Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-26, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. januar 2016síða 7

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. januar 2016 - Nr. 11 NE Hugskot og viðmerkingar — send sms til 225000 Sosialurin = /N ri Fiskaaling søkir eftir stjóra Fiskaaling skal hava nýggjan stjóra. Stjórin skal ganga á odda í felagnum, hvørs fremsta endamál er at virka fyri eini burðardyggari menning av føroysku alivinnuni. Stjórin hevur dagligu leiðsluna av felagnum og stendur saman við nevnd felagsins á odda fyri menningini av P/F Fiskaaling. Virksemi felagsins er fjøltåttad og í hgvuðsheitum í trim- um lutum. Fiskaaling framleiðir rogn og yngul til vinnuna, fremur vinnuvenda gransking og veitir aðrar tíðarbundnar tænastur. Fiskaaling hevur tætt samstarv við alifyritøkur, myndug- leikar og granskingarstovnar i Føroyum og uttanlands. Stjórin leiðir yvirskipaða samskifti í sambandi við hesi sam- størv. Eginleikar og førleikar Stjórin skal hava viðkomandi royndir og útbúgving og hava ein mennandi leiðslustíl. Stjórin skal stuðla og vegleiða starvsfólkunum og hava góð samstarvsevni. Eisini er um- ráðandi, at stjórin er nýhugsandi og ágrýtin og hevur førleikar at útinna í verki tær hugsanir og ætlanir lagdar eru. Tann, ið settur verður, skal hava kunnleika til gransking og vinnulív og arbeiðsroyndir í alivinnuni og vitan um aling er ein fyrimunur. Setanarviðurskifti og umsókn Starvið verður sett skjótast gjørligt, men vit hava tol at bíða eftir rætta viðkomandi. Lønin verður ásett eftir nærri avtalu og í mun til útbúgving, førleikar og starvsroyndir. Arbeiðsstaðið er á høvudsskrivstovuni hjá Fiskaaling við Áir. Meira fæst at vita við at venda sær til Øystein Patursson, virkandi stjóra, á tel. 774787 ella Kristoffur Laksá, nevndar- formann, á tel. 741982 Umsóknarfreistin er 1. mars 2016. Umsókn, CV, prógv og onnur viðkomandi skjøl skulu send- ast til Spekt Att.: Finnbjørn Zachariasen Staravegur 17 FO-110 Tórshavn fzaæspekt.fo Allar umsóknir verða vidgjørdar í trúnaði. „) Fiskaaling Aquaculture Research Station of the Faroes P/F Fiskaaling - við Áir - FO-430 Hvalvík Faroe Islands Tel 4298 474747 www.fiskaaling.fo P/F Fiskaaling er alment partafelag. Fiskaaling hevur virksemi við Áir, í Nesvík, í Skopun og á Inova í Tórshavn. Virksemið fevnir um framleiðslu av laksarognum og laksayngli og gransking, menning og tænastuvirksemi til frama fyri føroyska aling. Samlaða starvsfólkatalið er 39, herav 15 granskarar. Umsetningurin er 36 mió kr. Alt virksemið á Fiskaaling er góðkent eftir ISO 9001 standardinum og framleiðslan er góðkend eftir Global G.A.P. standardinum. Fiskaaling samstarvar við SalmoBreed í Norra um lívfiskaarbeiði og veitir áleið 70% av rognunum, sum vera brúkt i føroysku alivinnuni. Gransking og menning á Fiskaaling hevur sum høvudsendamdål at skapa vitan til eina burðardygga menning av føroysku alivinn- uni. Í løtuni verður granskað nógu í framleiðslu og brúki av rognkelsi til reinsifisk, laksalús og umhvørvisspurningum í sambandi við aling á harðbalnum økjum. Tænasturnar, sum Fiskaaling veitir, eru vanliga avleiddar av granskingarvirksem- inum. Her kunnu nevnast lúsateljing og streymmátingar á alibrúkum. Meiri fæst at vita á www.fiskaaling.fo. ILSVA [onse | $8).folkI.fo