týsdagur 26. januar 2016síða 6
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. januar 2016 · Nr. 11
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Danjal av Rana
Í minst tíggju ár hevur mað
urin, sum er í sekstiárunum,
tikið yvir 6.400 barnaporno
grafiskar myndir og yvir
14.500 filmar niður av alnet
inum. Hósdagin í næstu viku
skal hann møta í Føroya
rætti, ákærdur í allarhelst
størsta máli um barnaporni
í Føroyum higartil.
Tað var ein kanning hjá
danska ríkispolitinum, sum
førdi til, at maðurin nú skal
møta í rættinum. Í oktobur
2014 gjørdi ríkispolitiið eitt
átak móti barnapornograf
iskum tilfari í Danmark.
Sum part av hesum átak
inum hevði løgreglan eftir
lit við ymiskum fíldeilings
tænastum. Á eini teirri sá
løgreglan, at ein føroysk IP-
adressa var virkin og gjørdi
barnapornografiskt
tilfar
tøkt hjá øðrum at taka niður
á sína teldu. Ríkispolitiið
boðaði tí løgregluni í Føroy
um frá.
– 10. novembur bóðu
vit Føroya rætt um rætt at
kanna, hvør átti IP-adress
una, og hesum eftirlíkaði
rætturin. 27. novembur vóru
vit aftur í rættinum og bóðu
um loyvi at gera eina húsa
rannsókn heima hjá mann
inum. Eisini hendan um
bønin varð eftirlíkað, greiðir
Linda Margrethe Hesselberg,
ákæri frá.
Barnapornografiska til
farið er býtt í tríggjar bólkar,
eftir hvat verður víst. Beint
yvir 4.000 filmar og 4.000
myndir eru av naknum
børnum, meðan 1.800 myndir
og 9.500 filmar eru av børn
um í seksuellum gerðum.
Harumframt eru nærum 300
myndir og nærum 700 filmar
av serliga grovum slag.
Umframt at vera ákærdur
fyri at hava hetta tilfarið í
síni varðveitslu, er maðurin
ákærdur fyri at í trimum
førum at hava deilt sítt tilfar
við onnur. Tilsamans er hann
ákærdur fyri at hava spreitt
víðari yvir 400 myndir og
yvir 2.500 filmar, har av fleiri
eru av barnaporno av serliga
grovum slag.
Ákæruritið varð handað
manninum seinast í oktobur
í fjør og síðani er ein persóns
meting gjørd av manninum.
Revsiramman fyri at eiga
og breiða barnaporno er
fongsulsrevsing upp í tvey
ár og í serligum førum upp
í seks ár. Ákærin hevði í
oktobur ikki tikið støðu til,
hvat hennara krav verður, tó
at hon heilt víst fer at krevja
fongsulsrevsing fyri mannin.
Sambært Hildur Hentze
fær løgreglan av og á slíkar
fráboðanir frá myndugleik
um í øðrum londum, og verða
slóðirnar tá uttan undantak
kannaðar í Føroyum. Eisini
boða fólk javnan frá, at tey
hava illgruna um at onkur
hevur
barnapornografiskt
tilfar um hendi, men um løg
reglan skal gera nakað meiri
við slíkt, er neyðugt, at tey, ið
boða frá, tora at leggja navn
til.
Linda Margrethe Hessel
berg, ákæri, váttar eisini fyri
Sosialinum, at onkur onnur
mál
um
barnapornograf
iskt tilfar eru á veg í rættar
skipanini.
danjal@sosialurin.fo
14.500 BARNA-
PORNOGRAFISKAR
FILMAR Á TELDUNI
Maðurin hevði yvir 14.500 filmar og 6.400 myndir av barnaporno heima,
tá løgreglan legði hald á telduna og harðdiskarnar hjá manninum
RÆTTARMÁL
Maðurin hevur tikið yvir 6.400 barnapornografiskar
myndir og yvir 14.500 filmar niður av alnetinum
Savnsmyndir