mánadagur 25. januar 2016síða 27
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
4
Januar 2016
1
Árni Gregersen
Hann er ikki serliga vælkendur í al
menna rúminum, nýggi næstfor
maðurin í kommisiónini, sum skal
gera uppskot til nýggja føroyska
fiskivinnuskipan.
Hans Ellefsen eitur hann. Hann er
42 ára gamal havnamaður, bitin av
tølum og búskaparteorium.
Útbúgingina, sum cand.scient.
oecon hevur hann tikið á lærda
háskúlanum í Keypmanna
havn og royndirnar í búskapi
hevur hann fyri ein stóran part
fingið í Landsbanka Føroya í
tíðarskeiðnum 1998 til 2007,
og sum skrivari í Búskapar
ráðnum síðan 2014.
Men sjálvt um hann av
mongum
verður
nevndur
teoretikari og ikki hevur pissað
í saltan sjógv, so hevur hann
havt stóran áhuga fyri før
oysku fiskivinnuni í mong ár.
Í veruleikanum var tað Hjalti í
Jákupsstovu, stóri á Havstovuni,
sum beindi Hans Ellefsen inn á fiski
vinnubúskapin.
Seinastu tvey árini hevur hann
verið partur av føroyska samráð
ingartoyminum, sum samskiftir við
onnur lond um kvotur og ger altjóða
avtalur um svartkjaft, sild og makrel.
Vit venda aftur til, hvat Hans
Ellefsen annars hevur tykist við og
hansara víðari útbúgving.
Næstformaður
við eyka heimildum
Men lat okkum fyrst hyggja at
nýggja álitisstarvinum, hann hevur
fingið.
Landsstýrismaðurin
við
fiski
vinnumálum, Høgni Hoydal, Tjóð
veldi, setti í seinastu viku nevndina,
sum skal fyrireika og gera uppskot
til, hvussu føroyska fiskivinnan skal
skipast komandi árini.
Tað tók drúgva tíð hjá landsstýris
manninum at skipa nevndina, tí longu
tá ið samgongan tók við í september,
boðaði landsstýrismaðurin frá, at ein
slík nevnd skuldi setast.
Og sjálvt um nevndin var á trapp
uni í fleiri mánaðir, so var tað ikki fyrr
enn í seinastu viku, at hon var al
mannakunngjørd.
Johnny í Grótinum, búskapar
frøðingur, er formaður, men hann er
eisini nýsettur stjóri á Landssjúkra
húsinum. Tað starvið noyðist hann at
røkja fult, samstundis sum hann er
formaður í nýggju nevndini.
Tí er nevndin skipað við einum
formansskapi, har júst Hans Ellefsen
er næstformaður. Kortini ikki ein van
ligur næstformaður í einari slíkari
nevnd, men næstformaður við víðk
aðum heimildum.
Í praksis vil hetta siga, at tað í
stóran mun verður búskaparfrøð
ingurin
av
Fróðskaparsetrinum,
Hans Ellefsen, sum skal skipa og
leggja arbeiðið hjá kommisiónini og
skrivaratoyminum til rættis, meðan
Johnny í Grótinum er formaður og
sjálvandi hevur seinasta orðið, bæði í
nevndini og tá ið nevndin skal melda
alment út.
– Sum tú hoyrdi á tíðindafund
inum, so hevur nevndin avgjørt, at
vit ikki úttala okkum um, hvat tað
er vit gera fyrr enn vit leggja okkurt
fram, so tú fært meg ikki at siga
serliga nógv um, hvussu eg haldi
fiskivinnan skal skipast. Tað má
bíða.
Hans
Ellefsen
situr
á
lítlu,
spartanskt innrættaðu skrivstovu
síni í bygninginum hjá Fróðskapar
setrinum í Fríðrik Petersengøtu.
Síðani november hevur hann
havt fæst starv á Setrinum og her
undir skrivari í Búskaparráðnum. Tað
er soleiðis, at Setrið eftir summar
frítíðina bjóðar út eina útbúgving
í búskapi og hesi frálæru er Hans
Ellefsen ein partur av.
– Men tað er rætt, at nú og til
1.august fari eg at hava rættuliga
nógv at gera við arbeiðinum í nýggju
nevndini, sum landsstýrismaðurin
hevur sett. Eg dugi væl at síggja, at
hetta er eitt krevjandi arbeiðið, men
tað skal gerast, so tað fari eg sjálv
andi at kasta meg yvir, sigur Hans
Ellefsen.
Uppgávan
Nevndin hevur enn ikki lagt nakra
arbeiðsætlan, men fyrsti fundurin
verður fríggjadagin, har ætlanin er at
leggja arbeiðið til rættis.
Tað er ikki soleiðis, at nevndin
hevur fingið fríar hendur at skipa
fiskivinnuna í Føroyum eftir egnum
høvdi.
Nevndin hevur fingið ein arbeiðs
setning, sum byggir á tað, sum sam
gongan vil hava.
Við øðrum orðum er politikkurin á
økinum defineraður frammanundan,
meðan tað so fyrst og fremst er upp
gávan hjá nevndini at gera uppskot
til, hvussu defineraðu málini skulu
røkkast.
Nevndin – ella kommisiónin – er
mannað við níggju fólkum. Nevndin
hevur eitt skrivaratoymi við trimum
fólkum og harumframt skulu
tveir fylgibólkar setast, sum
við jøvnum millumbilum skulu
hoyrast. Talan er um ein bólk,
sum umboðar vinnuna og ein
politiskan fylgibólk.
Gjørdi PhD
Hans Ellefsen hevur útbúgvið
seg víðari og endaði í 2013
eina PhD. Hann granskaði
makrel og hvussu hann mest
rættvíst verður deildur millum
lond, sum hava áhuga í at
fiska hann.
Makrelur er pelagiskur fiskur, sum
ferðast nógv og er á leiðum hjá fleiri
ymiskum londum. Sjálvt býtið millum
hesi londini er partur av ritgerðini.
Helst er tað hendan ritgerð, sum
hevur gjørt hann til ein fastan part
av føroyska samráðignartoyminum,
sum hvørt ár hevur samráðingar um,
hvussu uppsjóvarfiskurin skal být
ast millum strandalondini á okkara
leiðum og hini londini her á leið,
sum ikki eru strandalond. Herluf
Sigvaldsson hevur seinasta hálvt
triðja árið veriðá odda fyri føroysku
samráðingarnevndini um pelagiskan
fisk.
– Eg haldi vit kunnu siga tað so
leiðis, at mín leiklutur í stóran mun
er at rokna og koma við grundgev
ingum fyri, hví vit vilja hava so ella so
stóran part av samlaðu kvotunum av
makreli, svartkjafti og sild, sigur Hans
Ellefsen.
Tá ið Herluf Sigvaldsson tók við
sum samráðingarleiðari við einum
samráðingartoymi har Hans Ellefsen
eisini var við, var støðan ikki serliga
góð. ES boykottaði Føroyar og ongin
semja var millum Føroyar og ES um
makrelin.
Síðani er tað eydnast at fáa avtalu
við ES um makrelin og partvíst
sildina, men í ár sær ikki serliga gott
Hans Ellefsen
Ókendur í
almenninginum,
men við drúgvum
royndum
HANS ELLEFSEN, BÚSKAPARFRØÐINGUR, VERÐUR Í STÓRAN MUN TOGHALDARI Í
NÝGGJU FISKIVINNUNEVNDINI HJÁ HØGNA HOYDAL, LANDSSTÝRISMANNI
Nevndin avgjørt, at vit ikki
úttala okkum um, hvat
tað er vit gera fyrr enn
vit leggja okkurt fram
Nýggi næstformaðurin í
kommisiónini, sum skal gera
uppskot til nýggja føroyska
fiskivinnuskipan,
Hans Ellefsen
Mynd: Álvur Haraldsen