Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-25, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. januar 2016síða 37

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 14 Januar 2016 1 Eyðfinn Reyðberg At tað er trupult at reka heilsølu í Før­oy­um siga tølini hjá Poul Hansen tíðu­liga frá. Poul Hansen seldi heilsøluvørur fyri 298 milljónir krónur í 2014, brutto­vinningurin var 28 milljónir krónur ella gott 9 prosent. Starvs­ fólka­kostnaðurin var 26 milljónir krónur svarandi til 8,7 prosent, so tað sum eftir lá til rentur, avskrivingar, skatt og vinning var bert 2 milljónir krónur. Soleiðis liggur bert 0,7 prosent eftir av søluni til rentur avskrivingar, skatt og vinning. Her kemur tað til góðar, at talan er um gamalt felag, ið hevur nógv ár á baki, og sum hevur konsoliderað seg ár um ár. Fyri 10 árum síðani var eginognin 76 milljónir krónur. Við árslok 2014 var eginognin komin uppá 201 milljón krónur. Vanligi raksturin hevur hesi 10 árini givið eitt avkast uppá 43 milljónir krónur tilsamans eftir av­ skriv­ingar, men áðrenn fíggjar­postar. Hetta svarar til eitt árligt meðalavlop av rakstrinum uppá góðar 4 milljónir krónur. Partabrøv góvu gott avkast P/f Poul Hansen var ein av eigar­ unum í Havsbrún. Tá Havsbrún var selt til Bakkafrost gav hetta eitt gott av­kast til Poul Hansen. P/f Poul Hansen valdi at selja síni partabrøv í 2011, og fíggjarligu inn­tøkurnar í 2010 og 2011 vóru til­ samans 74 milljónir krónur. Eftir 2011 hevur Poul Hansen bert í avmarkaðan mun valt at gera íløgur í partabrøv. Tær íløgur, ið gjørdar eru síðani, eru gjørdar í vanligar mat­vøru­ handlar. Poul Hansen hevur sera gott gjald­føri, og hevur 63 milljónir krónur í virðis­brøvum og tøkum peningi. Lániskuldin er ógvuliga av­ markað, bert 22 milljónir krónur. Leggja um og keypa upp Sambært Kappingareftirlitinum so hevur P/f Poul Hansen ein triðing av føroyska heilsølumarknaðinum, meðan útlendskar heilsølur hava meir enn 40 prosent av marknað­ inum. Restin av heilsølumarknaðinum er býtt millum P/f Poul Michelsen sum hevur upp til 20 pro­sent, og J.F. Kjølbro heilsølu, Damfar og Lands­ handilin, sum Kappingar­eftir­litið met­ir hava í mesta lagi 5 prosent av marknað­inum í part. Tað at handlar gerast størri, og í størri mun keypa inn beinleiðis frá út­lendskum heilsølum hevur gjørt, at Poul Hansen hevur tikið stig til at stovna handilsketurnar Á og Samkeyp. Inntjeningin versnar Um hugt verður eftir EBITDA margi­ nal­inum hjá P/f Poul Hansen síggja vit, at marginalurin er lækkaður á hvørjum ári síðan 2011. Í 2011 hevði Poul Hansen eitt EBITDA uppá 4,3 prosent av søluni. Hetta tal er fallið bæði í 2012, 2013 og 2014 tá tað kom niður á 0,7 pro­sent av søluni. Tá sølan í hesum sama tíðarskeiði bert er hækkað við 3,5 prosent, so er EBIDTA fallið við 10 milljónum krón­ um frá 2011 til 2014, úr 12,5 milljónir krón­ur í 2011 niður í 2,1 milljón krónur í 2015. HÓAST HEILSØLAN HJÁ P/F POUL HANSEN SELIR FYRI 300 MILLJÓNIR KRÓNUR UM ÁRIÐ, SO GEVUR GRUNDRAKSTURIN BERT AVMARKAÐ AVLOP. STÓR KAPPING FRÁ ÚTLENDSKUM HEILSØLUM OG KEYPSSAMTØKUM ER EIN ORSØK Poul Hansen Trupult at reka heilsølu í Føroyum Poul Hansen P/f umsetningur 2010-2014 tkr. 278.000 280.000 282.000 284.000 286.000 288.000 290.000 292.000 294.000 296.000 298.000 300.000 2010 2011 2012 2013 2014 Poul Hansen P/f starvsfólkakostnaður 2010-2014 21.000 22.000 23.000 24.000 25.000 26.000 27.000 2010 2011 2012 2013 2014 Poul Hansen P/f 2014 2013 Broyting Nettosøla 297.868 298.638 0% Framleiðslukostnaður 269.932 266.650 1% Bruttovinningur 27.936 31.988 -13% Starvsfólkakostnaður 25.828 26.436 -2% EBITDA 2.108 5.552 -62% Avskrivingar 4.548 4.384 4% Fíggjarpostar netto 3.838 4.456 -14% Úrslit áðrenn skatt 1.398 5.624 -75% Skattur -572 751 -176% Ársúrslit 1.970 4.873 -60% Støðisogn 115.913 121.495 -5% Ogn í umferð 142.207 123.901 15% Ogn tilsamans 258.120 245.396 5% Eginpeningur 200.636 198.667 1% Skuld 57.484 46.729 23% Skyldur tilsamans 258.120 245.396 5% Rentuberandi skuld 21.734 14.809 47% Rentuberandi skuld/EBITDA 10,3 2,7 287% Starvsfólk 71 72 -1 Tað var í oktober 2012 at P/f Poul Hansen keypti Inn handlarnar í Tórs­havn frá Sp/f Hald, sum Jaspur Johannesen og Jóhanna Christian­ sen áttu í felag. Talan var um Sp/f INN-Tórshavn, sum síðan hevur broytt navn til Á-Landavegur og Sp/f Svøðan, sum síðani hevur broytt navn til Sp/f Á-Sundsvegur. Á við Sundsvegin byrjaði virk­ semi í 2008, og hevði hall fyrstu tvey árini uppá ávikavist 843.000 og 83.000 krónur. Síðan hækkaði brutto­vinn­ingurin næstu árini og kom uppá knappar 5 milljónir krónur í 2012. Hesi árini gav handilin avlop á hvørjum ári. Síðan yvirtøkuna hevur handilin givið hall. Hallið í 2013 var 428.000 krónur og í 2014 var upp­ aftur verri tá hallið var 823.000 krónur. Hin handilin Á við Landavegin var keyptur av Hald í 2006. Raksturin árini frá 2006 til 2012 gav eitt saml­ að avlop uppá 484.000 krónur. Um sæð verður burtur frá fyrsta rokn­ skapar­árinum 2006/07, so gav handilin samlað hall árini frá 2008 til 2012. Síðan P/f Poul Hansen yvirtók hevur handilin givið hall fyrsta árið í 2013, tá hallið var 721.000 krónur. Hendan gongdin var vend í 2014, tá handilin gav eitt avlop uppá 272.000 krónur. Á heysti 2015 hevur Poul Hansen keypt helmingin av virkseminum hjá Kristian Suna Haraldsen í Fuglafirði. post@sosialurin.fo PH keypt Inn og Haraldsen TIL TESS AT STYRKJA UM OG EFFEKTIVISERA ER TAÐ NÁTÚRLIGUR LIÐUR Í KONSOLI­ DERINGINI Í VINNUNI AT POUL HANSEN FER AT REKA MATVØRUHANDLAR