Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-26, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. januar 2016síða 9

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 27. januar 2016 · Nr. 11 SAMFERÐSLA Tað er einki at bíða við, heldur Henrik Old, landsstýrismaður so verið, at tað skal verða koyr­andi í Sandoynna í 2021. – Tað er ilt at siga nakað ávíst um tíðarætlanina, tí, sum sagt, hevur tann, sum fær arbeiðið, áhuga í at ar­ beiða so skjótt, sum gjør­ligt. Fáa vit sett gongd á at bora, skal restin nokk ganga, sigur tunlastjórin. Somuleiðis er tað eisini ein avbjóðing at fáa greiði á, hvat skal gerast við alt grótið, sum kemur úr tunlunum og tað er eisini ein spurningur, ar­beitt verður við. Sum skjótast Ein annar óloystur spurn­ing­ ur í sambandi við Eystur­oyar­ tunnilin, er at fáa greiði á, hvussu innkoyringarvegirnir til Havnar skulu leggjast. Ósemja er um, hvar teir skulu leggjast, hvussu nógv­ ar frákoyringar skulu vera í vegir inn í Havnina, og um ein partur av honum liggj­ ast í ein tunnil, ella ikki. Greiða er heldur ikki fingin á, hvussu nógv landið skal rinda av honum, og, hvussu nógv, kommunan skal rinda. Hetta er ein ósemja, sum hevur verið ímillum landið og kommuna í nógv ár, uttan at nøkur loysn er funnin. Men Henrik Old sigur, at hetta er ein spurningur, hann fer at taka upp sum skjót­ast fyri at finna eina semju. Fara nú at fyrireika nýggjan Hvalbiartunnil HAVA FÍGGING – Vit hava fígging til at gera tað fyrireikandi arbeiðið í sambandi við Hvalbiar­ tunnnilin, í ár, sigu Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum Um hann so verður nakrar metrar longri ella styttri, hevur minni týdning Áki Bertholdsen Nú verður sjøtul settur á ar­beiðið at fyrireika nýggj­ an Hvalbiartunnil. Tað sigur Henrik Old, lands­stýrismaður í sam­ ferðslu­málum. Nú Viðareiðistunnilin verð­ur liðugur langt fyri tíðar­ætlanina, ætlar lands­stýrismaðurin eis­ini at framskundað ætlan­ina at gera nýggjan Hvalbiar­ tunnil. Og nú fíggjarlógin fyri í ár varð samtykt, vórðu fimm milliónir settar av til Hvalbiar­tunnilin. Og Henrik Old sigur, at fyrsta dagin fer hann at skipa fyri fundi við komm­unu­stýrini í Hvalba og á Tvøroyri um nýggja tunnilin. Hann sigur, at nú pen­ ingur er settur av at fáa gongd á arbeiðið, er tað einki at bíða við, og á Lands­verki eru tey eisini farin at hugsa um linju­ før­ing­ina, og annað, í sam­ bandi við tunnilin. Ósamd um tunnilin Tað er einki dulsmál, at Lands­verk og bygdaráðið í Hvalba, eru ikki samd um, hvussu tunnilin skal leggjast. Landsverk hevur lagt tunnilin undir núverandi tunli, men kortini so at hann kemur út longur úti í dalinum í Trongisvági, enn núverandi tunnil. Men bygdaráðið í Hvalba vil hava tunnilin nógv longri út í dalin í Trongis­vági, enn lands­verk vil, hetta fyri at sleppa undan teirri drúgvu brekk­ uni niðan ígjøgnum dalin. Henrik Old sigur, at eisini hetta eru viðurskifti, hann fer at hava í huga­ num. – Vit fara at umrøða, hvar tunnilin liggur best, og í tí sambandi hava vit bæði brekkur, kava­rudd­ ing, og eisini vind, at hugsa um, tí á ávísum plássum á leið­ini, har tunnilin skal vera, er ómetaliga vind­ hart. – Og vit skulu eisini hava í huganum, at um ikki so øgiliga nógv ár, verð­ur uttan iva koyrandi av megin­økinum til Suður­ oyar, og tá verður ferðslan ein heilt onnur, enn hon er í dag. So tá ið tunnilin verður sett­ur út í kortið, er rættast eis­ini at leggja upp fyri tí, sigur Henrik Old. Ein avbjóðing Landsstýrismaðurin sigur, at tunnilin skal leggjast, har hann samanumtikið tænir sínum endmáli best, um hann so verður nakrar metrar longri ella styttri, hevur minni týdning í longdini. – Tað er ein avbjóðing at leggja tunnilin, har hann liggur best. Tað er bílig­ari at gera vegir, tí eru tað óivað summi, sum vilja, at hann skal vera so stutt­ur sum gjørligt, og so held­ur hava longri vegir. Men tað skal alt setast upp ímóti hvørjum øðrum, so at hann, samanumtikið, tæn­ ir sínum endamáli best. Men Henrik Old sigur, at endamálið er at seta hol á málið nú, – Vit hava fimm millión­ ir at arbeiða við í ár, so verður neyðugt at gera royndarboringar, ella aðrar fyrireikingar, kann tað gerast í ár. – Eg eri opin fyri at lurta eftir øllum, fyri at fáa eina loysn, sum er so góð, sum gjør­ligt, leggur lands­stýris­ maðurin afturat. Hovstunnilin er eitt dømi um, ein tunnil, sum varð fluttur frá síni upp­ runa­ligu linjuføring. Landsverk ætlaði at leggja tunnilin nógv hægri í fjøll­unum. Men eftir at mál­ið varð tikið upp aftur, varð avgjørt at leggja hann heilt niðri í dalinum, har hann liggur nógv best fyri, hvat ferðsluni við­víkur, tí nú sleppur hon und­an øll­um brekkunum norðan­ fyri Hov, sum hevur elvt til stórar trupulleikar í ferðsl­ uni, serliga um veturin. aki@sosialurin.fo BYRJA NÚ Gongst sum ætlað, verður farið undir arbeiðið at gera Eysturoyartunnilin longu í næsta mánað. Tey eru farin at grava oman av í sambandi við tær seinastu jarðfrøðiligu kanningarnar og nú verða so inntøkini og tilkoyringarvegirnir gjørdir, umframt at arbeiðsplássið skal skipast Mynd: Álvur Haraldsen