mánadagur 25. januar 2016síða 33
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
Januar 2016
10
1
HER KANN FØROYA
KEYPSAMTØKA
GERA TAÐ BETRI
Avbjóðingin hjá FK at tjena meira pening
liggur í at tillaga starvsfólkakostnað í mun til
søluna.
Við einum lønarprosenti uppá 15,8, so
liggur FK væl omanfyri lønarkostnaðin hjá
kappingarneytanum SMS, sum hevur ein
lønarkostnað uppá 12,6 prosent í 2015.
Um FK skuldi havt sama lønarkostnað sum
SMS, so vildi samlaði lønarkostnaðurin hjá FK
verið næstan 7 milljónir krónur lægri enn hann
veruliga var í 2015. Hetta svarar til 20 prosent
av samlaða lønarkostnaðinum hjá FK í 2015.
Slíkar samanberingar skulu sjálvsagt gerast
við fyrivarni, men tá bruttovinningurin hjá
bæði FK og SMS er ávikavist 17,6 og 17,7
prosent, so er tað her munurin í inntjening
liggur. Sambært roknskapinum hevur FK 111
starvsfólk og SMS 263 starvsfólk. Meðallønin
há FK er 25.000 krónur um mánaðin meðan
meðallønin hjá SMS er 15.000 krónur um
mánaðin.
GÓMAGOTT VERÐUR
TIL PARTAFELAG
Kirstin og Høgni Hammer, Hoyvík, hava
stovnað nýtt smápartafelag Gómagott.
Endamál felagsins er at reka virksemi við
framleiðslu, handil og tænastu umframt
annað virksemi í hesum sambandi. Gómagott
er nýggj konfektsjokuláta, ið er gjørd í
Føroyum, og sum verður seld kring landið.
FENOMEN NÝTT
BYGGIFELAG Í TÓRSHAVN
Robert Thomassen í Tórshavn hevur stovnað
nýtt smápartafelag hvørs endamál er at
reka byggivirksemi, útleigan, keyp og sølu
av fastogn, ráðgeving og annað í hesum
sambandi. Smápartafelagið Fenomen hevur
80.000 krónur í partapeningi, og er skrásett á
Frúutrøð í Tórshavn.
HMH MONTERING NÝTT
BYGGIFELAG Í TÓRSHAVN
Hans Michael Hansen í Tórshavn hevur
stovnað nýtt smápartafelag hvørs endamál
er fáast við undirhald, keyp og sølu,
timburarbeiði, montering og annað arbeiði
í hesum sambandi. Smápartafelagið
HMH Montering hevur 80.000 krónur í
partapeningi, og er skrásett í Tórugøtu í
Tórshavn.
Handil
Føroya Keypsamtøka
undirskot í 2014
FYRI FYRSTU FERÐ SÍÐAN 2008 HEVÐI FØROYA
KEYPSAMTØKA UNDIRSKOT Í ROKNSKAPINUM Í 2015.
HALLIÐ VAR 2,1 MILLJÓN KRÓNUR ÁÐRENN SKATT
Eyðfinn Reyðberg
Lutafelagið Føroya Keypsamtøka telist mill
um stóru føroysku matvøruketurnar, og við
einum umsetningi uppá 214 milljónir krónur í
2015, er FK saman við SMS og Poul Hansen
stóru aktørarnir á føroyska matvørumarknað
inum.
Føroya Keypsamtøka er lutafelag, sum
limirnir eiga. FK er tí einasta samtakið, ið ikki
hevur sum krav at tjena pening til eigarar
sínar, men kann leggja allan vinning afturat
eginogn síni.
Seinastu árini hevur FK gjørt íløgur í
nýggjan handil í Klaksvík og Fuglafirði. Tað
var eisini íløgan í nýggjan handil í Fuglafirði,
ið var beinleiðis orsøkin til at FK hevði hall í
roknskapinum fyri 2015.
FK gjørdi íløgur í fasta ogn og maskinur fyri
13 milljónir krónur í 2015, meðan fastar ognir
fyri 2,1 milljónir krónur vóru seldar. Hetta er
søla av handilsbygningi í Fuglafirði, og tað var
henda søla sum gjørdi, at FK fekk hall í 2015.
Í samband við søluna mátti FK staðfesta eitt
roknskaparligt tap uppá 2,4 milljónir krónur.
Tað vil siga at handilsbygningurin í Fuglafirði
stóð bókaður til meir enn tað dupulta av tí
hann var seldur fyri.
Um sæð verður burtur frá hesum tapi, so
var úrslitið fyri 2015 eitt avlop áðrenn skatt
uppá 300.000 krónur. Hetta úrslitið var
leiðslan í FK nøgd við.
Sølan lækkar
Sølan hækkaði við 0,4 prosent í 2015, men
um vit fara aftur til 2013, so er sølan lækkað
við 1,5 prosent.
Hetta er í sjálvum sær ikki so stór broyting,
men tá lønir og aðrar útreiðslur hækka, so
ávirkar tað endaliga úrslitið nógv.
EBIDTA er soleiðis lækkað úr 6 milljónir
krónur í 2011 niður á 3,9 milljónir krónur í 2015.
Sum talvan yvir gongdina í EBIDTA margin
vísir, so er vinningurin lækkaður á hvørjum ári
síðan 2011.
Høgan starvsfólkakostnað
Umframt at fáa søluna at hækka, so er av
bjóðingin hjá FK ein hægri starvsfólkakostn
aður enn hjá kappingarneytum.
Starvsfólkakostnaðurin er seinastu fýra
árini hækkaður við 17,2 prosent. Í sama tíðar
skeiði er umsetningurin hækkaður við 8,5
prosent.
Hetta vil siga at FK er vorðið minni
kappingarført í mun til kappingarneytar.
Samlaði starvsfólkakostnaðurin hjá FK
var 34 milljónir krónur í 2015, og verður hetta
roknað í mun til tey 111 starvsfólkini hjá FK, so
var meðal mánaðarlønin 25.000 krónur um
mánaðin.
Hava lænt meira pening
Rentuberandi skuldin hjá Føroya Keypsam
tøku er nú 35 milljónir krónur.
Rentuberandi skuldin er økt við 6
milljónum í 2015.
Rentuberandi skuldin var 17 milljónir
í 2009, og er hon sostatt hækkað við 18
milljónir krónur seinastu fimm árini.
Hesi árini hevur Føroya Keypsamtøka
gjørt íløgur í tveir nýggjar handlar, og er
materiella støðisognin hækkað við 22
milljónum krónum síðan 2009.
Hesar íløgur eru í høvuðsheitum fíggjaðar
við lántøku, meðan restin er tikin av tøka
peningi felagsins, sum við árslok 2009 var
góðar 9 milljónir krónur. Í dag hevur FK 2,6
milljónir krónur í tøkum peningi.
Mugu tjena meira
Við eini rentuberandi skuld sum er meir enn
9 ferðir EBIDTA, so er tað avgerandi neyðugt
hjá FK at bøta um grundrakstur felagsins.
Felagið er væl fyri fíggjarliga við einum
eginpeningi uppá 33 milljónir krónur og
soliditeti uppá 34 prosent, men gjørdar íløgur,
størri lánibyrða og framtíðar íløgutørvur seta
størri krøv til inntjening. Tað er tí undrunar
samt at leiðsla og nevnd í sigur seg vera
nøgd við roknskapin fyri 2014.
Føroya Keypsamtøka umsetningur 2010-14 tkr.
185.000
190.000
195.000
200.000
205.000
210.000
215.000
220.000
2010
2011
2012
2013
2014
Føroya Keypsamtøka
avlop áðrenn skatt 2010-14 tkr.
-3.000
-2.000
-1.000
-
1.000
2.000
3.000
2010
2011
2012
2013
2014
Føroya Keypsamtøka
starvsfólkakostnaður 2010-14 tkr.
26.000
27.000
28.000
29.000
30.000
31.000
32.000
33.000
34.000
35.000
2010
2011
2012
2013
2014
Føroya Keypsamtøka EBITDA margin 2010-14
-
0,50
1,00
1,50
2,00
2,50
3,00
3,50
2010
2011
2012
2013
2014
Keypsamtøkan í Havn Mynd: fk.fo