Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-21, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. august 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 158 - 21. august 2004 Nr. 158 - 21. august 2004 5 Men tvey 4-stjørnað hotell eru í Føroyum, nú tíggju føroysk hotell eru vorðin góðskumett FERÐAVINNA Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Nú eru føroysku hotellini komin í sama bát sum hotellini kring Norðanlond. Fríggjarmorgunin fingu tíggju føroysk hotell nýggj stjørnuskelti sambært donsku Horesta góðsku- skipanini fyri hotell og ráð- stevnuhentleikar. Bæði Danmark, Svøríki, Ísland og Grønland brúka hesa góðskuskipan, sum føroyingar nú hava fingið. Áður brúktu føroysku hotellini eina skotska góðskuskipan. Einki fimmstjørnað ho- tell er í Føroyum sambært donsku góðskuskipanini. Tey flestu av teimum tíggju hotellunum eru trýstjørnað, meðan tvey eru tveystjørn- að, og eitt hotell er eitt- stjørnað. Tey bæði stóru hotellini í høvuðsstaðnum eru mett at vera fýrastjørn- að. – Í Føroyum kann mann nú prógva, at tilboð eru til ferðandi, sum eru á hædd við tey tilboð, sum fáast aðrastaðni. Góðskumeting- in við stjørnunum hevur styrkt um marknaðarfør- ingina hjá hotellunum, segði Torben Kaas, klassif- ikatiónsstjóri í Horesta, tá hann handaði hotellunum stjørnurnar. Miðaltalið fyri føroysku hotellini eru smáar tríggjar stjørnur. Fleiri enn hundrað ymisk viðurskifti skulu vera í lagi, um hotellið skal fáa ávíst tal av stjørnum. Sambært Horestaskipan- ini merkja tríggjar stjørnur millum annað, at øll kømur hava ves og bað, umframt sjónvarp, útvarp og skrivi- borð. Gestirnir hava eisini atgongd til teldu við inter- netsambandi. Tað eru Ferðaráð Føroya og Horesta, sum saman við Føroya Gistingarhús- og matstovufelag hava staðið fyri góðskumetingini. Onki 5-stjørnað hotell So góð eru tey: Hotel Norð *** Runavíkar Sjómansheim * * * Hotel Vágar * * * Hotel Tórshavnar Sjómansheim * * * Hotel Hafnia * * * * Hotel Føroyar * * * * Hotel Bládýpi HORESTA merki (onga stjørnu) Hotel Bakkin * Hotel Tvøroyri * * Hotel Øravík * * * Nú eru bert 10 dagar eftir, til børnini í Før- oyum kunnu tekna seg til kappingina Nósabarnaprix 2004. Í ár er kappingin savnað á torginum í SMS, har trý umdan- umfør og finalan verða hildin NÓSABARNAPRIX Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Nósabarnaprixið fer nú fyri triðju ferð av bakkastokki, og tað munnu vera sera nógv born, sum gleða seg, eins og tey hava gjørt til undanfarnu kappingarnar. – Tað sæst týðiliga á øllum teimum fyrispurn- ingunum sum vit dagliga fáa frá børnum, sum spent bíða eftir, nær tey kunnu byrja at tekna seg, siga Mark Joensen og James Olsen, sum skipa fyri til- takinum. Og nú er tíðin endiliga komin, at børnini kunnu byrja at tekna seg til kapp- ingina. Tekningin fer fram í tíðarskeiðnum 31. august til 11. sepember. Tá kunnu øll børn í aldr- inum frá 7-14 ár tekna seg til á heimasíðuni, wwwbarnaprix.fo. Heima- síðan fer at virka frá 31. august. Á heimasíðuni eru eisini reglugerðir og kunn- ing um hvussu kappingin ferð fram. Eisini ber til at tekna seg til á heimasíðuni hjá SMS, www.sms.fo og eitt link er eisini á heima- síðuni hjá høvuðsstuðlin- um, Føroya Banka, www.foroyabanki.fo. Tað verða fleiri kappingar á nevndu heimasíðum, har tað ber til at vinna, eitt nú atgongumerkir til undan- umførini og finaluna og gávukort frá Burger King, sum eins og SMS og Føroya Banki stuðla tiltak- inum. Tikin út við lutakasti – Eitt sum vit hava tosað nógv um er, hvussu luttak- ararnir skulu veljast burtur- úr. Eitt nú hevði verið stutt- ligt um tað bar til at hava eina sokallaða »audition« har børnini skulu stilla seg upp og syngja frammanfyri einum dómarapaneli, men hetta hava vit ikki orku til sum nú er. Eisini halda vit, at tað kanska leggur eitt ov stórt trýst á børnini. – Hinvegin halda vit, at tað er rætt at geva øllum børnum í Føroym ein møguleika at luttaka. Tí fer luttøkan fram við lutakasti, tá ið tekningarfreistin er av. Men vit fara sjálvandi at tosa eitt álvarsorð við tey børnini, sum tekna seg til kappingina og foreldur teirra, fyri at tryggja at tey eru seriøs, og at tey hava fingið loyvi frá foreldrun- um, siga teir báðir. Løgini, ið børnini hesa- ferð kunnu velja at synga, verða útvald løg, okkurt um 200 í tali. Tað ber til at siggja og heinta niður eitt yvirlit á áðurnevndu heimasíðum. Hin skemtiligi Kári Sól- stein, sum vit kenna frá barnasendingunum hjá Út- varpi Føroya og sendingini, Barometrinum, verður vert- ur á Nósabarnaprixnum í ár. Eisini verður okkurt óvænt-að undirhald á skránni. Aftur í ár verður fløga givin út, og á henni verða nummar eitt, tvey og trý í finaluni, umframt tann besti tvey-arin í undanum- før-unum. Nummar eitt í finaluum- farinum fær 10.000 krónur, og nummar tvey og trý fáa eitt gott gávukort frá Bur- ger King, og okkurt gott frá høvuðsstuðlinum av Nósa- barnaprix 2004, Føroya Banka. Skjótt tíð at tekna seg til Nósabarnaprix Hotel Hafnia við Martin Restorff fekk fýra stjørnur Hotel Føroyar við stjóranum Jóhannes Jensen fekk fýra stjørnur Líkt er til, at danir ikki eru so avvísandi í flogvallarmálinum, sum teir áður hava verið. Forsætisráð- harrin vil lurta eftir og viðgera føroysku sjónarmiðini, sigur løgmaður FLOGVALLARMÁLIð Edvard Joensen Vágar: Danir eru ikki so stívrendir, sum teir fyrr hava tókst føroyingum, tá tosað verður um flogvøllin í Vágum, sigur Jóannes Eidesgaard løgmaður. Nú vilja teir lurta eftir okkum og krevja ikki, at vit yvir- taka vøllin, sum hann ligg- ur. -Eg síggi framstig í, at forsætisráðharrin nú er op- in fyri at tosa um flogvall- armálið, sigur løgmaður. Jóannes Eidesgaard tók flogvallarmálið upp á ríkis- fundinum í Grønlandi her- fyri. Hann vísti á yvir fyri danska forsætisráðharra- num, Anders Fogh Rasmus- sen, at danir hava ábyrgdina av flogvølil eisini ábyrgdina av trygdini, og at vøllurin er nútíðarhóskandi. Jóannes Eidesgaard, løg- maður, gjørdi danska for- sætisráðharranum greitt, at tað ber ikki til at krevja, at føroyingar bara kunnu yvir- taka flogvøllin, sum hann liggur, við teirri grundgev- ing, at tað hevur verið danskur politikkur at sleppa statinum frá flog- vallunum. -Eg vísti á, at bæði í Dan- mark og í Grønlandi hevur staturin latið vallir frá sær, sum hava verið fult nútíðar- gjørdir. Men tað er vøllurin í Vágum ikki, vísti løgmað- ur á. Anders skilir Hann sigur, at tað tóktist forsætisráðharrin eisini at skilja og vilja taka upp í serligum samráðingum um flogvøllin. -Forsætisráðharrin við- gekk, at har eru nøkur ting, sum skulu gerast, áðrenn vit fara at tosa víðari um út- byggingar, sigur Jóannes Eidesgaard. Løgmaður sigur, at hann gjørdi forsætisráðharranum greitt, at hendan samgong- an hevur ikki sum høvuðs- mál at yvirtaka flogvøllin bara fyri at yvirtaka hann. Flogvøllurin er týðandi partur av sambandi okkara við útheimin, og fyri føroy- ingar er hann í løtuni ein fløskuhálsur, sum má burt- ur. Fyri danir er hann meira at kalla ein blettur, sum teir mugu vaska av sær, tí tað er skilligt, at her liggur nakað, sum danski staturin eigur og hevur forsømt, so tað stendur eftir. Løgmaður sigur, at hann legði dent á yvir fyri for- sætisráðharranum, at tað hevði verið gott at fingið eina útbygging av flog- vøllinum í gongd júst nú, útlit eru fyri lækkandi kon- junkturum í samfelagnum. Men tað ber sjálvandi ikki til at fara undir nakað sum helst, fyrr enn vit vita, hvat vit vilja við flogvølli- num, vísir hann á. Fleiri ymsar ætlanir hava verið frammi. Býta kostnaðin -Øllum tí mugu vit bíða við, til vit hava gjørt av, hvørja loysn vit velja. Og kostnaðurin verður millum 200 og 400 milliónir, líka- mikið, hvat vit velja, sigur hann. Um vit vilja leingja vøllin til eitt nú 1.400 m. ella 1.800 metrar -Og tað er ikki vist, at bara annar parturin skal bera allan kostnaðin, sigur løgmaður, sum hevur orðað við forsætisráðharran um at hyggja at eini loysn, har báðir partar bera sín lut av kostnaðinum. Han staðfestir, at vit í øll- um førum verða bundin av flogvøllinum í Vágum í nógv ár fram í tíðina, hóast vit tosa um at gera ein nýggjan flogvøll. Og vit tola ikki at liggja við einum ótíðarhóskandi vølli alla hesa tíðina. Málið er serliga aktuelt nú, Maersk Air fer at gevast at flúgva til Føroya. Kanska er høvuðsgrund teirra ikki, at vøllurin er ov stuttur, men tað er so ein grund- geving. Atlantsflog skal væl einaferð skifta síni flogfør út. Og skal okkurt annað flogfelag byrja at flúgva til Føroya, tykist alneyðugt, at vit hava ein longri vøll. So her er einki at bíða við, sigur løgmaður, sum fer at taka málið upp- aftur við forsætisráðharran sum skjótast. Fundur er avtalaður í øðrum samanhangi um hálvan september, og tá ætlar løgmaður at fáa flog- vallarmálið viðgjørt víðari, sigur hann. Nú vilja danir lurta eftir okkum Løgmaður sær tað sum framstig í flogvallarmálinum, at forsætisráðharrin nú er opin fyri at tosa um málið Mynd: Edvard Joensen C M Y K 5 4