Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-26, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. januar 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. januar 2016 · Nr. 11 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 MELDURIN FRAMÍHJÁRÆTTUR AT LUTTAKA Í POLITIKKINUM 48 ára gamla Katrin Kallsberg er bæði glað og bilsin yvir, at hon nú er ein partur av politisku skipanini Árni Gregersen – Eg valdi við hjartanum. Tí stillaði eg upp fyri Tjóðveldi. Katrin Kallsberg, 48 ár, var vald á ting 1.september í fjør. 396 per­sónligar atkvøður fekk kvinnu­læknin úr Havn og vann sær harvið ein av sess­unum hjá Tjóðveldi í Løg­ting­inum. – Tað er síðani vit fluttu heim til Føroyar, at politiski áhugin er vaknaður. Eg havi ikki havt tann stóra polit­iska áhugan fyrr og havi heldur ikki luttikið í studentar­ politikki, tá ið eg las, men nú er áhugin av álvara vaknaður og eg haldi tað er ómetaliga spenn­andi at arbeiða í politisku skipanini. Tað var ikki tí at ser­ læknin í kvinnusjúkum ikki hevði nóg mikið at gera, at hon valdi at fara uppí politikk. – Eg hugsaði um, at skulu vit tryggja okkara børnum eitt gott land at liva í, so mugu vit øll royna at gera mun og arbeiða fyri, at sam­ fel­agið gerst uppaftur betri enn tað er nú, siugr Katrin Kalls­berg. Tað er bæði tá ið hon hevur møtt fólki á starvsleið síni sum lækni, men eisini í tíðini, tá ið hon var forkvinna í Javnstøðunevndini, at áhugin fyri politikki av álvara kyknaði. Og nú situr hon sum ting­ kvinna – og forkvinna í trivn­ aðar­nevndini. Trivnaðarnevndin Trivnaðarnevndin tekur sær av øllum sosialum málum, men eisini øðrum stórum mál­um, sum fara gjøgnum Løg­tingið. Høvuðsmálið nú, sum tekur nógva tíð og hevur stór­an almennan áhuga, er spurn­ingurin um samkynd kunnu sleppa at giftast. Eitt er, at málið er álvar­ sligt og krevur av ting­fólk­ unum, at tey taka eina støðu, men harumframt gevur tað stórar tekniskar avbjóðingar. Tríggjar ymiskar ting­ nevndir viðgera málið og skulu skriva álit til Løgtingið, áðr­enn tingið kann avgreiða spurn­ingin. Formansskapurin hevur givið nevndunum ein eyka mánaða at arbeiða við mál­ unum í, men tá ið tey so koma aftur í tingið og møgu­ liga verða samtykt, so skulu tey við­gerast av donskum myndug­leikum, tí hetta er eitt mál, sum vit ikki hava yvir­tikið. – Eg vóni, at hetta verður samtykt í Løgtinginum, so hetta verður avgreitt og tey sam­kyndu fáa eitt virðiligt lív í teirra egna heimlandi og ikki hava fyri neyðini at rýma av landinum, sigur Katrin Kallsberg. Nývalda tingkvinnan hev­ur fingið nógv góð og positiv upplivilsir, síðani hon kom á ting. – Eg má siga, at tað bæði er avbjóðandi og spennandi at sita sum forkvinna í trivn­ aðar­nevndini. Tey fólk, sum manna nevndina, eru bæði vitandi og dugnalig og eg meti, at tey øll – hvør á sín hátt – virka fyri at gera Føroyar til eitt betri sam­ felag, sigur hon. Pensjónirnar Eitt annað stórmál, sum hend­an samgongan av álvara hevur sett á breddan og arbeiðir við at loysa, er pen­ sjóns­spurningurin Ein bólkur er settur við umboðum úr øllum flokkum og Katrin Kallsberg er annað um­boðið fyri Tjóðveldi. Pensjónsmálið er stórt og tað hevur verið viðgjørt í mong ár. Ein partur av mál­ inum er settur í verk, so øll spara upp til egna pensjón. Ein broyting er tó hend síðani hendan samgongan tók við. Í ár verður ikki spart upp til egna pensjón, tí pen­ing­ urin í ár í staðin fyri fer í Sam­halds­fasta -AMEG – sum so eis­ini hevur hækkað út­ gjald­ið til øll. Katrin Kallsberg Vit mugu øll royna at gera mun og arbeiða fyri, at samfelagið gerst uppaftur betri enn tað er Mynd: Álvur Haraldsen