Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-26, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. januar 2016síða 13

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 27. januar 2016 · Nr. 11 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KJAK Kringvarpið uttan fyri pædagogisk rækkevidde Samstundis, sum KvF loyvir sær ódokumenterað álop á persónar, serliga politikarar, undir heilaga navninum av kritiskum journalistikki – og sum í veruleikanum onki hevur við hetta hugtak at gera – so er sama KvF sera erkvisið, um onkur loyvir sær at seta fram kritikk av KvF Johan Petersen fyrrv. útvarps- og sjónvarpsnevndarformaður Beint fyri jól hevði Sosialurin eina grein, har tríggir fyrrvernadi leiðarar av Kring- varpinum – ella Útvarpi og Sjónvarpi, sum tað æt tá – søgdu sína meining um henda mest maktfulla miðilin í Føroyum. Hesir tríggir vóru allir samdir um, at trúvirðið hjá KvF var ov veikt orsakað av serliga teimum trimum sendingunum um CIP- og tollmálið og um fiskivinnuna. Onki við kritiskan journalistikk at gera Hetta eru sendingar, sum KvF kallar kritiskur journalistikkur, men sum í veruleikanum onki hevur við kritiskan journalistikk at gera, av tí at sendingarnar eru einsíðugar og í stóran mun ódokumenteraðar. Teir tríggir – Jógvan Jespersen, Árni Gregersen og Hans Jørgensen – siga m.a. í viðtalinum við Sosial- in, at trúvirðið hjá KvF er ov veikt, KvF er ov lítið tilvitað um týdningin av sínum trúvirði, KvF insinuerar uttan prógv, er ov lítið sjálvkritiskt, tykist sum slatur uttan belegg verður borðreitt sum tíðindi, upptøkur verða gjørdar t.d. í myrkri fyri at geva eina negativa og korrupta fatan av persónum og at sendingarnar til tíðir eru á eggini til at vera tendensiøsar. Áttu at lagt frá sær Teir halda eisini, at kringvarps- fólkini, sum vóru blandað upp í tollmálið eftir dómin í Føroya Rætti áttu at havt tikið avleiðingar av sínum mistøkum. Hóast tey vóru fríkend í landsrættinum, hevur trú- virðið hjá Kringvarpinum fingið eitt skot fyri bógvin. Hóast hendan varna og sakliga kritikk, so prellar alt av hjá leiðsl- uni á KvF - ja tey eru enntá í aftur- svari firtin um, at nakar skal loyva sær at koma við ”ósakligum álop- um”, sum tey kalla tað, á ”kritiska journalistikkin”, tí hann er ein týð- andi partur í fólkaræðinum. Kringvarpsfólkini brúka júst sama taktikk mótvegis teimum trimum fyrrverandi kringvarps- leiðarunum, sum tey gera í sínum sendingum – at kritikkkurin er ein- síðugur, ikki í samsvar við veru- leikan, KvF insinuerar ikki osfr. Tiga um heildina, men geila smálutir upp Sum dømi um, at tey hava gjørt eitt gott journalistiskt arbeiði nevna tey, at í kanningini hjá Gammeltoft-Hansen bleiv staðfest, at fyrrverandi løgmaður Kaj Leo Johannesen hevði sagt ósatt fyri løgtinginum og harvið brotið lógina um ábyrgd landsstýrisins og at KvF insinueraði ikki. At fyrrverandi løgmaður gjørdi ein fótfeil og eftir hart orðaskifti í løgtinginum gav ”urigtige oplys- ninger” um ein fund, verður geilað upp aftur og aftur og gjørt til tað stóra lógarbrotið, hóast sama kanning vísir á, at onki í sjálvum málinum um Skálafjarðartunnilin var ólógligt. Men hetta siga kringvarpsfólkini onki um, hóast tey skuldsettu, insinueraðu og niðurgjørdu høv- uðspersónarnar í málinum ótelj- andi ferðir. Bara í sendingini um Skálafjarðartunnilin kunnu vit lættliga telja eini 50-60 ferðir, har fyrrverandi løgmaður og lands- stýrismaður blivu skuldsettir, útsettir fyri insinuatión og/ella niðurgjørdir. Hetta er ikki seriøst og vísir, at kringvarpafólkini hava ikki virðing fyri sínum faki. ”Kritiski” journalistikkurin hjá KvF er einsíðugur, villleiðandi og niðurgerandi KvF er bundið av fleiri ásetingum, m.a. kringvarpslógini, lóg um fjølmiðlaábyrgd, public service sáttmála (hóast hann í løtuni er útgingin, verður hann praktiserað- ur), ásetingar um góðan fjølmiðlasið og egnar hugsjónir sambært egnu heimasíðuni. Hesar ásetingar binda tíðinda- ella aktualitetsdeildina, sum altíð hevur verið flaggskipið hjá KvF m.a. at senda sakligar, álítandi, óheftar, fjølbroyttar og viðkomandi upplýsingar, hava javnvág í at lýsa sjónarmið frá fleiri síðum og hava ein høviskan atburð. Júst hesar ásetingar skúgvar aktualitetsdeildin hjá KvF full- komuliga til viks í omanfyri nevndu sendingum. Og hóast tað, kallar KvF sendingarnar fyri ”kritiskan” journalistikk. Hetta hevur als onki við kritiskan journalistikk at gera, men er einsíðugur, villleiðandi og niðurgerandi journalistikkur. Uppbygt trúvirði í hálva øld niðurbrotið upp á stutta tíð Tað hevur eyðnast tíðindadeildini ella aktualitetsdeildini, sum hon nú kallast, at niðurbróta tað trúvirði, sum dugnaligir journalistar og leiðsla av útvarpi og sjónvarpi høvdu bygt upp í meiri enn eina hálva øld, og sum als ongin setti spurnartekin við. Sum fyrrverandi útvarps- og sjónvarpsnevndarformann harmar tað meg ómetaliga nógv, at ódugnalig leiðsla, sum ikki hevur virðing fyri sínum faki, so skjótt kundi oyðileggja ein annars vælfungerandi miðil. Alla mína tíð sum formaður var aðalreglan, at kringvarpið hvørki mátti vera ella haldast at vera partískt. Hóast ávarðingar prellar allur kritikkur nú av upp á leiðslu KvF´s. KvF ein hóttan mótvegis fólkaræðinum? Og hesin ”kritiski” journalistikk- urin er ein týðandi partur av fólkaræðinum, siga kringvarps- fólkini! Sjálvur haldi eg, at KvF er ein hóttan móti fólkaræðinum, soleiðis sum KvF førir seg fram. Men lat tað verða sagt, at hesin kritikkurin ikki er settur fram móti mentanardeildini, sum hóast lýtir ger nógvar stak góðar og viðkomandi sendingar. Men aktualitetsdeildin er ikki uppgávu sína vaksin. Og hóast trúvirðið hevur fingið eitt skot fyri bógvin, avvísir leiðslan og onkultir journalistar allan kritikk. Havi hug at enda við einum grukki hjá Piet Hein: Ingen kan hæve sin lod ved at kræve. Livsloven lyder: man er hvad man yder. »Áttu at verið koyrd frá« Sólborg Dulavík Soleiðis var yvir- skriftin í Sosi- alinum 15.12.15. Sipað var til fjøl- miðlafólkini Dia Midjord, Liljuna Weihe og Jan Lamhauge og um sak í samband við fyrrverandi landsstýrismann. Spurningurin varð settur um trúvirðið hjá Kringvarpinum, orsakað av at tey ikki tóku dómin til eftirtektar og fóru frá. Hinvegin kunnu vit eisini spyrja um trúvirðið hjá hesum trimum monnum, ið nú úttala seg og sum størst sæð eru púra samdir, Jógvan Jesperen, Árna Gregersen og Hans Jørgensen, hóast tað, at hetta felags sjónarmiðið hjá teimum ikki er umboðandi øll við innlitið í hetta sama. Kundi hugsað mær tey við eisini. Sjálvt um vit ikki her beinleiðis kunna tosa um dóm, so kann man spyrja um grein, sjóneyka og spurningur eisini kundi verði settur við tykkara leiklutir sum kringvarpsfólk, tíðindafólk og almennir persónar. Og um møguliga størri orka hjá tykkum kundi verið nýtt til opinleika og kunning fyri Føroya Fólki, um evni, sum viðvíkja landi, fólki, almennum pengum og samfelags- viðurskiftum av týdningi. Tað vísir seg ofta sum, at fólk, ið traðka fram, skulu hava slag á fingrarnar. (Jante) Til dømis varð sendingin um Eik banka eisini sera átroðkandi, neyðug og góð fyri okkum øll, sum vóru so ella so ávirkað av tí leiki, ið vit í grundini, einki vistu um. Stóð tað til mín fingu Jan, Liljan og Dia heiðurslønir fyri sínar leiklutir, bæði við at kasta ljós á og leggja rygg til sera týðandi viðurskifti í samfelagnum, sum høvdu stóran kostnað fyri fleiri hundraðtals fólk. Her fingu vit innlit í, bæði í práti og myndum, hvat veruliga hevði gingið fyri seg. Og takk fyri tað! Gott nýggjár við vón um eina betri framtíð fyri land og fólk.