týsdagur 26. januar 2016síða 11
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 27. januar 2016 · Nr. 11
MELDURIN
Sosialurin
Áðrenn Katrin Kallsberg kom til Føroyar at
arbeiða, var hon send til gmla Jugoslavia
fyri Læknar Uttan Landamørk
Árni Gregersen
Katrin
Kallsberg,
ting
kvinna og serlækni, veit
væl, at vit búgva í einum
landi, har viðurskiftini eru
góð.
Hon veit eisni væl, at
ofta er tað, sum vit finanst
at tað, sum danir kalla fyri
»hobbybrokk«.
Hon hevur persónliga
verið har, sum tað veruliga
brennir á.
Í 1995 var hon send út
til gamla Jugoslavia fyri
felagsskapin Læknar Uttan
Landamørk. Í tí seinni so
kenda býnum, Srebrenica,
arbeiddi hon eina tíð, men
hetta var undan tí stóra
fólkadrápinum, sum fór
fram har á sumri í 1995.
– Eg kann kanska siga
tað á tann hátt, at tíbetur
var eg farin aftur til Dan
markar
áðrenn
hesin
ræðuleikin fór fram, sigur
Katrin Kallsberg.
Hon sigur, at tá ið hon
var í Jugoslavia, var tað
ikki so ógvusligt, men hon
veit, at tey, sum sótu heima
í Føroyum, vóru bangin um
hana.
– Omma bant mær eina
troyggju til føroysku klæð
ini tað várið. Troyggjan
skuldi brúktast, tá ið vit
giftust hetta summarið.
Omma segði, at neyvan
var nøkur troyggja áður
tøvd í so nógvum tárum,
sum hendan.
Katrin Kallsberg minn
ist afturá ræðuleikarnar
í
jugoslaviska
býnum.
Hon øtast framvegis yvir,
hvussu ójøvn viðurskfit
ini vóru millum tað, sum
kundi gerast inni í leguni
hjá hollendsku herdeildini,
og so á viðurskiftini har
sum hon arbeiddi millum
tey lokalu.
– Sjálvandi er alt hetta
nakað, sum setir seg fast,
men tað ger eisini, at eg
dugi at síggja, hvussu
gott vit hóast alt hava
tað í Føroyum. Tað er eitt
»privilegium« at búgva her
og síggja síni børn vaksa
upp her, sigur Katrin Kalls
berg.
arnig@sosialurin.fo
Var send út fyri Læknar
uttan landamørk
Viðvíkjandi pensjónunum
er sostatt ásett, hvat borgar
ar í Føroyum skulu gjalda
inn til, men hvussu alt skal
gjaldast útaftur er ongin
endalig loysn funnin á.
– Vit arbeiða við málinum
og tað er avtalað, at fundur
skal haldast hvørja viku, so
málið kann avgreiðast, sigur
Katrin Kallsberg.
– Málið er so avgerandi, at
vit mguu finna eina semju
um hvussu hetta verður
loyst.
Nógvir
spurnignar
skulu svarast, tí sjálvt um
tey, sum hava góðar inn
tøkur, kunnu gjalda inn til
pensjónina, so eru vit eisini
noydd at finna eina loysn
fyri tey, sum eru láglønt og
fyri tey, sum av einari ella
aðrari orsøk ikki hava inn
tøkur. Tað kann vera vegna
sjúklu ella onur viðurskifti.
Tey mugu eisini fáa eina
eftirløn so ella so, tí annars
má samfelagið taka sær av
teimum á annan hátt, tá ið
tey koma í pensjonsaldurin,
sigur hon.
Tí heldur hon eisini, at
broytingin, sum var gjørd
í fjør, við at ein partur av
gjaldinum fer inn í Sam
haldsfasta, er ein partur av
loysnini.
– Gera vit ikki okkurt,
sum líkist hesum, so fáa vit
stórar sosialar skeivleikar,
sum í seinasta enda fara at
kosta samfelagnum nógvan
pening, heldur hon.
Katrin Kallsberg dugir tó
væl at síggja, at sjálvt um vit
mugu taka okkum av teim
um, sum ikki megna ella ikki
kunnu spara upp sjálvi, so
mugu vit eisini ansa eftir, at
tey, sum sjálvi spara upp, ikki
verða revsað.
– Hetta eru torførir spurn
ingar, men vit mugu finna
eina loysn. Pensjónsspurn
ingurin hevur verið leingi
viðgjørdur, so øll kenna
trupulleikarnar.
Nú
má
loysnin finnast og avgerðin
takast, heldur hon.
Sjálvbjargni
Sum partur av Tjóðveldi er
Katrin Kallsberg sjálvandi
sjálvstýrissinnað.
– Ja, sjálvandi, men eg
haldi fyrst og fremst ,at vit
sum tjóð eiga at tryggja okk
um sjálvbjargni so gott, sum
vit kunnu. Tað er í veruleik
anum tað, sum vit læra okk
ara børn, men vit mugu eisini
gera tað, sum tjóð, sigur ting
kvinnan.
Hon heldur at frælsi og
sjálvbjargni eiga at hanga
saman og tað eru hesum, vit
sum tjóð, skulu arbeiða fram
ímóti.
– Tað er ikki rætt, at vit
bara siga at vit eru so fáa,
at vit ikki gera mun. Vit eiga
at trúgva uppá okkum sjálvi
og era mun har sum vit eru.
Bæði sum einstaklignar, men
so sanniliga eisini, sum tjóð.
Tá ið tosið fellur inn á
flóttafólk, so heldur hon, at
sjálvandi eiga at hjálpa fólki,
sum eru í neyð og eru hótt
eftir lívinum – so ella so.
– Men sjálvandi krevur
tað, at vit eisini duga at skilja
ímillum, hvørji eru veruligi
flóttafólk. Tað eru teimum,
vit skulu hjálpa – ikki altíð
øllum øðrum.
Hon heldur, at gera vit
hvør sær eitt sindur, so ber til
at flyta seg rættulgia langt.
So kunnu vit gera mun.
Katrin
Kallsberg
• 48 ár
• Tvey børn
• Útbúgving:
Serlækni í kvinnusjúkum
og burðarhjálp
• Forkvinna í trivnaðar
nevndini
– Eg havi ikki havt tann
stóra politiska áhugan fyrr
og havi heldur ikki luttikið
í studentarpolitikki, tá ið
eg las, men nú er áhugin
av álvara vaknaður og
eg haldi tað er ómetaliga
spennandi at arbeiða
í politisku skipanini,
sigur Katrin Kallsberg
Mynd: Álvur Haraldsen