mánadagur 25. januar 2016síða 38
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
15
Januar 2016
1
Eyðfinn Reyðberg
Árið 2014 hevur uttan iva gjørt, at
Kristian Suni Haraldsen í Fuglafirði
valdi at ganga inn í tættari samstarv
við P/f Poul Hansen. Báðir partar
eiga nú helmingin hvør av handl
unum, sum báðir partar áttu hvør
sær frammanundan.
Talan er um Á handlarnar við
Sundsvegin og við Landavegin í Tórs
havn, umframt Sp/f Haraldsen í Fugla
firði, Sp/f Á-Glyvrar, Sp/f Á-Vest
manna og Sp/f Samkeyp Toftir.
Sp/f Á-Glyvrar byrjaði virksemi
sítt í 2013, og hevur havt hall fyrstu
tvey árini. Í 2013 var hallið 443.000
krónur, og í 2014 var hallið 960.000
krónur.
Á-Vestmanna byrjaði eisini seint
í 2013 og roknskaparárið 2013/2014
hevði handilin eitt hall uppá kr.
1.011.000.
Eisini Sp/f Samkeyp Toftir hevði
hall í 2014. Talan var um eitt hall
uppá tilsamans 487.000 krónur.
Sp/f Haraldsen, sum kundi há
tíðarhalda 100 ára stovningardag í
fjør, hevði eisini hall í 2014. Hallið var
930.000 krónur.
Soleiðis høvdu teir teir fýra handl
arnir hjá Sp/f KSJ á Toftum, Glyvrum,
Vestmanna og Fuglafirði eitt samlað
hall uppá 3,4 milljónir krónur í 2014.
Í november 2015 góðkendi Kapp
ingareftirlitið eina samanlegging av
handlunum hjá Sp/f KSJ og Á-handl
unum í Tórshavn hjá Poul Hansen,
sum nú verða riknir undir nýggjum
partafelagi, har Poul Hansen og
Kristian Suni Haraldsen eiga hvør
sín helming.
Poul Hansen P/f EBITDA margin 2010-2014
-
0,50
1,00
1,50
2,00
2,50
3,00
3,50
4,00
4,50
5,00
2010
2011
2012
2013
2014
Poul Hansen P/f vinningsbýti 2010-2014 tkr.
559
-
-
-
-
-
100
200
300
400
500
600
2010
2011
2012
2013
2014
Poul Hansen P/f avlop áðrenn skatt 2010-14 tkr.
-
10.000
20.000
30.000
40.000
50.000
60.000
2010
2011
2012
2013
2014
Tungur rakstur
hjá KSJ í 2014
HALL Í 2014 HEVUR ÓIVAÐ VERIÐ VIÐVIRKANDI TIL AT KRISTIAN SUNI
HARALDSEN, KEYPMAÐUR, VALDI AT SELJA ALLAR HANDLAR SÍNAR
TIL NÝTT FELAG, SUM POUL HANSEN OG KSJ EIGA Í FELAG