Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. august 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 158 - 21. august 2004 Nr. 158 - 21. august 2004 3 Stuðulskonsertin til frama fyri føroyskum børnum við krabbameini á Platform í kvøld, fríggjakvøldið, er longu útseld. STUÐULKONSERT Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo – Jú tað er rætt, at øll at- gongumerkini til konsert- ina eru seld í forsøluni. Tað er ógvuliga gleðiligt, tí tað merkir at foreldrabólkurin at børnum við krabbameini fær minst 35.000 krónur til uttanlandsferðina, sigur Havgrímur Johannsen, ið umboðar Platform. Tað er pláss fyri 350 fólkum á Platform til stuð- ulskonsertina í kvøld, fríggjakvøldið, og fólk hava í stríðum streymi ogna sær atgongumerki. Tónleikararnir á pálli í kvøld verða Sámal og Ronnie, Hanus G. Johan- sen, Kári p, Finnur og Ronnie (Páll Finnur Páll), Terji Rasmussen, Martin Joensen og Deja Vu. Fyrireikararnir av kon- sertini siga, at vegna pláss- trot á Platform verður ikki talan um eina sitikonsert, men fólk mugu sláa seg til tols við at standa og lýða á. Stuðlið eftir midnátt Hóast stuðulskonsertin longu er útseld, ber til hjá fólki at stuðla tiltakinum á annan hátt. Klokkan 01 fara All That Rain á pallin, og tá verður pláss fyri enn fleiri fólki á Platform. Peningurin frá atgongu- merkjasøluni til dansin við All That Rain fer eisini óskerdur til foreldrabólkin at børnum við krabbameini. Nógv ynskja at stuðla stuðulskonsert og dansur konsert á platform kl. 21.00 kári p hanus g. johansen terji rasmussen sámal & ronnie - martin joensen - deja vu finnur & ronnie (páll finnur páll) dansur á platform kl. 01.00 all that rain kostnaður 100 kr peningurin fer til uttanlandsferð hjá børnum við krabbameini atgongumerki kunnu keypast í forsølu í kunningarstovuni fríggjakvøldið 20. august føroya felag móti krabbameini Mánadagin komandi fær Tórshavnar Musikkskúli vitjan av violinsnillinginum Alberto Lysy frá Yehudi Menuhin Academi í Sveis TÓNLEIKAVITJAN Tað er tokki til føroysku náttúruna, føroysku fólka- sálina og vinskapur við listamannin Eyvindur Mohr, sum hesaferð dregur tey bæði, Alberto Lysy og klaverleikaran Elisabeth Westenholz úr Keyp- mannahavn til Føroya við eini heldur óvanligari vin- argerð frá slíkum kapasitet- um – nevniliga eini ókeypis konsert. Konsertin verður í Lær- araskúlahøllini týskvøldið 24. august kl. 20. Alberto Lysy, ið er ættað- ur úr Buenos Aires í Argen- tina, er føroyavinur burtur- av, og nógvir føroyingar kenna hann longu frá vitj- anum fyrr sum ein framúr- skarandi violinleikara. Or- søkin til hansara tokka til Føroyar kemst av, at Eyv- indur Mohr og hann, Al- berto Lysy, hittust av tilvild í Rom fyri 32 árum síðani. Vinarlagið millum hesar báðar listarmenninar hevur hildið síðani, og sum frá er liðið hevur hann vitjað fleiri ferðir og havt fleiri konsertir í Føroyum. Al- berto Lysy hevur nú ynskt, at konsertin týskvøldið verður hildin sum ein viðurkenning til listar- mannin Eyvind Mohr og sum ein gáva frá listar- manninum Alberto Lysy til konsertáhugaðar føroying- ar. Tað verður tann framúr- skarandi klaverleikarin, Elisabeth Westenholz, sum hesaferð leikar saman við Alberto Lysy. Hon er fødd í 1942 og útbúgvin hjá Arne Skjold Rasmussen við Det Kgl. Danske Musikkonser- vatorium við eftirútbúgv- ing í Wien hjá Alfred Bren- del. Síðani Elisabeth Wes- tenholz hevði sína fyrstu framførslu í 1968, hevur hon verið nógv eftirspurd sum klaverleikari til kon- sertir, bæði sum sololeikari og sum kamartónleikari. Hon hevur havt konsertir um alt Evropa. Skráin týskvøldið byrjar við sonatu í A-dur eftir Johan Sebastian Bach og heldur fram við eini sonatu eftir belgiska komponistin Guillaume Lekeu, sum hó- ast hann doyði ungur, bert 24 ára gamal, náddi at skriva stórfingin seinrom- antisk verk. Tað, ið eftir er av skránni, verður ognað føðilandinum hjá Alberto Lysy sjálvum, og skráin endar við tveimum tango, sum solisturin sjálvur hev- ur komponerað. Tórshavnar Býráð hevur saman við Tórshavnar Musikkskúla fyrireikað konsertina. Skráin á Platform Sámal og Ronnie Hanus G. Johansen Kári p Finnur og Ronnie (Páll Finnur Páll) Terji Rasmussen Martin Joensen Deja Vu Stuðulskonsertin á Platform í kvøld er longu útseld Óvanlig tónleikavitjan í heimsklassa Tað er tokki til føroysku náttúruna, føroysku fólkasálina og vinskapur við listamannin Eyvindur Mohr, sum hesaferð dregur tey bæði, Alberto Lysy og klaverleikaran Elisabeth Westenholz úr Keypmannahavn til Føroya við eini heldur óvanligari vinargerð frá slíkum kapasitetum - nevniliga eini ókeypis konsert Bjørn Lomborg mælir politiska myndug- leikanum at raðfesta rætt, tá framtíðar orku- og umhvørvis- politikkurin skal orðast. -Spyrt tú meg, eiga vit lata fleiri pengar til eitt nú Aids og fátækadømi, tí á teimum økjunum verða pengarnar betri gagnnýttir enn á umhvørvisøkinum, sigur Bjørn Lomborg. LOMBORG VITJAR Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo – Raðfestið rætt Hetta er einfaldi og greiði boðskapurin hjá umstrídda dananum, Bjørn Lomborg til politiska myndugleikan í Føroyum, tá ein framtíðar føroyskur orku- og umhvørv- ispolitikkur skal orðast. Á tíðindafundi fríggjamorg- unin greiddi danin frá sínum høvuðssjónarmiðj- um innan orku- og um- hvørvisøkið. Sjónarmiðini hjá Bjørn Lomborg hava fingið øði í mong umhvørvisverndar- fólk, tí danin tvíheldur um, at støðan hjá umhvørvinum ikki er so hættislig, sum mong vilja vera við. Í bólkini, Verdens Sande Tilstande, rør Bjørn Lom- borg framm undir, at polit- isku myndugleikarnar kring heimin eiga at rað- festa peningin til onnur meir átrokandi øki enn eitt nú umhvørvið. – Á ráðstevnuni Copen- hagen Consensus í mai mánað kom millum annað undan kavi, at øki sum Hiv/Aids og Malaria hava størri tørv á bráðfeingis hjálp enn eitt nú dálking, og tí mugu vit seta okkum spurningin, hvussu vit skilabest nýta okkara pen- ing, sigur Bjørn Lomborg Gransking Umstríddi danin ásannar, at fleiri álvarsamir trupulleik- ar fara at stinga seg upp á umhvørvisøkinum kom- andi árini, um politisku stjórnirnar kring heimin ikki leggja á annan bógv. – Fleiri av trupulleiku- num á umhvørvisøkinum gerast kortini ikki átroðk- andi fyrr enn um 50 til 100 ár. Hesar trupulleikar kunnu vit loysa við at seta fleiri pengar í umhvørvis- gransking og menning. Spyrt tú meg, eiga vit lata fleiri pengar til eitt nú Aids og fátækadømi, tí á teimum økjunum verða pengarnar betri gagnnýttir í løtuni enn á umhvørvisøkinum, held- ur Bjørn Lomborg. Hugsa nationalt Á tíðindafundinum vísti Bjørn Lomborg á, at tað er ein sannroynd, at viljin hjá ymisku stjórnunum kring heimin til at seta pening av globalar trupulleikar sum fátækadømi og dálking er sera lítil. Hann nevndi eitt nú Danmark, har 99% av BTÚ verður nýtt til so- nevnd national endamál, meðan bert eitt prosent er sett av til altjóða endamál. – Vit menniskju eru eina- ferð soleiðis háttaði, at vit hugsa fyrst og fremst um okkara egna. Heldur enn at bjarga 1000 fólkum í Eti- opia velja vit at bjarga ein- um fólki á okkara egnu sjúkrahúsum. Tá tú ikki ert sinnaður at nýta meir enn 1% til globalu trupulleikar- nar, er tað alneyðugt, at tað eina prosenti verður gagn- nýtt skilagott. Í blaðnum týsdagin verð- ur meir at frætta frá fyri- lestrinum hjá Bjørn Lom- borg í Norðurlandahúsi- num seinnapartin fríggja- dagin. Raðfestið rætt – Vit menniskju eru einaferð soleiðis háttaði, at vit hugsa fyrst og fremst um okkara egna. Heldur enn at bjarga 1000 fólkum í Etiopia velja vit at bjarga einum fólki á okkara egnu sjúkrahúsum Mynd Álvur Haraldsen C M Y K 3 2