Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-26, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. januar 2016síða 12

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. januar 2016 · Nr. 11 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HEILSA Vilmund Jacobsen Tað munnu vera fá, sum ikki vita, at ov høgt kolesteroltal, royk­ing, yvirvekt og ov høgt blóðtrýst veksa um vand­ an fyri at verða raktur av hjartaæðrasjúku. Á hin­ari síðuni hava flestu okk­ara eisini hoyrt um eitt ella fleiri fólk, sum hóast ser­liga heilsugóðan lívshátt kort­ini fingu ein blóðtøpp í lut­fals­ liga ungum aldri. Men, hvussu kunnu vit vita, um vit sjálvi eru í vanda­bólkinum fyri at fáa ein blóð­tøpp – líkamikið, um vit liva sunt ella ósunt? Tú kanst fáa læknan hjá tær at gera eina vanda­ meting, har atlit verður tikið til royking, rørslu, vekt, kolesterol­tal, blóðtrýst og møgu­liga hjartaæðrasjúku í nærm­æstu familjuni. Men, eina slíka vanda­ meting gevur serlæknin í al­mennum heilivági og fyri­byrg­ing, Stig Ekkert, ikki nógv fyri. Hann vísir til eina kanning frá 2012 á hjarta­deild­unum á trimum jútskum sjúkrahúsum. – Ein røð av sjúklingum, sum vóru innlagdir við akutt­ um blóðtøppi í hjartanum, fingu bert eina traditionella vanda­meting gjørda, sigur hann. Sambært Stig Ekkert vísti kanningin, at heili 93 prosent av teimum raktu høvdu farið ígjøgnum vandametingina uttan nevniverdar við­merk­ ingar. – Kanningin vísir eins og aðrar, at vanliga metingin slett ikki er nóg mikið til tess at finna fram til tey, sum eru í vanda fyri at fáa ein blóð­ tøpp, sigur serlæknin. Skanning av hálslívæðr Eins og nakrir aðrir lækn­ar, mælir Stig Ekkert í staðin til eina skanning av háls­lív­ æðr­ini, sum eftir hansara tykki er nógv meira effektiv og neyv. Í mun til lívæðrarnar í hjarta­num og blóðæðrarnar í heilanum, liggur háls­lív­ æðrin uttarlaga og er tí løtt at skanna við ultraljóði. – Hálslívæðrin gevur eina góða mynd av, hvussu støðan er við æðrunum aðrastaðni í lika­minum, eisini krúnu­lív­ æðr­ini í hjartanum. Tí er ein skann­ing av hálslívæðrini eitt lættur háttur at av­dúka, hvørt talan er um æðra­kálk­ ing ella ei, sigur Stig Ekkert. Serlæknin er sjálvur ein av slóðbrótarunum innan skann­ing av hálslívæðrini. Hann hevur lært háttin í USA og hevur roynt hann í Dan­mark síðan ár 2008. Í 2012 var Stig Ekkert mill­ um tey, sum tóku stig til at lata upp CardioLab. Hetta er ein keta við privatum lækna­ stovum, sum móti gjaldi fremja nevndu skanningar. Í dag rekur hann nýbyrjaðu fyri­tøk­una, CardioFit, sum eisini bjóðar hesar skann­ ingar. Almenna heilsuverkið í Danmark ger eisini skann­ ingar av hálslívæðrum, men tað eru bert sjúklingar, ið antin hava havt blóðtøpp ella hava fingið staðfest hjarta­trupulleikar, ið fáa hesa skanning. Skeiv raðfesting Almenna sjúkrahúsverkið bjóðar ikki hesa skanning til fólk sum annars eru frísk, men sambært Stig Ekkert er hetta ein skeiv rað­festing, sæð út frá ein­um fíggjar­lig­ um og menn­iskjans­ligum sjónar­horni. Hann vísir á, at hjarta­ æðra­sjúkur saman við krabba­meini hagfrøðiliga sæð eru tveir teir størstu »drep­arar­nir«, tá deyðs­ orsøkir í Danmark verða gjørd­ar upp í tølum. Fleiri tús­und danir doyggja hvørt ár av blóð­tøppi í hjartanum ella heil­anum, og eins mong fáa var­andi mein og missa ar­ beiðs­førleikan. Nógv, sum verða rakt, gerast lutvíst lammað ella missa førleikan at tosa eftir blóðtøpp í heilanum. Eins mong fáa kroniskar hjarta­ trupul­leikar í kjalarvørr­ inum av einum blóðtøppi í hjartanum. Haraftrat kemur fíggjar­ ligi samanhangurin, og sam­bært Stig Ekkert kosta hjarta­æðrasjúkur samfelag­ num umleið líka so nógvan pen­ing sum øll krabba­meins­ við­gerð tilsamans. – Kunnu vit minka um talið av álvarsomum blóð­ tøpp­um, fer hetta at spara sam­felag­num veldugar upp­ hæddir. Samstundis kunnu vit beina burtur nógva menn­iskjansliga líðing. Serlæknin heldur, at út­ reiðslurnar til eitt ókeypis al­ment tilboð um skanning av hálslívæðrini – eitt nú sum screnning av øllum, sum eru yvir 40 ár – høvdu ver­ið smáar í mun til tær út­reiðsl­ ur, sum samfelagið við tíðini hevði spart. Útseting av blóðtøppi Ein skanning av háls­lív­æðr­ ini bjargar í sær sjálvum ong­um mannalívi. Men, sam­bært serlæknanum ber til við hesi skanning at finna tey fólk, sum líða av æðra­ kálking, ið er orsøk til blóð­ tøppar. – Tað góða við skanning er, at tað í stóran mun ber til at peika út tey fólk, sum eini 10 til 20 ár úti í framtíðini kunnu væntast at fáa blóð­ tøpp, um tey halda fram við verandi lívshátti. Lívið og førleikin hjá fleiri fólkum kann sambært Stig Ekkert bjargast, um sett verður inn við fyribyrging, eitt nú við meira rørslu, broytt­um kostvanum og møgu­ligari viðger við heili­ vági. At finna út av hóttandi sjúk­uni í góðari tíð er avgjørt ein fyrimunur. Tó er ikki sagt, at tað fer at lata seg gera at rudda út blóðtøppar. Men, við at finna fram til teirra, sum eru í vandabólki, ber sambært serlæknanum til at skjóta út vandan fyri ein­um møguligum blóðtøppi í fleiri ár. Læknar ikki samdir Tað eru tó ymiskar meiningar innan læknaheimin um hesi viðurskifti – hvørt tað er skila­gott at skanna fólk, sum ikki beinleiðis eru í vanda­ bólki fyri møguliga at fáa ein blóðtøpp. Í fjør góvu Dansk Cardio­ logisk Selskab, Dansk Neuro­ logisk Selskab og Dansk Selskab for Almen Medicin, í felag út eitt skriv, har tey frá­ ráddu fólki til sjálvi at gjalda fyri eina skanning av háls­lív­ æðr­ini. Hjartafelagið er samt í hesi niðurstøðu, og sambært granskingarstjóranum hjá felanum, Gunnar Gislason, sum er yvirlækni og profess­ ari í hjartasjúkum, gevur ein skanning ikki fólki nak­að, sum ein samrøða við prakti­ ser­andi lækna ikki kann geva. – Tú skalt gera rættiliga nógvar skanningar, áðrenn tú finnur ein sjúkling, sum er í øktum vanda fyri blóð­ tøppi, og sum ikki hevði verið »fangaður« av sínum egna lækna, sigur Gunnar Gislason. Tí heldur hann ikki, at ein almenn screening av einum størri parti av fólk­inum hevði loyst seg fíggjar­liga fyri samfelagið. Útreiðslur­ nar høvdu verið størri enn vinn­ing­urin. Kelda: www.helse.dk Skanning av hálslívæðrini kann fyribyrgja blóðtøppi Nakrir læknar halda, at ein skanning av hálslívæðrini er ein serstakur møguleiki at avdúka byrjandi æðrakálking. Aðrir læknar hava ikki somu tiltrúgv til henda háttin Ein skanning av háls­lív­ æðr­ini tekur bert 10 til 20 minuttir. Hetta gevur onga pínu og hevur eingi hjá­ árin. Við skanning sær ser­ útbúna fólkið tjúktina á æðra­vegg­inum sum vísir í hvønn mun, tú ert rakt/-ur av æðrakálking. Tey flestu fáa í ávísan mun æðra­ kálk­ing, sum tey eldast. Skann­ing kann eisini vísa, um onkur skón situr innan í æðrunum. Sita skón­ ir í æðrunum, kunnu tær ger­ast vandamiklar, um tær ríva seg leysar og ger­ ast orsøk til blóðtøpp. Við hesum er tó ikki sagt, at vanlig æðrakálking ikki eis­ ini er vandamikil. Prís­urin fyri eina skanning av hals­ lív­æðrini og eftir­fylgjandi sam­røðu er 1.00 krónur. Rindar tú 2.995 kónur, kanst tú haraftrat taka eina blóðroynd og máta kolesterol-og blóðsukurtal. Kelda: www.helse.dk Fakta um skanning av hálslívæðr – Skanning av hálslívæðrini gevur eina góða mynd av, hvussu støðan er við æðrunum aðrastaðni í likaminum, sigur serlæknin, Stig Ekkert Gunnar Gislason