Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-25, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. januar 2016síða 43

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 20 Januar 2016 1 Danjal av Rana Borðhald, livandi tónleikur og undir­ hald vóru á skránni, tá Havnar Arbeiðs­mannafelag bjóðaði til 100 ára veitslu leygarkvøldið 16. januar. Gist og Vist stóð fyri matinum, Uni Arge leddi kvøldið og umframt heilsanir frá løgmanni, varaløgmanni og borgarstjóranum, var Jógvan Arge boðin at vera gestarøðari. Lena og Niklas, Sámal Ravnsfjall, Herfinnur Árnafjall og Tórshavnar Manskór spældu og sungu, meðan Jákup Veyhe undirhelt við skemti. Sum vera man, varð ofta trivið í søgu felagsins. Samrøða var gjørd við limir, ið mintust farnar dagar, með­an Uni Arge greiddi frá byrjan felags­ins. Sjálvandi vóru sigrarnir hjá felag­num nevndir. Hans Joensen sjálvur nevndi stíðið um 1. og 2. sjúkradag, sum stór fram­brot í nýggjari tíð, umframt at lívs­tryggingin hjá limunum var nógv betrað seinastu árini. Høgni Hoydal, vara­løg­mað­ ur, nevndi í síni røðu broyt­ ingarnar í arbeiðstíðum og lønar­viðurskiftum. Tá Havnar arbeiðs­mannafelag var stovn­ að, var arbeiðstíðin frá klokk­an 6 til 18, 6 dagar um vikuna og løn­in var um 130 oyru um tíman. Í 1931 var arbeiðstíðin stytt niður í átta tímar og í dag nærkast lønin 120 krón­um um tíman. Kristin í Geil skrivaði, at menn settu Havnar Arbeiðsmannafelag á stovn, drivnir »af sult og nød,« og tað var hesum og øðrum djørvum ein­stak­lingum at takka, monnum við hjart­anum á rætta stað og við tí neyð­ugu indignatiónini, at felagið hevði vunnið sær hesi rættindi, segði Høgni Hoydal millum annað. Kvøldið bar eisini brá av, at tað var Havnar Arbeiðsmannafelag í varð heiðrað, og høvuðsstaðurin sjálv­ur varð ofta havdur á orðið og há­lov­ aður, kanska serliga av borgar­stjór­ anum. – Havnar Arbeiðsmannafelag er óloysi­liga knýtt at býnum og at Tórs­havnar Havn. Felagið hevur sett sær fyri at byggja býin og geva okk­ um ein sterkan høvuðsstað, sum tænir ølum landinum. Tað eru mill­ um annað tit, ið halda Tórshavnar komm­unu koyrandi, og um Havnin hevur tað gott, hava allar Føroyar tað gott, segði Heðin Mortensen, í røðu síni. Sonja Jógvansdóttir, ið heilsaði felagnum vegna Samtak, treiv í orðini hjá einum øðrum fakfelagsformanni, Torben Nielsen. – Vi har sejred ad helvede til – godt, segði hann, tá hann í 1979 legði frá sær sum formaður í LO. Sam­skip­arin hjá Samtak vísti millum annað á, at í 1916 mátti ein maður arbeiða í nærum hálvan triðja tíma, fyri at hava ráð til ein pakka av mjøli, meðan hann í dag skal arbeiða 10 minuttir fyri mjølpakkan, og tá hevur hann enn­tá rindað skatt og avgjøld av hon­um eisini. Tey, ið bóru heilsu vóru tó á einum máli um, at hóast nógv stríð hava verið, og nógvir sigrar eru vunnir, so er stríðið enn ikki av, og stórar av­bjóð­ingar liggja enn fyri framman. danjal@sosialurin.fo Havnar Arbeiðsmannafelag 100 ár »Vi har sejred ad Helvede til« HAVNAR ARBEIÐSMANNAFELAG HELT VEITSLU FYRI 600 FÓLKUM Í ÍTRÓTTARHØLLINI Á HÁLSI LEYGARKVØLDIÐ Felagið hevur sett sær fyri at byggja býin og geva okkum ein sterkan høvuðsstað, sum tænir øllum landinum Borðhald, livandi tónleikur og undir­hald vóru á skránni, tá Havnar Arbeiðs­mannafelag bjóðaði til 100 ára veitslu leygarkvøldið 16. januar Myndir: Finnur Justinussen