mánadagur 25. januar 2016síða 42
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
19
Januar 2016
1
Pelagos
Stovnað av:
■ Framherja
■ Havsbrún
■ Palla hjá Mariannu
■ Verkfeløgum
■ Stjóri: Jóhan Páll Joensen
Nógv fólk
Virkið í Fuglafirði kann arbeiða 550
tons av makreli hvørt samdøgur.
Framleiðsluorkan
er
knýtt
at
frystiorkuni hjá virkinum.
Vanliga tekur virki móti eini 1000
tonsum í senn frá hvørjum av størru
nótaskipunum. Tað vil siga, at tað
tekur um tvey samdøgur at tøma
skipið og viðgera fiskin.
Av tí, at makrelurin ein stóran part
av verktíðini er í føroyskum sjógvi, so
er fiskurin tað tíðina spillfeskur og
lættur at arbeiða.
-Tað vil siga, at tað sum vit frysta
er fyrsta floks fiskur, tí hann hevur
verið í kølitangum líka til hann kemur
inn á virkið í Fuglafirði, sigur Jóhan
Páll Joensen.
Hóast nýggju virkini eru tekniskt
á høgum støði, so krevst rættuliga
nógv fólk til at arbeiða fiskin.
Vanliga arbeiða tey í tveimum
vaktum í Fuglafirði, tá ið verktíðin
er. Hvør vaktin arbeiðir 84 tímar um
vikuna.
Avtala er gjørd millum virkini og
arbeiðarafeløgini um at hetta ber til
og tað eru eisini gjørdar lønaravtalur,
sum ger, at arbeiðsfólkini ikki fáa
yvirtíð fyri hesar tímar, men heldur
fáa eina tímaløn, sum er miðal av
vanligari tímaløn og so tí yvirtíðarløn,
sum tey annars høvdu fingið.
Tey á leið 80 fólkini, sum arbeiða
á virkinum í Fuglafirði, vinna í
vertíðini framímóti eina ársløn á
virkinum, tað tíðina fiskurin kemur
inn á virkið.
-Tað er avgerandi fyri skipini, at
vit klár at arbeiða skjótt undan, tí tað
kostar skipunum at vera burtur av
fiskileið. Fyri tey stóru skipini kostar
tað milljónir hvønn dag, tey ikki fiska,
sigur stjórin á Pelagos í Fuglafirði.
arni@sosialurin.fo
Tað sýnist sum allir teir
byrjunartrupulleikar,
sum vit sluppu undan
fyrsta árið, nú komu
í 2015, so farna ár
royndist ikki líka væl
JÓHAN PÁLL JOENSEN HEVUR VERIÐ LEIÐARI
STØRSTA PART AV VAKSNA LÍVINUM
Stjórin á Pelagos í Fuglafirði er
vanur við at sita við endan tá ið
á stendur.
Í nærum 15 ár var hann skipari
á Vesturvón, tá ið trolarin var
heimahoyrandi í Sørvági, men
síðan hann fór uppá land hevur
hann eisini verið leiðari á egnum
virkjum, umframt á virkjum hjá
øðrum.
Tá ið hann legðist uppá land
var hann í hálvtannað ár stjóri
á Handils- og Frystivirkinum í
Fuglafirði. Síðani var hann stjóri
í góð fýra ár á K´sini í Klaksvík,
áðrenn bleiv stjóri í Maru Seafood,
sum hann sjálvur átti ein stóran
part av.
Áðrenn hann nók við sum
stjóri í Fuglafirði sigldi hann í
nøkur ár sum yvirstýrimaður og
stýrimaður í frálandavinnuni í
Noreg.
– Fyri meg hevur tað als ongan
týdning um eg arbeiði á landi ella
sjógvi. Eg havi ómetaliga góða
sjónátúr, so tað ger ikki mun,
sigur hann.
Sjálvt um hann er klaksvík
ingur, so hevur hann størsta
partin av lívinum virka uttanfyri
Klaksvíkina. Tað var meðan hann
var stjóri á Kósini, at hann mest
var í Klaksvík.
– Men eg trívist, har sum eg
eri, so tað er líkamikið. Fuglafjørð
havi eg altíð havt tilknýti til og eg
var her sum smádrongur. So her
er fínt at vera, leggur hann afturat.
arni@sosialurin.fo
Stjórin uppvaksin
á brúnni á skipi