týsdagur 26. januar 2016síða 31
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 27. januar 2016 · Nr. 11
ÍTRÓTTUR
BÁRÐUR OLSEN VENUR VIÐ NSÍ
FINNUR HEVUR LONGT SÁTTMÁLAN
Hesa vikuna fer Bárður Olsen at venja við NSÍ. Órógv er á miðvøllinum, meðan Bárður
Olsen enn einki felag hevur, eftir at hann bleiv sáttmálaleysur úr AB
Føroyski áleyparin, Finnur
Justinussen, sum seint seinasta
summar skifti frá Víkingi til Fremad
Amager, kemur at halda fram í
danska felagnum komandi hálva árið
Tróndur Arge
Bárður Olsen váttar fyri
Sosialinum, at hann hesa
vikuna skal venja við NSÍ.
29 ára gamli miðvallarin er
sáttmálaleysur, eftir at hann
seinastu tvey árini hevur
spælt við AB.
Tað hevur ljóðað, at NSÍ
er sinnað at hyggja nærri at
einum miðverja, og einum
miðvallara. Tvey pláss, sum
fleiri viðmerkjarar hava víst
á sum veiku plássini hjá NSÍ í
teimum stóru dystunum.
Bárður
Olsen,
sum
hevur vunnið FM við bæði
EB/Streymi og HB, hevur
seinasta árið havt trupult
at vinna sær pláss á besta
liðnum hjá AB. Hann hevur
tó nakrar eginleikar, sum
NSÍ tykist mangla í løtum.
Hann er tryggur á bóltinum,
og hevur eitt eyga fyri
avspælinum.
Trupulleikin
hjá
Bárði
hevur
verið
formurin, sum ikki stendur
mát við eitt nú FM árini í
2008 og 2013.
– Eg skal venja við NSÍ
hesa vikuna. So taki eg tað
harfrá, sigur Bárður Olsen
við Sosialin í dag.
Ótryggleiki á
miðjuni hjá NSÍ
Sum skilst, so er órógv
á
miðvøllinum
hjá
NSÍ.
Haraldur R. Højgaard skal
møguliga undir skurð, og
so verður hann ikki tøkur
meginpartin av fyrru hálvu.
– Eri blivin kannaður
niðri í síðstu viku, og teir
funnu útav, at eg eri føddur
við einum mjadnafeilið, og
skal tískil mest sannlíkt
opererast, um ikki so langa
tíð. Eg komi allarhelst ikki
at spæla teir næstu tríggjar
til seks mánaðirnar, sigur
Haraldur við Sosialin
Somuleiðis ljóðar, at tað er
ógreitt hvussu støðan er við
Hákuni Edmundsson, hóast
hann hevur sáttmála fyri
komandi kappingarár. Ein
veikleiki hjá NSÍ hevur verið
støðufesti á miðvøllinum,
sum ikki er tað best við so
nógvum ungum spælarum.
Tí er ein royndur miðvallari
eitt boð til eina tilgongd í
felagnum.
NSÍ hevur fingið tilgongd
av
málverjanum
Símun
Rógva Hansen.
trondur@sosialurin.fo
Andre Olsen
Hetta
boðar
heimasíðan
hjá
Fremad
Amager
frá.
Heimasíðan
hevur
eina
samrøðu
við
Finn
Justinussen
og
venjaran,
John
Faxe
Jensen,
sum
báðir
fegnast
um
at
føroyski áleyparin hevur
longt
sáttmálan.
Finnur
Justinussen
sigur
í
við
merking.
– Eg eri ótrúliga glaður
fyri at vera í Fremad Amager,
so eg ivaðist ikki leingi í at
siga ja, tá ”Faxe” bjóðaði mær
at leingja sáttmálan.
– Nú havi eg sæð og roynt
støðið í deildini, so ætli mær
at halda fram við at byggja á,
og harvið vísa mínar dygdir,
soleiðis at eg komi at spæla
so nógv sum gjørligt.
John
Faxe
Jensen
fegnast eisini um at føroyski
áleyparin heldur fram í
felagnum.
– Finnur veit akkurát hvat
eg vænti av honum, og hann
arbeiðir
gróthart
hvønn
dag fyri at levera. Hansara
dygdir passa væl inn í okkara
hóp. Við honum, Nicolas
Mortensen
og
Younes
Nielsen hava vit tríggjar
ymiskar typur av áleyparum
at spæla uppá.
- Hetta komandi hálvárið
ræður um at hava so nógvar
streingir at spæla uppá sum
gjørligt.
Umframt
Finnur
Justinussen eru føroysku
leikararnir í Fremad Amager
eisini Heini Vatnsdal og
Christian Lamhauge Holst.