Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-25, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. januar 2016síða 32

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 9 Januar 2016 1 Siðvenja er, at tá umstøður hjá politikarum verða broyttar til tað verra, so er tað bara galdandi fyri tey, sum verða vald aftaná, at broytignin er gjørd Heðin Mortensen 69 7 83 73 Edmund Joensen 71 24 119 71 Kristin Michelsen 59 5 69 68 Magnus Rasmussen 54 1 56 67 Ingolf S. Olsen 52 1 54 66 Kári Páll Højgaard 64 15 94 65 Óluva Klettskarð 50 1 52 65 Ruth Vang 49 1 51 64 Jenis av Rana 63 22 107 63 Jógvan á Lakjuni 63 18 99 63 Jacob Vestergaard 55 8 71 63 Elsebeth M. Gunnleygsd. 52 5 62 63 Katrin Kallsberg 48 1 50 63 Helena Dam á Neystabø 60 17 94 61 Jákup Mikkelsen 58 14 86 61 Kristianna W. Poulsen 46 2 50 61 Bjørt Samuelsen 50 8 66 60 Djóni Nolsøe Joensen 43 1 45 60 Pauli Trond Petersen 41 1 43 60 Bill Justinussen 52 12 76 59 Magni Laksáfoss 46 5 56 59 Hanna Jensen 42 1 44 59 Bjarni Hammer 40 1 42 58 Sonja Jógvansdóttir 38 1 40 58 Kaj Leo Holm Johannesen 51 14 79 51 Bjørn Kalsø 49 12 73 57 Bárður Kass Nielsen 39 1 41 57 Jónleif Johannesen 37 1 39 56 Páll á Reynatúgvu 48 15 78 54 Annita á Fríðriksmørk 47 14 75 54 Bárður á Steig Nielsen 43 11 65 53 Annika Olsen 40 8 56 53 Jørgen Niclasen 47 22 86 51 Tingfólk Aldur Starvsaldur Umroknað Pensjónsaldur TINGFÓLK OG STARVSALDUR Talvan vísir okkum, hvussu gomul tingfólk eru, um og tá tey hava tryggjað sær rættin at fáa løgtingspensjón sum 60 ára gomul. Tað kunnu tey, um aldurin og tvær ferðir starvsaldurin geva talið 95 ella meira. Talvan vísir í fyrsta teiginum aldurin á tingfólki, síðani starvs­ aldurin, umroknaða starvsaldurin (aldur + 2 x starvsaldur) og síðani aldurin á tingfólkinum, tá tað hevur vunnið rættin til at fara frá við eftirløn sum 60 ára gamal ella áðrenn viðkomandi røkkur 67 ára aldri. Hjá fleiri av tingfólkunum er tað sjálvsagt eitt krav, at tey verða vald aftur á ting. At tað loysir seg fyri landskassan at taka av fyrimunarligu pensjóns­ skipan­ina hjá landsstýrisfólki er skjótt at rokna seg fram til. Teir, sum hava rætt til góðu tæn­astu­mannapensjónina sum løg­maður, eru Anfinn Kallsberg, Jóannes Eidesgaard – sum báðir fáa hesa pensjón upp á 36.000 krónur – og Edmund Joensen og Kaj Leo Holm Johannesen. Vit nýta sama roknistykkið sum við løgtingsmanninum, at hann kann fara frá sum 60 ára gamal og livir til hann er 85 ár. Aksel V. Johannesen fær 77.500 krónur í løn um mánaðin. Har­um­ fram fær hann 15 prosent í pen­ sjóns­inngjaldi. Tað er 11.625 krónur um mánaðin. Saman við lønar­hækk­ ingini upp á 17.500 krónum um mánaðin, so fær hann útgoldið í løn + pensjónsgjaldi 29.125 krónur meira enn Kaj Leo Holm Johannesen, sum enn fær løn sum løgmaður, fær. Men tá Aksel V. Johannesen verður pensjónistur, so fær hann 0 krónur úr landskassanum í løgmans­ pensjón. Hugsa vit okkum, at Aksel V. Johannesen situr í 8 ár sum løg­ maður, so hevði hann rætt til 36.000 krónur um mánaðin, tá hann varð pensjonistur. Tað hevði hann kunna fingið, tá hann fylti 60 ár. Um vit so nýta sama frymil, at hann fekk hesa eftirløn í 25 ár, so hevði eftirlønin til hansara kostað landskassanum 10,8 milliónir krónur.Men Aksel verður nógv bíligari enn Anfinn, Jóannes, Edmund og Kaj Leo (og løgtingsformenn, sum hava somu skipan). Tí »eykaútreiðslan« fyri Aksel er goldin, tá hann fer frá sum løgmaður. Tí í mun til lønina hjá Kaj Leo Holm Johannesen, so kost­ar Aksel 29.125 krónur meira um mán­ aðin. Situr hann í átta ár, so verður henda »eykaútreiðsla« 2,8 millónir krónur – harav pensjónsinngjaldið í átta ár kostar 1,1 millión krónur. Broytingin, sum er gjørd í lands­ stýris­pensjónum hevði í hesum før­inum spart landskassanum 7,9 milliónir krónur bara fyri ein løg­ mann! eirikur@sosialurin.fo AV TÍ AT LANDSSTÝRISFÓLK NÚ FÁA 15 PROSENT OMAN Á LØNINA Í PENSJÓNSGJALDI HELDUR ENN TÆNASTUMANNAEFTIRLØNI, KANN LANDIÐ SPARA FLEIRI MILLIÓNIR FYRI HVØRT LANDSSTÝRISFÓLK Aksel nógv bíligari enn Anfinn og Jóannes Aksel V. Johannesen situr í 8 ár sum løg­maður, so hevði hann rætt til 36.000 krónur um mánaðin, tá hann varð pen­sjonistur Mynd: Álvur Haraldsen Tey 17 fólkini, sum kunnu pensjóns­erast, tá tey eru 60 ár, og tey 12 fólkini, sum kunnu pen­sjónerast meðan tey eru ímillum 60 og 67 ár skulu taka støðu til, hvussu okkara nýggja pensjónsnýskipan skal síggja tú Mynd: Álvur Haraldsen