøter og FSF er ein byrjan til eitt kjak, sum vit mugu til at taka í føroyskum fótbólti. Uppskotið leggur millum annað upp til, at dystirnir verða spælir á Tórsvølli, at tað verður gjørt tíðliga í kappingini, so tað órógvar sum minst, at talan er um dystir, ið ikki kunnu roknast sum stórdystir ella gannauppgerðir. Tí verður talan um minni áhugaverdir dystir, ið skulu spælast á Tórsvøll – helst fríggjakvøld. Síðani er ætlanin, at teir skulu stroymast, og annars gera nógv buruturúr. Uppskotið er longu útsett fyri 2016, tí ov stutt tíð er til at viðgera málið, sum longu hevur møtt ávísari mótstøðu. Vit hava fyrr umrøtt her í klummuni, at føroyskur fótbóltur eisini mál tora at tillaga seg. Her kann nevnast, at liðini í eysturoynni hava flutt dystir, so fólk kunnu fara til fleiri dystir. Aðrastaðni flyta tey dystir, so teir ikki renna saman við størstu dystirnir í altjóða fótbólti. Ein trupulleiki, sum vit fáa í summar, tá EM er í Fraklandi. Fleiri halda, at tað ikki er uppgávan hjá okkum at flyta dystir her heima, men tað er ein sannroynd at áskoðaratalið minkar í hvørjum. Vit mugu gera okkurt. Eg havi fyrr víst á, at eitt nú hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið ikki skulu spælast sama dag. So verður mest møguligt fokus á tí eina dystinum. Eg haldi, at vit skulu tora at bróta upp úr nýggjum. Vit kunnu altíð fella aftur til tað gamla. Tora at royna nakað nýtt Ítróttar KLUMMAN Tróndur Arge EINKI HOKUS POKUS Tróndur Arge Føroysk svimjing er í menn­ ing. Síðani ársskiftið hava fleiri met verið tikið. Um vikuskiftið var Reykjavik International Games 2016 stevnan í Íslandi. Samanlangt settu før­ oysku svimjarar­nir níggju føroysk met, og 14 føroysk junior­met. Sára Ryggshamar Nysted fór eitt longri og setti stevnu­met í 200 blandað. Í opna bólkinum vunnu føroysku svimjararnir seks gull­heiðurs­merki, níggju silv­ur og sjey bronsur. Í yngra bólkinum vunnu vit trý gull, fimm silvur og fimm bronsur. Jólavenjing og Páls Høll Jón Bjarnason, venjari hjá SuSwim og Sáru R. Nysted, sigur at nógv venjing á jólum, og Páls Høll er orsøkin til, at tað ber til at srta so nógv met í januar mánaði. – Okur gjørdu nakað heilt serligt á jólum. Vit vandu hvønn tann einasta dag – eisini jólaaftan. Okur hava meira pláss nú nýggja høllin er komin. Sova nokk, eta skilagott og venja nógv. Einki hokus pokus, sigur Jón Bjarnason. Við Páls Høll hevur Su­ Swim eisini fingið heilt aðrar umstøður at venja í. Tað ger tað møguligt at venja meir. – Páls Høll gevur okkum nógv fleiri møguleikar. Fyrr vóru okur noydd at at deila ein lítlan 25 metur hyl við almeningin. Nú hava okur tríggjar geilir á 50 metrar. Hevði eg allan hylin, sum fótbólturin ella hondbólturin hevur allan vøllin, so vóru okur enn øgligari, sigur Jón Bjarnason, ið tók leggur dent á, at tað ikki skal skiljast grenj, men bara ein staðfesting. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Jón Bjarnason hevur fingið hugskotið at venja á jólum. Hann gjørdi tað sama við Páli V. Joensen fyrr. Hava vunnið í Gen-lotto Jón Bjarnason er ikki í iva um, at SuSwim hevur nakrar svimjarar, ið kunnu røkka langt. Tað er bara ein spurningur um hvat fyri mál tey seta sær. – Eg havi nakrar svimjar­ ar, sum trúgva mær, tá eg sigi, at eg kann leiða tey allan vegin. Tað er bara ein spurningur um at vilja gera arbeiði, sum skal til, sigur Jón Bjarnason og leggur afturat: – Onkur av teimum hevur vunnið í »gen-lotto«, og hevur viljan at brúka vinningin skilagott. Eg meti at eg havi funnið onkran annan enn Pál V. Joensen. Sára fjórðbest Sára Ryggshamar Nysted, sum millum annað setti stevnumet í 200 blandað, Tað gjørdi, at hon fekk fjóðflest FINA stig, sum er altjóða styrkislistin hjá altjóða svimjisambandinum. Hon fekk samanlagt 724 FINA stig. Tey trý. Sum fingu fleiri stig enn hon, hava øll vunnið seg til OL í Rio. Tað er ongin ivi um, at 15 ára gamla Sára hevur møguleikan at røkka langt. Hon svam millum annað skjótari 22 rygg á RIG, enn OL vinnarin frá 2012 í London gjørdi, tá hon var 15. Hóast tað, so er ótrúliga langt á mál, sigur Jón Bjarnason, sum tó heldur at tað ger, at føroyskir svimjarar eisini kunnu seta sær høg mál. – Alt ber til. Tú skal bara arbeiða nógv hart og tora at droyma tað, sigur Jón Bjarnason at enda. Føroysku svimjararnir koma aftur til landið í dag. trondur@sosialurin.fo Føroysku svimjararnir hava sett eitt ótal av metum, og vunnið fleiri heiðursmerki á RIG 2016, sum var í Reykjavík um vikuskiftið. – Venja hvønn dag, eta við skili, sova nokk, og betri umstøður. Einki hokus pokus, sigur Jón Bjarnason um stóru framgongdina