týsdagur 26. januar 2016síða 8
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. januar 2016 · Nr. 11
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
SAMFERÐSLA
ARBEIÐIÐ
BYRJAR
Í VÁR
Fyrireikingarnar til størstu verkætlan í Føroya
søgu, ganga bæði skjótt og væl
Undirsjóvartunlarnir
Áki Bertholdsen
– Tað hongur sum ætlað og
farið verður undir at bora í
heyst.
Henrik Old, landsstýris
maður í samferðslumálum,
sigur, at fyrireikingarnar
til at fara undir arbeiðið at
gera teir báðar undirsjóvar
tunlarnar, Eysturoyartunn
ilin
og
Sandoyartnnilin,
ganga sum ætlað.
– Arbeiðið liggur í tryggari
legu og tað gongur skjótt
tann rætta vegin, leggur
hann afturat.
Men landsstýrismaðurin
ásannar samstundis, at tíðar
ætlanin er tepur og tí skulu
ikki nógvir snávingarsteinar
til, áðrenn tíðarætlanin fer
at glíða.
Í
uppleggininum
til
undirsjóvartunlarnar verð
ur nakað gjørt burtur úr,
hvussu nógv landið skal seta
í tunlarnar, og um landið
skal tryggja eina minstu
ferðslu ígjøgnum teir, fyri at
gera verkætlanina lættari at
svølgja hjá fíggingarstovn
um.
Henrik Old sigur, at hetta
er ein spurningur, arbeitt
verður við, og har eitt úrslit
er væntandi reiðiliga skjótt.
Men hann sigur, at hetta
eru akkrát spurningar, hann
eisini fer at tosa við allar
floksformenninar á Føroya
Løgtingið, og tað fer hann at
gera í næstum.
– Tað eru allir flokkar,
sum eru við í semjuni um
undirsjóvartunlarnar,
so
tað er beinast at tosa við
allar flokkar, og ikki bara
samgonguflokkarnar, sigur
landsstýrismaðurin.
Snýr seg um javnvág
Henrik Old sigur, at spurn
ingurin er, hvussu stóra
minstuferðslu, landið skal
stryggja lánveitatunum, og,
hvussu stóra trygd landið
skal veita.
Spurningurin er eisini,
hvussu nógv, tað skal kosta
at koyra ígjøgnum tunlarnar.
– Alt hetta er ein spurn
ingur um at finna røttu javn
vágina fyri at finna ta røttu
loysnina fyri landskassan, og
tey, sum skulu brúka tunlar
nar.
Hann sigur, at lands
stýrismaðurin
skal
góð
kenna fíggjarætlanina, men
tað kann ikki verða talan
um, at prísurin fyri at koyra
ígjøgnum tunnilin verður
trýstur í botn, fyri at fáa
landið at veita eina størri
trygd. Men hinvegin skal
prísurin heldur ikki vera so
høgur, at fólk ikki fara at
brúka tunnilin, men fram
haldandi fara at halda seg til
oyggjarvegirnar.
– Tað kann vera so skjótt,
at
tíðirnar
broytast,
og
tað kann fáa týdning fyri,
hvussu nógvir bilar fara at
koyra ígjøgnum tunlarnar, so
hetta er ein spurningur, sum
skal umhugsast ógvuliga
gjølla, leggur landsstýris
maðurin afturat.
Áhugi fyri at fíggja
Henrik Old sigur, at áhugi er
fyri at fíggja verkætlanina,
bæði í Føroyum og uttan
lands, so tað er eisini ein
spurningur, arbeitt verður
arbeiðir við.
Hann staðfestir, at Eystur
oyartunnilin og Sandoyar
tunnilin, eru ein samanhang
andi verkætlan, og at tað
hevur avgerðandi týdning,
at tvíhildið verður um ta
loysnina, so at tunlarnir ikki
verða skildir sundur í hvør
sína verkætlan.
– Tí skal fígging útvegast
til tað felags verkætlanina,
og ikki til teir báðar tunlar
nar hvør sær, leggur hann
afturat.
Teitur Samuelsen, stjóri í
Eystur- og Sandoyartunlar,
sigur, at hóast áhugi er fyri
at fíggja verkætlanina, er
eingin sáttmáli, skrivaður
undir enn.
Hann sigur, at annars eru
fyrireikingarnar komnar so
mikið áleiðis, at Landsverk
hevur góðkent forprojektið,
har høvuðslinjurnar eru sett
ar út í kortini. Nú verður so
arbeitt við sjálvari projekter
ingini, har allir smálutirnir
skulu nágreinast.
Tær seinastu jarðfrøðiligu
kanningar verða nú gjørdar
og samstundis er grivið
omanav við Hvítanes og á
Strondum, har har vegirnir
skulu leggjast og inntøkini
skulu vera, og arbeiðsplássið
skipast.
Ætlanin er at bora í tveim
um støðum, á Strondum og á
Hvítanesi, sigur, tunlastjórin.
Hann sigur, at arbeiðið at
gera
tilkoyringarvegirnar,
og inntøkini til Eysturoyar
tunnilin á Strondum og á
Hvítanesi, er boðið út, og av
gerðin um tað verður tikin í
næstu framtíð.
Sostatt er endamálið at
fara undir tað arbeiðið longu
í vár, helst longu nú í næsta
mánaði, sigur hann.
– Tá kunnu vit siga, at
arbeiðið upp á tunnilin er
byrjað, hóast vit ikku eru
farin at bora. Men arbeiðið,
vit nú gera, fer burtur av
byggitíðini,
sigur
tunla-
stjórin
Tað
arbeiðið
tekur
eitt hálvt ár. Og Teitur
Samuelsen sigur, at og
gongur alt væl, verður klárt
at seta borin í nú í heyst.
Arbeiðið verður boðið út
ímillum nakrar byggifyri
tøkur, sum fíggingarstovn
arnir kunnu góðtaka.
Nær tað so verður koyr
andi ígjøgnum Eysturoyar
tunnilin, er ilt at siga. Men
tann,
sum
fær
arbeiðið,
hevur áhuga í at arbeiða so
skjótt, sum gjørligt, tí meiri
fáa tey burturúr.
Samstundis skal farast
undir Sandoyartunnilin í
seinasta lagi í 2018, men tá er
Eysturoyartunnilin ikki lið
ugur, Men endamálið hevur
Í summar er
so ætlanin at bjóða
sjálvar tunlarnar út