mánadagur 25. januar 2016síða 31
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
Januar 2016
8
1
Eirikur Lindenskov
Hjá vanliga fólkinum á arbeiðsmarknaðinum
ber til at máta ella rokna út, hvussu nógv tey
fáa í eftirløn, og hvussu nógv tað fer at kosta.
Tí vanligi arbeiðstakarin rindar sjálvur sína
eftirløn.
Men tað gera tingfólk ikki. Tey fáa eina
tænastumannaeftirløn, sum er 60 prosent
av tinglønini.
Tingfólk hava sjálvi avgjørt, at tey eisini
skulu hava tann framíhjárætt fram um onnur,
at tey kunnu fara frá við eftirløn sum 60 ára
gomul.
Reglan er tann, at um aldurin á tingfólki
+ tvær ferðir starvsaldurin gevur talið 95 ella
hægri, so kann tingfólk fáa eftirløn frá 60 ára
aldri.
Útrokningarnar her á síðuni vísa, at
meirilutin av tingfólkunum, sum sita á tingi í
dag, kunnu fara frá við eftirløn, tá tey eru 60
ár. Hjá fleiri teirra er tað sjálvsagt ein treyt, at
tey skulu afturveljast.
Siga vit, at tingfólk er 59 ár og hevur sitið á
tingi í 18 ár, so verður talið 59+36 = 95. Hetta
tingfólkið kann fara frá við fullari løgtings
pensjón sum 60 ára gamalt.
Av teimum 41 fólkunum, sum sita á tingi
og í landsstýri, lúka 9 hesa treyt í dag. 4
tingfólk eru oman fyri pensjónsaldurin upp á
67 ár – og øll hini klára at fara frá, áðrenn tey
fylla 67 ár, um tey altso verða afturvald nakrar
ferðir fyri ta tíð.
Tey 17 fólkini, sum kunnu pensjónserast,
tá tey eru 60 ár, og tey 12 fólkini, sum kunnu
pensjónerast meðan tey eru ímillum 60 og 67
ár skulu taka støðu til, hvussu okkara nýggja
pensjónsnýskipan skal síggja tú. Tey skulu
eisini taka støðu til, um pensjónsaldurin skal
hækka úr 67 ár upp í 70 ella meira.
Men fara tey eisini at hækka teirra egna
pensjónsaldur, sum er staðfestur við serligari
lóg?
Tað er óvist. Tí tað er siðvenja, at tá um
støður hjá politikarum verða broyttar til tað
verra, so er tað bara galdandi fyri tey, sum
verða vald aftaná, at broytignin er gjørd. Er
broytingin til fyrimun fyri politikarar, so er hon
galdandi fyri tey sum sita nú og frameftir.
Lógin um eftirlønina hjá landsstýrisfólki
varð normaliserað í fjør, og tá varð hesin ser
ligi framíhjárættur til eftirløn tikin burtur.
Nátúrligt er tí at hugsa sær, at lógin um
eftirlønina hjá tingfólki eisini verður verður
broytt. Men hon verður valla galdandi fyri tey,
sum í dag mynda politisku skipana – kenna
vit tingfólk rætt.
Pensión
Tingfólk
fáa stóran
pensjóns-
fyrimun
TINGFÓLK, SUM SKULU TAKA STØÐU TIL, UM PENSJÓNSALDURIN
HJÁ FÓLKINUM SKAL HÆKKAST ÚR 67 UPP Í TIL DØMIS 70 ÁR,
KUNNU SJÁLVI FARA FRÁ VIÐ FULLARI EFTIRLØN, TÁ TEY ERU 60 ÁR
ARBEIÐA 16 ÁR
TIL FULLA PENSJÓN
Í mun til aðrar tænastumenn, sum skulu
arbeiða í 37 ár fyri at fáa fulla eftirløn, so
skulu tingfólk bara arbeiða í 16 ár fyri at
røkka fullari eftirløn
Pensjónsaldurin í Føroyum er 67 ár. Tá
kunnu øll fara av arbeiðsmarknaðinum við
pensjón. Við almennari fólkapensjón og
Samhaldsfasta – og við privatu pensjónini,
sum vit sjálvi hava spart okkum saman – um
vit hava eina slíka. Tað vanliga við privatari
pensjón í dag er, at vit rinda eitt ávíst gjald
í eina pensjónskipan, og so rindar arbeiðs
gevarin eisini ein part. Soleiðis hava fleiri
fakfeløg fingið í lag pensjónir, sum rinda á leið
15 prosent av lønini í eina pensjónskipan.
Undanfarna samgonga gjørdi ta lógarbroyting,
at allir lønmóttakarar skulu rinda 15 prosent
av lønini í eina pensjónskipan. Tað byrjaði í
2014, tá tey, sum onga pensjónsskipan hava,
skuldu gjalda eitt prosent, og so eitt afturat í
2015 og so aftur eitt prosent afturat tey næstu
13 árini. Men nýggja landsstýrið hevur broytt
hesa skipan, so hon fyribils er steðgað á
tveimum prosentum.
Nýggja samgongan bíðar eftir pensjóns
nýskipanini, sum skal greiða hesi viðurskifti.
Men umframt hesar pensjónsskipanir, so
hava vit eisini tænastumannapensjónirnar,
sum nøkur fólk fáa. Tá verður ikki rindað í eina
skipan, men tá eitur tað, at tú hevur rætt til
eina pensjón, sum er so stór sum ávísur partur
av lønini.
Tænastumenn eru menn og kvinnur, sum
hava verið í ymsum almennum størvum. Fyrr
vóru til dømis allir lærarar í føstum starvi
tænastumenn. Tað eru teir ikki longur. Eisini
fólk í álitisstørvum hjá tí almenna annars. Tað
kunnu vera stjórar og leiðarar. Politikarar eru
eisini eftirløntir sum tænastumenn, tó at teir
ikki eru í tænastumannastarvi.
Lógin um eftirlønina hjá landsstýrisfólkum
varð broytt í fjør, og tí verða tey landsstýris
fólkini, sum nú sita, ikki eftirlønt sum
tænastumenn. Tey fingu eina rímuliga høga
lønarhækking, men afturfyri mistu tey fyri
munarligu tænastumannaeftirlønina. Tey
fáa nú 15 prosent afturat lønini í pensjóns
inngjaldi.
Men tingfólk verða framvegis eftirlønt sum
tænastumenn. Hóast ein vanligur tænastu
maður skal arbeiða í 37 ár fyri at fáa fulla
pensjón, so skal ein tingmaður bara arbeiða
í 16 ár. Og landsstýrisfólkini – tey sum sótu
áðrenn seinasta løgtingsval – skulu hava ar
beitt í 8 ár fyri at røkka fullu pensjónini.
Eingin veit, hvussu stór rokningin verður fyri
nógvu tænastumannapensjónirnar, sum tað
almenna skal rinda í framtíðini. Tí tað kann
ikki roknast út. Vit kunnu bara meta um tað.
Somuleiðis er tað við pensjónini hjá ting
fólki og fyrrverandi landsstýrisfólkum.
Vit taka eitt dømi:
Ein tingmaður fer frá við eftirløn tá hann er 60
ára gamal. Vit hugsa okkum, at hann hevur
rokkið fullan eftirlønaraldur, sum hann hevur,
tí at hann hevur sitið á tingi í 16 ár ella meira.
Tingmaðurin fær 60 prosent av ting
mannalønini í pensjón. Tað er 22.220 krónur
um mánaðin – 60 prosent av lønini í 34.
lønarflokki hjá tænastumonnum landsins.
Umframt hesi pensjónina, so fær hann
eina viðbót hvørt ár, ið tingmaðurin er millum
60 og 67 ár. Hendan viðbótin er fyri giftar
tingmenn 2.341 kr um mánaðin og fyri ógiftar
tingmenn 2.947 krónur um mánaðin. Soleiðis
verður pensjónin – alt eftir, um tingmaðurin
er giftur ella ikki – ávikavist 24.560 krónur
um mánaðin og 25.167 krónur um mánaðin,
til tingmaðurin fyllir 67 ár, tá pensjónin aftur
lækkar til 22.220 kr um mánaðin.
Hesi árini kostar hesin tingmaðurin lands
kassanum 2.063.040 krónur í beinleiðis út
reiðslu á løgtingsfíggjarlógini.
Hugsa vit okkum so, at sami tingmaður
livir til hann verður 85 ár, so skal hann hava
22.220 krónur um mánaðin í løgtingspensjón
í 18 ár. Tað kostar 4.799.520 krónur. Soleiðis
kostar hesin tingmaðurin landskassanum
6,9 milliónir krónur, sum hann fær í pensjón
oman á tingmannalønina.
Var talan um til dømis ein sáttmálasettan
lærara ella ein sjúkrarøktarfrøðing, so var
hendan útreiðslan 0 krónur fyri landskassan.
Altso 6,9 milliónir bíligari. Tað er tí, at sátt
málasetti lærarin ella sjúkrasysturin eins og
øll onnur á arbeiðsmarknaðinum rinda sína
egnu pensjón, sum verður goldin samstund
is, sum lønin verður goldin. Útreiðslan er av
greidd, áðrenn persónurin verður pensjóner
aður.
Taka vit so løgmann sum dømi – og síggja
burtur frá, at Aksel V. Johannesen fyrr hevur
verið landsstýrismaður og tí hevur rætt til part
av fyrimunarligu landsstýrismannaeftirlønini
– so kostar hann landskassanum 15 prosent
í pensjón oman á løgmanslønina, so leingi
hann er løgmaður.
Tá hann er farin úr starvi, so hevur lands
kassin ikki fleiri útreiðslur av honum, tí at
hann hevur verið løgmaður.
eirikur@sosialurin.fo
EINGIN KANN SIGA, HVUSSU NÓGV TÆNASTUMANNAPENSJÓNIRNAR
FARA AT KOSTA LANDSKASSANUM. BARA FYRI POLITIKARAR ER TALAN
UM NÓGVAR MILLIÓNIR – HELST HUNDRAÐTALS MILLIÓNIR
Tænastumannapensjónir ein bumba
Teir, sum hava rætt til góðu tænastu
mannapensjónina sum løgmaður, eru
Anfinn Kallsberg, Jóannes Eidesgaard –
sum báðir fáa hesa pensjón upp á 36.000
krónur – og Edmund Joensen og Kaj Leo
Holm Johannesen Mynd: Álvur Haraldsen