Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-25, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. januar 2016síða 28

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 5 Januar 2016 1 út við avtalum fyri sild og svart- kjaft. Ongin semja er um svartkjaft. Londini áseta sær egnar kvotur og tað sama er við norðhavssildini. Føroyar hava seinastu árini ásett sær eina kvotu uppá 40.000 tons av norðhavssild. Í veruleikanum er fiskiskapurin eftir sildin hjá føroy­ ingum skipaður eftir einari avtalu, sum ES og Føroyar hava gjørt, men sum hini londini – serliga Noreg – ikki vilja góðtaka. Viðvíkjandi makrelinum er avtala millum strandalondini, men hvørki Ísland, Russland ella Noreg eru part­ar av hesi avtaluni. Hini londini hava tillutað teimum 15,6 prosent av heildar­kvotuni, men kortini hava tey fiskað væl meira enn tað. – Hetta eru slíkar samráðingar, har vit allatíðina koma við grund­ gev­ingum fyri, hví vit eiga at fáa so ella so stóran part av heildarkvotuni. Argu­mentini verða ikki altíð góðtikin, men soleiðis verður arbeitt frá øllum pørtum – og tá ið væl gongur, so fæst semja. Annars ikki, sigur Hans Ellefsen. arni@sosialurin.fo Eg dugi væl at síggja, at hetta er eitt krevjandi arbeiðið, men tað skal gerast, so tað fari eg sjálvandi at kasta meg yvir HANS ELLEFSEN PH.D, VARDI SÍNA RITGERÐ VIÐ SYDDANSK UNIVERSITET Í ESBJERG Árni Gregersen Ritgerðin hevur heitið: »Essays on Strategic Management of Shared Fish Stocks Applied to the Pelagic Complex in the North East Atlantic«. Hans Ellefsen var innskrivaður við Syddansk Universitet í trý árini, men gransking hansara er eis­ini í stóran mun farin fram við UCSD, University of Southern California. Høvuðsvegleiðari hevur verið Lone Kronbak lektari á Syddansk Universitet og Røgnvaldur Hannes­son professari á Norges Handels­højskole hevur verið hjálpar­vegleiðari. Hans Ellefsen legði sína gransking fram í Esbjerg. Hann greiddi frá ferða­mynstrinum hjá pelagisku fiska­sløgunum í Norður­atlants­havi, og vísti, hvussu kompleks myndin við­víkj­ andi samstarvi millum londini er. Í granskingini hevur Hans Ellefsen brúkt spælteori fyri at greina atburðin hjá ymisku lond­ unum í fiskiveiðuavtalunum. Spæl­teori er ein týðandi partur av bú­skapar­frøðini, sum verður nógv nýtt, tá ið stórar avtalur skulu gerast. Ein av stóru spurning­ unum, sum Hans Ellefsen spurdi í síni gransking var: Hvussu kunnu meiri stabilar avtalur gerast? – Tvær av orsøkunum til væl­ virk­andi avtalur eru, at lond mugu hava »eina gularót« fyri at vilja samstarvið. Eisini mugu lond revs­ast, um tey ikki fylgja av­tal­ uni, segði Hans Ellefsen millum ann­að undir verjuni. Granskingin vísir til dømis, at tað kann loysa seg hjá einum lítl­um spælara, sum Føroyum at bróta út úr eini samstarvsavtalu, tí Føroyar fáa meiri við at vera uttan­fyri. Fyri ein stóran spælara sum ES ber ikki til at bróta úr eini av­talu, tí tey fáa minni burtur úr einsa­møll. Samstundis mugu tey eis­ini geva mest í einum sam­ starvi. Granskingin vísir, at tað í millumlanda avtalum við fiska­ stovn­um loysir seg at gera av­ talur, har fleiri fiskasløg eru partur av avtaluni. So sum at gera eina av­talu fyri allan pelagiskan fisk. arni@sosialurin.fo Hetta gjørdi hann PhD-ritgerð um Fiskivinnunevndin Bólkurin er mannaður við hesum fólkum: ■ Johnny í Grótinum, stjóri - Búskaparfrøðingur formaður ■ Hans Ellefsen, adjunktur – PhD, búskaparfrøðingur, næstformaður ■ Árni M. Dam, sjálvstøðugur - skipari og handilsútbúgving, nevndarlimur ■ Eydna í Homrum, fiskifrøðingur – PhD, lívfrøðingur nevndarlimur ■ Herálvur Joensen, stjóri – løgfrøðingur, nevndarlimur ■ Kristina Samuelsen, advokatur – løgfrøðingur, nevndarlimur ■ Egil Olsen, fiskivinnuráðgevi – fiskivinnufrøðingur, nevndarlimur ■ Unn Laksá, granskingarleiðari – PhD, stjórnmálafrøðingur, nevndarl. ■ Malan Johansen, deildarleiðari – búskaparfrøðingur, nevndarlimur Afturat arbeiðsbólkinum er sett eitt skrivaratoymi (sekretariat) við hesum fólkum: Herit V. Albinus, handilsskúlalærari, búskaparfrøðingur, Jens Helgi Toftum, fulltrúi, fiskivinnufrøðingur og Rúna F. Guttesen, fulltrúi, løgfrøðingur Hans Ellefsen greiddi frá ferða­mynstrinum hjá pelagisku fiskasløgunum í Norður­atlants­havi modellmynd