Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-25, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. januar 2016síða 41

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 18 Januar 2016 1 Árni Gregersen Ongin hevði nakrr royndir við virkjum av sama slag, sum Pelagos í Fugla­ firði, tá ið farið var undir at byggja virkið. Kortini hevði tekniski leiðarin, Agnar Akraberg Poulsen verið ein partur av Varðin Pelagic framman­ undan. Sum teknikari visti hann eitt sindur um, hvat skuldi til og tað var holl vitan fyrstu tíðina. – Vit fóru bara í gongd og 14. august 2014 tóku vit móti fyrstu lastini av makreli – og síðani hava vit koyrt við fullari ferð. Jóhan Páll Joensen úr Klaks­vík hevur verið stjóri á virk­inum, síðani farið var undir at byggja tað. Hann hevur drúgv­ar royndir sum skipari og sum vinnulívsmaður. – Eg var farin at sigla aftur, tá ið hetta kom fram. So eg søkti og tað vísti seg, at teir vildu hava meg at leiða virkið, sigur stjórin í dag. Jóhan Páll Joensen var annars farin at sigla í frá­landa­ vinnuni, tá ið arbeiðið í Fugla­ firði kom á breddan. – Í veruleikanum var eg arbeiðs­ leysur eftir at vit høvdu avviklað virkini hjá okkum í Klaksvík. Tí fór eg at sigla aftur, sigur hann. Nú hevur skiparin so sitið á brúnni í Fuglafirði síðani 2014. Fyrsta árið gekk ómetaliga væl hjá virkinum. Tey tóku móti 41.000 tons­um av fiski og tá ið roknskapurin var latin inn, so vísti hann eitt yvirskot uppá 10 milljónir krónur eftir skatt. – Ja, tað sá sera gott út og hyggja vit aftur á 2014, so vísti tað seg, at vit sluppu undan flestu byrjunar­ mistøkunum. Harafturat virkaði virkið sum tað skuldi, sigur stjórin. Virkið sjálvt er keypt úr Íslandi frá Skaginn. – Ein onnur orsøk til, at vit komu við einum so góðum roknskapi fyrsta árið er, at vit byrjaðu í august, tá ið makrel­tíðin byrjaði. Tað vil siga, at vit fingu tann partin av árinum, tá ið vit fáa flestu inntøkurnar, men vit høvdu ikki tær útreiðslur, sum sjálv­ andi eisini eru í hinum partinum av árinum, sigur Jóhan Páll Joensen. Hóast virkið tók móti 15.000 tonsum meira av fiski í fjør, so royndist árið als ikki líka væl, sum fyrsta árið. – Tað sýnist sum allir teir byrj­ unar­trupulleikar, sum vit sluppu und­ an fyrsta árið, nú komu í 2015, so ’15 roynd­ist ikki líka væl, sigur stjórin Marknaðurin Nýggja tilfeingið í Føroyum, makrel­ urin, hevur havt ómetaliga stóra ávirkan á føroyska búskapin seinastu árini. Trý virkir taka ímóti makreli til matna, umframt Havsbrún, sum tekur ímóti fiski til ídna. Sjálvandi royna øll skip at fáa fiskin til matna, tí har fæst ein munandi hægri prísur fyri fiskin. Umframt Pelagos í Fugla­ firði tekur Varðin Pelagic á Tvør­oyri ímóti makreli og Kolla­fjørður Pelagic í Kolafirði. Virkið á Tvøroyri er tað størsta og kann arbeiða mest undan. Tað sum koyrdi undir føroyingar at byggja hesi virkini var, tá ið norð­ menn noktaðu føroyingum at landa í Noreg. Tá var neyðugt at gera virki í Føroyum fyri at kunna gagnnýta makrelin. Føroyingar selja makrel um allan heim. Í byrjanini keypti Nigeria nógv, men hesi seinnu árini er Russland ein stórur marknaður eins og onnur eysturevropeisk lond. – Vit kunnu staðfesta, at tað hev­ ur havt stóran týdning fyri okkum, at onnur lond ikki sleppa á marknaðin í Russlandi. Tað hevur gjørt, at vit hava fingið ein hampuliga góðan prís, sigur Jóhan Páll Joensen. Han sigur, at tað er er útboð og eftirspurningur, sum ásetir prísirinar – eisini á uppsjóvarfiskinum, Tað sum føroysku virkini gera er, at tey fyrst og fremst frysta heilan makrel, men í ávísum førum verður fisk­urin arbeiddur eitt sindur meira. – Men tann góði makrelurin hevur besta prísin heilur. Tí gevur tað ikki nakra meining í løtuni at gera nakað við hann, sigur stjórin í Fuglafirði. Eftir hansara metingum, so er trupul­leikin heldur, tá ið fiskurin er bleytur og ringur at arbeiða, at tað heldur hevði loyst seg at gjørt annað við hann. Trupulleikar eru tó við toll­forð­ing­ um og annað. – Men eg má siga, at vit hava valt at arbeiða undri galdandi treytum hesa fyrstu tíðina. Tað snýr seg um hjá okkum at fáa virkið at fungera og gera framleiðsluna, so rationella, sum til ber, sigur hann. Pelagos 80 fólk arbeiða á makrelvirkinum í Fuglafirði RUSSISKI MARKNAÐURIN GJØRT TAÐ MUNANDI LÆTTARI AT SELJA VØRURNAR HJÁ FØROYSKU PELAGISKU VIRKJUNUM Vit fóru bara í gongd og 14. august 2014 tóku vit móti fyrstu lastini – og síðani hava vit koyrt við fullari ferð Tað er avgerandi fyri skipini, at vit klár at arbeiða skjótt undan, tí tað kostar skipunum at vera burtur av fiskileið, sigur Jóhan Páll Joensen Myndir: Árni Gregersen Tekniski leiðarin, Agnar Akraberg Poulsen, vinstrumegin, var eisini partur av Varðin Pelagic Myndir: Árni Gregersen