Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-26, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. januar 2016síða 15

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 27. januar 2016 · Nr. 11 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KJAK við Skansan – eitt sera stórt mistak føroyska sluppfiskiskapinum. Úr henni spratt øðrumegin klubbin og nýggja kirkjan og hinumegin Fiskepigernes fagforening og Fylking, og so seinni føroyski javn- aðarflokkurin. Nú høvdu hugsjónarfólk í familjuni av sínum eintingum og uttan hjálp frá landi ella kommunu, sett øll pakkhúsini í stand at nýta til mentanarlig endamál, og so kemur Varðin Pelagic og oyðileggur alt!? Ella tað var ikki Varðin Pelagic, men ein skjót avgerð hjá komm- ununi á Tvøroyri, sum ikki var nóg væl umhugsað til at taka fyrilit fyri avleiðingunum. Tí hvørja ferð tú hoyrir argu- mentið um, at tú mást ikki fora framburðinum, tá er tað uttanum- tos fyri at fjala útyvir vánaliga ella onga planlegging. Eiga at hjúkla um gamla miðbýin Um tú fert at vitja ein stórbý, so er tann áhugaverdi parturin av býnum altíð gamli miðbýurin. Orsøkin til hetta er, at har finnur tú farvegin eftir farnum ættarliðum. Og gevur tú tær far um tað, so kann hvørt húsið sær siga sína søgu. Hetta er tað, sum skapar sálina í býnum. Tað hava verið gjørdar nógvar royndir at skapa nýggjar býir. Milliardir av krónum hava verið nýttar til hetta endamál, og kend- astu arkitektarnir í tíðini hava verið við so ella so, men eg kenni onga av hesum royndum, sum hevur eydnast. Tú fært kaldar, sterilar og einkisigandi býir burturúr, og grundin er, at teir hava onga sál, tí teir hava onga søgu. Tí er tað, at býarstýrini í stór- býunum hjúkla um gamla miðbýin, og tá trýstið frá vinnuni verður ov stórt, verður vinnugreinin, sum væntar rásarúm, flutt út um býin. Í miðbýinum í Keypmannahavn eru t.d. 10-tals kilometrar av kajkanti, sum als ikki verða brúktir sum havnaøki longur, tí bingjuhavnin er flutt norður um býin. Hetta átti eftir mínum tykki langt síðan at verið gjørt í Havnini. Kaldbaksfjørður væl egnaður til nýggja havn Viðlagt er eitt uppskot, íð eg havi fingið hendur á, og sum vísir eitt havnarlag, sum er lagt á gáttinia við munnan á Kaldbaksfirði árak- að Sandvíkarkjalla. Tað er um 400 metrar frá ætlaða tunnils- munnanum til Skálafjarðartunnilin og um 30 metrar frá landsvegnum til Kollafjarðartunnilin. So mikið langt frá, har fólk búgva, at skip og virksemið á havnarlagnum ikki skuldu órógva nakran. Her er ein 900 metrar langur kaikantur lagdur fram við landi úti á um 10 metra dýpi í meðal, og við 100 metra breiðari bryggju innanfyri. Út ímóti Tangafirði er havnarlagið vart av einum um 400 metra langum brimgarði, sum gongur í buð og bendir havalduna og innsúgin til viks og burtur frá sjálvum havnarlagnum. Hesin brimgarðurin røkkur út á 25 metra dýpi. Út frá brimgarðinum, 40 metrar frá bryggjuni fram við landi og javnfjarur við hana er lagdur ein 375 metrar langur moli við atløgu- bryggju báðumegin. Tilsamans verða soleiðis 1.650 metrar av at- løgubryggju. Við innara endan er havnarlagið vart av einum gott 200 metra longum brimgarði at taka ímóti útsúginum. Hesin brimgarðurin røkkur út á 20 metra dýpi. Fyrimunir við at flyta bingjuhavnina út um býin Hvat hevði Havnin vunnið við at sleppt útbyggingina av bingju- havnini við Skansan og flutt hana út um býin? Hon hevði vunnið tað, at bingjuhavnin hevði fingið fríðari ræsur at virka undir og størri út- byggingarmøguleikar, og at bíligari hevði verið at bygt, tí tilfarið til byggingina fæst á staðnum. Og hon hevði vunnið tað, at miðbýurin hevði sloppið undan øllum vansunum, sum standast av økta virkseminum á havnar- økinum, og sum eru nevnd í døm- unum frammanfyri. Ikki minst tað, at meginparturin av tungu ferðsluni hevði verið hildin uttan fyri býin. Tú kanst siga, at tað verður tunga ferðslan longu, tí hon verður leidd eftir vegnum yviri við Strond, men vegurin yviri við Strond hevur frá gamlari tíð verið eitt rekreativt øki, har havnarfólk vanliga gingu túr. Í táttinum »Nú gerast kvøldini myrk og long« verður sagt: »So vinarliga hond í hond, vit undan fólkinum renna og steðga forpøst har yviri við Strond«. Og í sanginum »Hví« hjá Faroe Boys verður sagt: »So yvir við Strond ein túr gekk eg mær«. Økið Yviri við Strond er so mikið náttúruvakurt, at eg ivist ikki í, at um tunga ferðslan fór av vegnum har yviri, hevði økið aftur verið til tað rekreativa økið, tað fyrr var, og at tað tá hevði verið tað økið í Havnini, har tey dýrastu grundstykkini lógu. Bæði Havnin og Føroyar gerast fátækari Og so aftur til Skansan. Ein skansi var settur soleiðis, at hann kundi verja innsiglingina til eina havn. Verður Skansin innibyrgdur, hevur hann tí einki við skansa at gera, og helmingurin av søguliga virðinum er farið av honum. Og Havnin og alt Føroya land er vorið fátækari. Í táttinum »Gentukæti« verður sagt: »Við Havnarskansa hvíla vit, tað yndiga stað, vit sita har so fegin til alljósan dag«. Tað verður kanska ikki so yndugt longur at sita har og hyggja at bingjum. Niðurstøða: Samanumtikið kann sigast at meginreglan er: 1. at hjúkla verður um gamla mið- býin, soleiðis, at tá trýstið frá vinnuni verður ov stórt, verður tann vinnugreinin, sum væntar rásarúm, flutt út um miðbýin. 2. at tunga ferðslan verður hildin uttan fyri gamla miðbýin og utt- an fyri íbúðar- og rekreativ øki. Tvey dømi hava verið nevnd, har hendan meginreglan ikki er fylgd, og greitt hevur verið frá, hvørjar fatalar avleiðingar hetta hevur havt fyri hesar bygdir. Tú kanst kanska bera yvir við, at ein bygdarkommuna við lítlari tekniskari umsiting kann taka fatalar, illa umhugsaðar avgerðir, men at Havnar kommuna við síni stóru og vælvirkandi teknisku umsiting absolutt skal gera somu stóru mistøk, tað skilji eg ikki. Á hesum kortinum sæst, hvussu ein nýggj bingjuhavn hjá Tórshavna kommunu kann staðsetast í Kaldbaksfirði, tætt við munnan til Eysturoyartunnilin.