Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-25, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. januar 2016síða 30

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 7 Januar 2016 1 Fýra bilmerki eiga helmingin av marknaðinum Waag er nú størst WAAG & CO. HEVUR IKKI BERT HAVT BESTU ÚRSLITINI MILLUM FØROYSKU BILSØLURNAR SEINASTU ÁRINI, NÚ SELIR BILSØLAN EISINI FLEST PERSÓNBILAR TIL FØROYINGAR Eyðfinn Reyðberg Greining av sølutølunum fyri 2014 og 2015 av nýseldum privatbilum í Føroyum vísir, at tað serstakliga eru bilsølurnar Waag & Co. og Reyni Service, sum sita fast á søluni av bilum til føroyingar. Sølan av privatbilum hækkaði í 2015 við útvið 200 bilum upp í góðar 1.800 seldar privatbilar, og tað er serliga Waag & Co. sum hevur tikið størsta partin av vøkstr­inum í søluni. Hetta ger, at marknaðar­part­ urin hjá Waag & Co. í 2015 kom uppá 30 prosent, móti einum marknaðarparti uppá 26 prosent í 2014. Tað er ein stórur vøkstur, sum liggur aftanfyri hjá Waag & Co. tí bil­sølan hjá teimum er hækkað við 30 prosent eftir bert einum ári. Reyni Service og Auto Service, sum eru partur av sama sam­taki, høvdu størstu bilsøluna av privat­ bilum í 2014 og árini framman­ undan, men teirra marknaðar­ partur lækkaði í 2015 úr 33 pro­sent í 2014, niður í 29 prosent í 2015. Sølan av nýggjum privatbilum hjá Reyni Service og Auto Service stóð í stað í 2015, tá samanborið verður við 2014, og við stóra vøkstrinum hjá Waag & Co. eydn­ aðist tað teimum av taka fyrsta­ plássið í 2015. Eisini samtakið hjá Wenzel og Bilasøluni hevði framgongd í 2015. Serliga var tað Bilasølan sum gjørdi tað sera gott í 2015. Bilasølan hevði eina framgongd í søluni av privatbilum uppá heili 125 prosent í 2015, tá samanborið verður við søluna í 2014. Bilasølan stendur fyri øllum vøkstrinum hjá samtakinum, tá sølan hjá Wenzel lækkaði við átta prosent í 2015. So mikið stór var framgongdin hjá Bilasøluni, at marknaðarparturin hjá samtak­ inum hækkaði við fýra prosent upp í 24 prosent í 2015. Marknaðarparturin hjá Berg Motors stóð í stað, og er hann fram­vegis 12 prosent. Samtakið Nordbil og Nordcar høvdu verri sølu í 2015 enn í 2014. Talan er um eina minking í søluni uppá 42 prosent frá 2014 til 2015, ein minking sum umfatar báðar bila­sølurnar í samtakinum. post@sosialurin.fo Mitsubishi ger eitt risalop og trýstir Ford niður á sølulistanum. Mitsubishi er stóri vinnarin tá talan er um framgongd í sølu í 2015. 210 nýggir Mitsubishi bilar komu á før­oysku vegirnar í 2015. Hetta er 113 bilar meira enn í 2014 tá sølan var 97 bilar. Stóra framgongdin ger, at Mitsu­ bishi fer av fimta plássi í 2014 upp á eitt triðja pláss í 2015. Annar vinnarin í 2015 var Volks­ wagen sum seldi 138 bilar í 2015. Í 2014 var sølan av Volkswagen 50 bilar, so talan er um eina framgongd í søluni uppá 88 bilar í 2015. Stóru tapararnir í 2015 eru Suzuki, sum misti 31 prosent av síni sølu og Volvo sum misti 35 prosent av síni sølu. post@sosialurin.fo FÝRA BILMERKI STANDA FYRI MEIR ENN HELMINGINUM AV SØLUNI AV PRIVAT­BILUM TIL FØROYINGAR Søla nýggir persónbilar 2015 2015 Prosent Toyota 286 16% Citroen 264 15% Mitsubishi 210 12% Nissan 153 8% Ford 146 8% Volkswagen 138 8% Kia 104 6% Mercedes Benz 66 4% Suzuki 63 3% Audi 54 3% Øll onnur bilsløg 333 18% Seldir persónbilar í 2015 1.817 100% Søla nýggir persónbilar 2014 2014 Prosent Toyota 302 19% Citroen 254 16% Ford 138 8% Nissan 131 8% Mitsubishi 97 6% Suzuki 91 6% Kia 81 5% Volvo 75 5% Mercedes Benz 67 4% Peugeot 51 3% Øll onnur bilsløg 342 21% Seldir persónbilar í 2014 1.629 100% Marknaðarbýti av seldum persónbilum í 2014 Reyni Service / Auto Service 33% Waag & Co. 26% Wenzel / Bilasølan 20% Berg Motors 12% Nordbil / Nordcar 9% Marknaðarbýti av seldum persónbilum í 2015 Reyni Service / Auto Service 29% Waag & Co. 30% Wenzel / Bilasølan 24% Berg Motors 12% Nordbil / Nordcar 5%