týsdagur 26. januar 2016síða 14
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. januar 2016 · Nr. 11
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KJAK
Havnarbyggingin
Niels Midjord
Stendur tú mitt í
onkrun, – í hesum
føri ætlaðu havn-
arbyggingina
við
Skansan – kann
tað vera torført at
taka dagar ímillum,
tí tú hevur so ilt
við at fáa yvirlit yvir støðuna. Tá
er hent at hava líknandi dømi at
samanbera við.
Fari tí fyrst at umrøða tvey dømi,
har
líknandi
havnarbyggingar
eru framdar, og har tað tí ber til
at eftirmeta, hvørjar avleiðingar-
ætlaðar og óvæntaðar – tær hava
havt fyri grannalagið.
Fyrst míni ambivalentu viður-
skifti mótvegis Havsbrún.
Áðrenn Havsbrún varð bygt í
1964, var arbeiðsloysi í Fuglafirði.
Handils og reiðaravirkini í bygdini
vóru farin av knóranum, og hjá
einasta
arbeiðsplássinum,
sum
eftir var – trolaranum Ólavi Halga
– gekst ikki væl. Tá tók sjálvs-
stýrislandsstýrið, ið tá sat, stig til
at byggja eina sildaverksmiðju.
Fleiri bygdir vóru um boðið,
men fuglfirðingar bóru skjótt at.
Saman við kommununi stovnaðu
teir partafelagið Havsild og fingu
virkið.
Virkið skuldi byggjast í fjørðuni
beint undir húsunum hjá okkum,
har eg kendi hvønn stein, og
har vit plagdu at fanga krabbar,
kruttungar og glasállar, og har vit
róu við tunnuflakum. Eg minnist
einki til, at eg var so keddur um
tað, ella kanska fangaði eg ikki,
hvørjar avleiðingarnar fóru at
verða, tí hetta var spennandi.
Nú kom ein nýggj og ljósari tíð
við lívi og virksemi í bygdini. Í
summarfrítíðini var eg sjálvur við
til at byggja níggju kaiina suður úr
verðandi kai, har virkið var stað-
sett.
Jarðløgdu nógvar vakrar
urtagarðar og bygningar
Ein av fyrstu óvæntaðu avleiðing-
unum av, at Havsbrún var komið,
var, at høvuðsvegurin í bygdini,
sum samstundis er atkomuvegurin
til havnarlagið, mátti rættast upp
og breiðkast, so treylarar kundu
koyra ótarnaðir til og frá.
Fuglafjørður var tá eyðkendur av
sínum nógvu urtagørðum. T.d. vóru
so nógv og stór trøð báðumegin
vegin oman ímóti Mentanarhús-
inum, at trækrúnurnar bóru saman
uppi yvir vegnum. Flestu av hesum
urtagørðunum vóru tá lagdir undir
asfalt.
Eisini fleiri sethús, handlar,
neyst og hjallar máttu so við og
við lúta fyri vegnum. Og nú er
allur hugnaligi miðbýurin burtur
og tilsamans 56 bygningar eru
tiknir niður fyri at geva pláss fyri
havnarlagnum og tilkomuvegnum
til havnarlagið.
So við og við rinu amparnir av
Havsbrún meira og meira við, og
í kjalarvørrinum av ampunum
komu mótmælini frá grannalag-
num. Skal ikki koma inn á allar
amparnar
av
lukti,
larmi
og
heilsuskaðiligum útláti, tí tað er
ikk viðkomandi fyri hetta málið,
men bara nevna, at tað sum vit
grannarnir høvdu stríðst fyri og
gingið okkara oyðimarkargongd
frá Heródesi til Pilatus við í 40 ár ,
tað varð rættað upp eftir tveimum
árum, tá Havsbrún eftir kravi frá
útlendskum kundum søkti um
umhvørvisgóðkenning í 2002.
Rætta staðsetingin?
Havsbrún fekk eina buldrasliga
byrjan.
Tá virkishøllin var reist, kom
ein ódn og slættaði alt við jørðina,
og høllin var ikki meira enn bygd
uppaftur, so leyp ein skalvur úr
Kirkjugjógv og feiðaði alt út á sjógv.
Kanska var hetta ein ábending frá
hægri maktum um, at virkið ikki
var lagt á røttum staði.
Afturlítandi kann í hvussu so er
sigast, at um Havsbrún av fyrstan
tíð hevði verið lagt úti á Toftanesi
uttarlaga á vesturarmnum á Fugla-
firði árakað Kambsdal, so høvdu
amparnir av virkinum ikki rakt
bygdina á sama hátt. Somuleiðis
hevði nýgerðin av vegnum til
bygdina komið tann vegin, soleiðis
at tunga ferðslan til havnarlagið
ongantíð kom inn í bygdina, og
høvuðsgøtan í bygdini við sínum
urtagørðum og gomlu húsum hevði
fingið frið.
Sorgarsøgan um
vøgguna hjá føroyska
sluppfiskiskapinum
Sama kann sigast um Varðan
Pelagic á Tvøroyri. Um uppisjóar-
virkið varð lagt á Drelnesi, so hevði
virkið sjálvt fingið størri rásarúm
og Tvøroyrar býur hevði sloppið
undan ampunum av virkinum og
av tungu ferðsluni til og frá. Og so
hevði sorgarsøgan um pakkhúsini
hjá handils- og reiðarafyritøkuni
Thomsen ongantíð verið søgd.
Tann fyritøkan var vøggan hjá
Eitt av innleggunum á
mótmælistiltakinum á
Reinsarínum 2. Januar í ár.
Falleraða Dagblaðið
spøkir aftur
Dagblaðið, málgagn kapitalistanna, megnaði ikki kappingina
ímóti kappingarneytunum fyri 25-30 árum síðan. Blaðið
fór á húsagang vegna tvørrandi áhuga frá lesarunum
Frank Davidsen
Sørvági
Orsøkin til fallið
var allarhelst, at
lesarin var troyttur
av tí niðurgerðing
og
menniskja-
fíggindaligu skriv-
ing, ið blaðið borð-reiddi við.
Vanlig hampafólk kundu ikki
lata seg í ulpu uttan at vera skírd
almannaklientar. Einaræðisharrin
í
Chile,
sum
beindi
fyri
túsundtals av sínum politisku
mótstøðufólkum, varð lovprísaður
av stavnamanni blaðsins. Og tað
var ikki hissini stuðul, ið apartheit-
stýrið í Suðurafrika fekk í hesum
látur-verja kapitalismunar.
Var
onkur
vinstravendur,
so
var
hann skýrdur kommunistur o. s.
fr. Síðan løgtingsvalið er navnið
á hesum falleraða Dagblaðið so
risið upp aftur, og verður brúkt
í eini politiskari herferð ímóti
sitandi samgongu. Ikki so fræg
eru teir ella tey, ið skriva, at tey
tora at seta sítt kristna navn
undir. Hetta sjálvdeyða málgagn
kapitalismunar spøkir aftur og
rekist nú sum tongul í brimi á
Facebook, har tøl og illgitingar
verða slongd út. Ein stórur
partur av tí, sum skrivað verður,
hevur einki við veruleikan at
gera. Nú politiska soðið er vorðið
í so tunt, eru huldumenninir í
fjepparaskaranum hjá falleraða
Dagblaðnum, sum fór í grøvina
fyri tríati árum síðan, falnir í hesa
somu grøv, sum teirra ideologiska
idol frá fýrsunum.
Teir smæðast ikki fyri at
koma við beinleiðis lygnum undir
hesum falleraða Dagblað-skjaldra-
merkinum. Samstundis eru teir,
ið tasta lygnirnar inn og leggja
somu lygnir út á Facebook, ikki so
frægir menn, at teir tora at seta
sítt kristna navn undir.
Hetta eru
politisku spírarnir hjá tí flokki, ið
ikki megnaði at kappast á tí fría
blaðmarknaðinum.
Sigast má, at nú liggur blað
kapitalistanna lágt, tá tað við
dulnevndum huldumonnum sum
høvundum einans verður brúkt til
at leggja fólki lygnir og ósannindi
í munnin.