Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. januar 2016síða 2

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. januar 2016 · Nr. 11 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Seinstu tíðina hava vit her í blað­ num hugt eftir umstøðunum hjá okk­ara eldru borgarum, sum tørva hjálp at klára seg. Og tað er skjótt at stað­festa, at hóast øll gera sítt besta, so skert ikki burt, at økið sum heild verður niðurraðfest. Trupulleikin er í stuttum tann, at av fá fólk er um røktina av teimum, sum treingja. Fyri at bøta um tænastuna, varð eldra­øki­ð lagt út til kommunurnar at um­sita við ársbyrjan í fjør. Tíer helst ov tíðliga at gera niðurstøður, tí tað tekur sjálvandi sína tíð at fáa all­ar tær nýggju mannagongdinar í trygga legu. Men tað er eisini ymiskt, hvussu tær ymsu kommunurnar eru fyri fíggj­ar­liga. Summar kommunur gremja seg, um peningurin, tær fáa frá land­i­num raksturin, ikki røkkur til, og at tær tí sjálvar noyðast í komm­unu­kassan eftir tí, sum restar í. Her hava vit so aftur trup­ul­leik­an við, at vit hava alt ov nógv­ar komm­ u­nur í landinum. Ein spurningur, sum bil­bugt illa fæst við, men sum má loys­ast, um vit ynskja okkum sterk­ari kommunalar eindir. Felagið Tign vísti í blaðnum mána­dag­in á, at fíggjarligi leisturin, sum brúkt­ur verður til at áseta, hvussu nógv hvør kommuna fær a pen­ingi til røktarøkið, ikki set­ ir allar kommununar líka í mun til fígg­ing­ina – við eitt nú for­skatt­ing­ ini av pensjónum og tað sum verð­ur afturborið úr øðrum skatta­skip­an­ um, so sum Dis og Nis og Fas. Felagið vís­ir á, at støðið eigur at verða tikið í tí, sum skal fíggjast, altso talinum av røkt­ar­krevjandi fólkum í hvørjari eind sær. Sambært tí, sum er komið fram her í blað­num, og í tí, sum Tign vísir á, so er støðið á røktarøkinum ikki nøkt­andi. Tign fer so langt sum at siga, at tað enn tá í ávísan mun er ó­for­svar­ligt. Tað er so eitt mál, sum eigur at verða loyst. Er tað so, at talan er um hægri normeringar – at onkur hevur ver­ið við rokniarkinum og stoppuri og skorið niður og skorið niður – tað kann rættast aftur. Jú so víst skal alt rat­i­o­n­a­liserast, soleiðis at samfelagið kann rekast so skynsamst, sum tað nú eina­ferð ber til. Men har er eitt mark. Tað er eitt mark fyri, hvussu nógv­ar tímar tú kanst telgja burtur av eldra­røkt­ini. Hetta markið kann defi­nerast, og so er at virka út frá tí. Vit vita í øllum førum, at tað er einki problem hjá politikarum at finna nógvar milliónir til risastórar verk­ ætl­anir, um tær snúgva seg um be­ tong og asfalt. Men tað ber eisini til at telja eitt sindur av teimum gyltu verk­ætl­ anum fyri at virða okkara eldru med­borg­ar­ar hægra, og geva teimum ta tæn­astu, sum tey hava uppiborið. Størri er tann trupulleikin ikki. Takið heldur burtur av onkr­ um glasligium verkætlanum EIn spurningur um virðing RÆÐIST AT BLÍVA GOMUL Uttan fyri pæd­ a­gog­isk rækk­e­ vidde Johan petersen Kjak síða 14 Dag­ blaðið spøkir aftur Frank Davidsen Kjak Síða 14 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Kendi James Bond bilurin As­ ton Martin DB10 úr nýggjast film­ i­num, Spectre, er nú til sølu DB10 er skraddaraseymaður av bretsku Aston Martin bil­ verk­smiðj­uni til James Bond- film­in. Einans 10 bilar eru gjørdir av slag­num, men tað er bert tann eini, sum verður seldur á upp­boðssølu í London tann 18. ferbuar, so hann er ein rætt­iliga sjáldsamur bilur at eiga í garasjuni. Yvirskotið fer til felagsskapin Læknar utt­an landamørk. Aston Martin DB10 er ein­ans fremleiddur til James Bond-filmin. Bilurin er ikki góð­kend­ur til koyring á al­ fara­vegi og er heldur ikki krasj­test­aður. Heldur ikki er nak­að garanti upp á bilin. Karrossaríið er gjørt úr kol­fipri, meðan kabinan, sum er hondgjørd, er úr leð­ur, aluminium og kolfipri. Mot­ or­ur­in er ein 4,7-litra V8 við 436 hk. Roknað verður við, at bilurin fer fyri eitt stað mill­ um 10 og 15 milliónir krónur. Bilurin, sum fer á upp­ boðs­søl­una, er signeraður av Dan­iel Craig, sum spælir Jam­es Bond í filminum. Læknar uttan landamørk fáa pengar frá James Bond Í samband við Vetrarjazz 2016 verður matiné í Havn­ar kirkju leygardagin. Klav­er­ leik­ar­in Mattias Kapnas fer at spæla "Sonate pour piano 1924" (Sonata fyri klaver frá 1924) av Igor Stravinsky og tvey verk av Kristian Blak "Vatn og grót 2008 og "Vatn og vind 2015". Í báðum førum klav­er­tón­ leik­ur sum tón­askøldini onk­ ur­svegna hava fingið í­blást­ur til via jazztónleik – ella so­kall­ að­an »rytmiskan tónleik«. Igor Stravinsky livdi 1882 - 1971 og er eitt tað best kenda mod­ern­istiska tónaskaldi. Nak­að av hansara tónleiki er ser­merktur av, at hann fekk í­blást­ur frá populer-tónleiki og ragtime sum til dømis í verk­i­num »Søgan um ein sol­ dat«. Eisini tónleikin hjá Kristi­ an Blak kenna vit, sum ver­ andi ávirkaðan av bæði klass­ isk­um og rytmiskum tónleiki - kanska serliga av tí sum kann savnast undir heitinum »Im­pro­vi­se­r­aður tónleikur«. Afturat hesum spælir Matt­ias møguliga eisini okk­ urt verk av J. S. Bach. Kundi verið ein góð kon­trast til modernistiska tón­leik­in av hinum báðum tóna­skøld­u­ num. Mattias Kapnas í Havnar kirkju