mánadagur 25. januar 2016síða 29
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
6
Januar 2016
1
Eyðfinn Reyðberg
Føroysku bilsølurnar koma væntandi
út við góðum fíggjarligum úrsliti, tá
roknskapirnir fyri 2015 verða tøkir
seinni í summar. Tað hevur verið
stór framgongd í søluni, síðan sølan
av nýggjum persónbilum eftir bert
tveimum árum minkaði við 62 pro
sentum frá gamla metárinum 2007
til kreppuárið 2009.
Í 2007 vóru 1.814 nýggir persón
bilar seldir í Føroyum og hetta var
met. Í 2006 vóru seldir eins nógvir
nýggir persónbilar sum í 2007.
Árið eftir í 2008 minkaði sølan
við einum triðingi og kom niður á
1.240 nýggjar persónbilar. Í 2009
minkaði sølan aftur munandi tá
sølan minkaði við 44 prosent og
kom niður á bert 693 nýggjar bilar.
Sølan av nýggjum persónbilum
minkaði sostatt við 1.121 bilum frá
2007 til 2009.
Seks ár við hækkandi sølu
Síðan ringasta árið í 2009, er sølan
av nýggjum bilum hækkað á hvørj
um ári síðani, fyri at seta nýtt met í
2015.
Hesi seinastu trý árini, er sølan
hækkað við 26 prosent í 2013, 16
prosent í 2014 og 12 prosent í 2015.
Tilsamans er sølan hækkað við 64
prosentum hesi seinastu trý árini.
Góð avlop
Avlopið hjá teimum føroysku bilsøl
unum hevur verið støðugt hækkandi
seinastu fimm árini úr einum saml
aðum avlopi áðrenn skatt uppá eina
milljón krónur í 2010 til eitt samlað
avlop í 2014 uppá 23 milljónir krónur.
Tey ringu árini í 2008 og 2009
góvu bilsølurnar eitt hall uppá til
samans 20 milljónir krónur.
Samlaða avlopið hjá føroysku
bilsølunum hevur verið 65 milljónir
krónur seinastu fimm árini, og
verður støðið tikið í bilsøluni í 2015
kann væntast, at samlaða úrslitið
hjá hesi vinnugrein fer at liggja um
25 milljónir krónur áðrenn skatt fyri
2015.
Framtíðin
Tá hugt verður eftir søluni av nýggj
um privatbilum til føroyingar sæst
tíðuliga, at sølan søguliga sæð av
speglar búskaparligu gongdina í
samfelagnum.
Um framtíðin avspeglar gongdina
undanfarin ár, kann væntast at sølan
í 2016 verður ein nøkurlunda sama
metstøði sum í 2015, fyri síðan at
falla aftur.
ONGANTÍÐ ÁÐUR HAVA SO NÓGVIR NÝGGIR PERSÓNBILAR
VERIÐ SELDIR Í FØROYUM SUM Í FJØR. FØROYSKA SØLAN
SETTI MET VIÐ 1.822 NÝGGJUM PERSÓNBILUM
-
200
400
600
800
1.000
1.200
1.400
1.600
1.800
2.000
2004
2005
2006
2007
2008
2009
2010
2011
2012
2013
2014
2015
-
5.000
10.000
15.000
20.000
25.000
2010
2011
2012
2013
2014
SØLA AV PERSÓNBILUM Í FØROYUM FRÁ 2004 TIL 2015
BILASØLUR Í FØROYUM ÚRSLIT ÁÐRENN SKATT 2010-14
Bilasølur
Sølan av
nýggjum
persónbilum
setti met
Síðan ringasta árið í 2009,
er sølan av nýggjum bilum
hækkað á hvørjum ári síðani,
fyri at seta nýtt met í 2015
Mynd: Álvur Haraldsen