Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-26, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. januar 2016síða 30

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. januar 2016 · Nr. 11 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÍTRÓTTUR Tróndur Arge Tað hendir eitt sindur av hvørjum í føroyska flog­ bólts­heiminum. Í summar verður Føroyar vertur fyri bólki í undankapping sum fevnir um bæði HM og EM fyri kvinnur. Nú hevur flogboltssambandið eisini meldað U19 kvinnurnar til EM-undankapping, Til Skotlands Nevndin í Flog­bólts­sam­ bandi Føroya, FBF, hevur gjørt av at melda U19- kvinnur­nar til EM undan­ kapping­ina, sum verður í døgunum 31. mars til 3. apríl í ár. Kappingin verður hildin í Skotlandi. Føroysku kvinnurnar skulu kappast móti Kýpros, Luksem­burg, Norður­írlandi og verts­ tjóðini Skotlandi. U19-kvinnurnar hava annars javn­an verið við í kapp­ing­um uttan­lands. Seinast vóru tær við í NEVZA-kapping í Ong­landi, men hetta tað er fyrsta ferðin, at liðið verður við í undan­kapping til evropa­ meistara­heitið. Spælararnir, sum eru við, eru føddir eftir 1. januar 1998. Tað er evropeiska flog­ bólts­samgongan, CEV, sum skipar fyri kappingini, har øll liðini spæla móti hvørjum øðrum. trondur@sosialurin.fo Tróndur Arge Umframt U19 kvinnurnar, so skal U20 landsliðið hjá monnum eisini royna seg í EM-undankapping fyri fyrstu ferð. Seinasta freist at melda til var í november. Tá freistin var farin, høvdu seks lond boðað frá luttøku. Umframt Føroyar eru tey Kýpros, Luksemburg, Norðurírland, Skotland og San Marino. Liðini eru skipað í tveir bólkar, og føroysku menninir skulu spæla móti Kypros og Norðurírlandi í innleiðandi bólkinum. Eftir bólkaspælið verða hálvfinalur og finalur. Kappingini hjá U20-liðnum verður spæld á Kypros í døgunum 31. mars til 3. apríl í ár. Hetta er fyrstu ferð, at U20- landsliðið hjá monn­um, sum er mannað við spælarum føddir eftir 1. januar 1997, verður við í undankapping til EM. U19 TIL SKOTLANDS U20 MENNINIR TIL KÝPROS Flogbóltur: Fyri fyrstu ferð nakrantíð vera føroysku U19-kvinnurnar við í eini EM-undankapping Flogbóltssamband Føroya hevur gjørt av eisini at melda U20 liðið hjá monnunum til undankappingina til evropameistaraheitið KÍ Á RÆTTARI KÓS Tað staðfestur formaðurin í KÍ, Tummas Lervig. Rúni Heinesen er nýggjur næstformaður Tróndur Arge Hóast KÍ ikki megnaði at vinna sær pláss í Evropa, so er felagið í góðum hondum. Tað boðaði formaðurin í felagnum, Tummas Lervig, frá á aðalfundinum hjá KÍ, sum var mánadagin. Eyðun Thorgeirsson og Sylvan Jakobsen tóku ikki við afturvali og tískil skuldu nýggir nevndarlimir finnast fyri teir. Rúni Heinesen varð skotin upp til. Fundurin heimilaði nevndini at finna ein nevndarlim fyri samskifti. Í KÍ leggja tey nógv fyri í ung­dóms­deild­ini, men tað kemur eisini at gera limagjaldið dýrari. Hvílandi limir gjalda nú 400 krónur um árið. Tað er ein hækking á 100 krónur, meðan spælaragjaldið er hækkað til 700 krónur um árið. Tað er ein hækking á 200 krónur. Hækkingin stendst einamest av, at felagið hevur gjørt ein vørr á ungdómssíðuni har dentur verður lagdur á at allir venjarar hava FSF- venjaraskeið, soleiðis at børnini fáa best møguligu frálæru, skrivar ki.fo. trondur@sosialurin.fo U 17 genturnar, sum í heyst vóru við í NEVZA kapping í Onglandi hava nú møguleika at verða við til EM Føroysku U-17 liðini eftir lokna kapping í Onglandi seinasta heyst Tey sum sita í nevndini eru: Tummas Lervig formaður Rúni Heinesen næstformaður Hilmar Danielsen kassameistari Jórun Frimannsdóttir Jacobsen nevndarlimur fyri hølir Petur Martin Hansen nevndarlimur fyri fótbólt