leygardagur 21. august 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 158 - 21. august 2004
Nr. 158 - 21. august 2004
7
– Vit sóu, eftir at Fay
Weldon hevði verið
her, at hon skrivaði
eina orðing í eini bók
hjá Gunnari Hoydal.
Eivør fekk somuleiðis
eitt gott og varandi
samstarv við svenska
bólkin The Real
Group, sum vóru her
í 2002. Spennandi
verður at síggja, um
ringar eisini fara at
breiða seg frá hesi
listastevnuni, sigur
Oddvá Nattestad,
fyrireikari
LISTASTEVNAN
Eydna Skaale,
Eydna@sosialurin.fo
– Eg má siga, at listastevn-
an eydnaðist so sera væl.
Yvir allar forvæntningar,
sigur Oddvá Nattestad. –
Vit sita júst og arbeiða við
at telja upp, hvussu nógv
fólk hava verið til øll hesi
ymisku tiltøkini. Tað var jú
so óalmindiliga nógv á
skránni um alt landið, sigur
hon.
Hon sigur, at tey allar-
flestu tiltøkini vóru betri
vitjað enn frammanundan
væntað. Okkurt var so eis-
ini, sum hinvegin ikki var
so nógv vitjað. Men sum
heild eru tey ovfarin av
undirtøkuni.
Føroyskt og útlendskt
– Jethro Tull og Kiri Te Ka-
nawa seldu út á sínum kon-
sertum, men føroysku Tei-
tur og Eivør vóru beint í
hølunum á teimum, við bert
nøkrum fáum plássum eftir.
So tað er ilt at meta um,
hvørt tey útlendsku ella tey
føroysku nøvnini drógu
fleiri áskoðarar, sigur Odd-
vá. Hon sigur víðari, at tað
tyktiskt sum um føroyingar
vóru ógvuliga glaðir fyri at
sleppa at uppliva Teit og
Eivør, sum nú fyri tað
mesta spæla í útlondunum,
á palli her heima aftur.
Oddvá sigur, at tey til-
tøkini, ið ikki vóru serliga
væl vitjað, verða tó ikki
sloyfað av skránni í næsta
ár. – Leygarkvøldið var t.d.
ein orgulpianistur úr Nor-
egi, sum spældi í Fugla-
firði. Har vóru ógvuliga fá
fólk, men tað var ein fan-
tastiska góð konsert. Tað
sama var við marionett-
teatrinum úr Tblisi, sum var
niðri á Meiarínum. Fáir
áskoðarar, men ófatuliga
gott teatur. Tey fáu, sum
vóru til hesi tiltøkini fingu
veruliga nakað burturúr. Og
tað er júst ætlanin við lista-
stevnuni. Øll skulu fáa nak-
að burturúr, eisini tey, sum
hava áhugamál, ið skilja
seg frá fjøldini. Vit fara eft-
ir kvaliteti til øll, sigur
Oddvá.
Fyrireikararnir
royna
hvørt ár at fáa so nógvar
listagreinir sum gjørligt við
á listastevnuna. – Vit royna
at hava eina fjølbroytta
skrá, har tað eisini er
okkurt fyri børnini, greiðir
Oddvá frá.
Komandi stevna
Tað eru Norðurlandahúsið
og býráðið, ið skiftast um at
hava formansskapin í stýri-
num fyri listastevnuna. Í ár
var tað býráðið, ið hevði
formansskapin, so komandi
ár eigur Norðurlandahúsið
tørn. 1. februar verður
nýggjur stjóri settur, so enn
er ógreitt hvør verður for-
maður fyri stevnuni kom-
andi ár.
– Tað eru altíð ótrúliga
nógv fólk um tiltakið, og
vit royna altíð at fáa so
nógv umboðað sum gjør-
ligt. Men tað eru eisini
nógvir áskoðarar, sum rætta
okkum
eina
hjálpandi
hond. Tað eru nógv, sum
hava verið uttanlands og
sæð eitthvørt hugtakandi
ella spennandi listarligt til-
tak, og so greiða tey okkum
frá um tað. Soleiðis, at vit
skulu hava ein møguleika at
kanna tað, og møguliga fáa
tað hendanveg, sigur Odd-
vá. Hon sigur, at tey eisini
fáa sera nógvar fyrispurn-
ingar frá útlendskum lista-
fólki, ið hava hoyrt um
listastevnuna,
og
sum
ynskja at luttaka. – Eisini
eru tað fleiri, ið vísa á hvat
kundi verið gjørt betri ella
øðrvísi eina aðru fer, og tað
taka vit sjálvandi til eftir-
tektar. Stevnan skal jú
halda á at menna seg og
gerast betur ár um ár, sigur
hon.
15. september fer stýri
fyri listastevnuna at byrja at
arbeiða
við
komandi
stevnu. – Vit hava nøkur
ynski og vit fara so smátt at
byrja at stinga út í kortið.
Tað er eitt stórt puslispæl,
sum skal fáast at passa,
men nú tora vit betur at
satsa, tí nú hava vit sæð ár
um ár, hvussu góð undir-
tøkan er. Og tað er tað sama
við sponsorunum. Teir tora
betur at líta á okkum og
satsa, sigur Oddvá.
– Sum sagt, so fara vit at
seta okkum niður 15. sep-
tember og byrja at stinga út
í kortið, hvat skal henda á
næstu listastevnu. Vænt-
andi verður ein skrivikapp-
ing, tí undirtøkan fyri tí
vísir seg at vera óalmindi-
liga góð. Men tað er einki
avgjørt enn.
Eitt tiltak er tó longu
fastlagt. Í samstarvi við
Tivoli Management hava
vit fingið Barbaru Hendrix
at koma higar, so tað verður
ógvuliga spennandi, sigur
Oddvá Nattestad at enda
Stevnan 2004
– Stevnan hevur gingið
ótrúliga væl, og alt hevur
verið í einum positivum
anda. Eg haldi, at øll eru
nøgd. Men eg má takka øll-
um stuðlunum so innarliga,
tí uttan teir gjørdist lítið.
– Nú verður spennandi at
síggja um listastevnan 2004
eisini fer at breiða sínar
ringar inn í framtíðina. Á
listastevnuni í 2002 fann
Eivør saman við The Real
Group úr Svøríki, og nú
hevur hon júst verið á turné
har yviri í samstarvi við
tann bólkin. Høvundurin
Fay Weldon var her, og nak-
að seinni gav Gunnar Hoy-
dal út eina bók, har Fay
Weldon skrivaði eina orð-
ing. Listastevnan er við til
at byggja brýr og samstørv,
og tað verður spennandi at
síggja, um nakað fer at
spyrjast
burturúr
hesi
stevnuni
eisini,
sigur
Oddvá. –Í øllum førum
vóna og vænta vit, at bæði
okkara føroysku listafólk
og tey, ið komu úr útlond-
unum at sýna fram sína list,
hava fingið íblástur til at
halda á at skapa.
Listastevnan alstóran týdning
Ambrossia, spanskt sápubløðrusirkus. Børn og vaksin vóru
bergtikin
Kiri Te Kanawa. Útselt var til hennara konsert
Fiddlers Bid fingu av álvara lív í áhoyrararnar, við teirra lívligu tónum
– Vit hava tosað
leystliga um, hvørt
vatnorkuútbyggingin
hjá SEV kann hava
ávirkað alguvøkst-
urin á Funningsfirði,
men tað ber ikki til á
nakran hátt vísinda-
liga at undirbyggja, at
so er. Vit vita nevni-
liga um slíkan algu-
vøkstur á Funnings-
firði langt afturi í
tíðini, sigur Høgni
Debes á Fiskirann-
sóknarstovuni
ALGUVØKSTUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Allur innari partur av Funn-
ingsfirði var reyður av
algum sum eftir eitt grinda-
dráp seinasta vikuskiftið.
Fiskirannsóknarstovan
kannaði algurnar og visti at
siga, at talan var um tvey
kend algusløg, nevniliga
myrionecta
rubra
og
scrippsiella
trochoidea,
harav nøgdirnar av fyrr-
nevnda slagnum vóru nógv
størri enn av hinum. Bæði
sløgini hava tó tann egin-
leika, at tey kundu lita
sjógvin reyðan.
Kanningarnar hjá Fiski-
rannsóknarstovuni vístu, at
talan var um kend algusløg
í Føroyum sum kunnu
blóma upp, tá ið umstøð-
urnar eru tær røttu. Stovn-
urin legði dent á, at hesi
algusløg á ongan hátt eru
eitrandi, og tí var heldur
einki til hindurs fyri eta
fisk ella skeljadjór av
Funningsfirði, meðan alg-
urnar vóru upp á tað mesta.
Kanningarnar vístu eisini,
at ein góð miljón algur
vóru í hvørjum litri av
sjógvi, og tað er rættiliga
nógv, men ikki ókent, tá ið
umstøðurnar eru til tess.
Væntandi var, at algurnar
fóru at hvørva, tá ið hendan
vikan eru úti, og tann met-
ingin hevur hildið.
Næstan burtur
Høgni Debes á Fiskirann-
sóknarstovuni sigur, at fólk
av stovninum vóru í Funn-
ingsfirði hósdagin og kann-
aðu fjørðin, og nú vísti tað
seg,
at
algurnar
vóru
næstan burtur.
– Onkustaðni sóu vit ein
færra av reyðum í sjónum,
men annars sást lítið til
alguvøksturin meira.
Hann væntar, at einki
sæst eftir algurnar á Funn-
ingsfirði, tá ið hendan vik-
an er umliðin.
Fiskirannsóknarstovan
hevur eina sonevnda algu-
tænastu, har serliga firðir
og sund á fastlandinum
regluliga verða kannað fyri
alguvøkstur. Haraftrat hev-
ur stovnurin samband við
fólk í eitt nú Suðuroy, sum
kunnu boða frá, um algur
síggjast uppi í sjónum.
– Algur er vanligt fyri-
brigdi um summarið – ikki
minst á Funningsfirði, men
eisini á Skálafjørðinum og
øðrum firðum kring landið.
Í ár hava vit tó ikki frætt um
annan alguvøkstur, sum
hevur verið at sæð omaná
sjónum.
Høgni Debes sigur, at
nógv sløg eru av algum, og
tey kunnu lita sjógvin á
ymiskan hátt – alt eftir,
hvat slag talan nú einaferð
er um.
– Hesaferð var talan um
serliga stórar nøgdir, sum
ikki eru sæddar so ofta í
Føroyum áður. Tó vita vit
um, at langt afturi í tíðini
hava hesi fyribrigdi eisini
gjørt seg galdandi um
summarið.
Einki samband
Hann sigur, at alguvøkstur-
in á Funningsfirði í ár var
seinni enn eitt vanligt ár,
men hann heldur, at hetta
kann hanga saman við, at
gróðurin í ár er seinur.
– Vit halda tó ikki, at
slíkur alguvøkstur hevur
nakað við vanliga gróðurin
í sjónum at gera, tí vit hava
havt ár við nógvum algu-
vøkstri, tá ið góðurin ann-
ars hevur verið lítil. Í ár
vísa kanningarnar, at gróð-
urin á landgrunninum ligg-
ur beint omanfyri eitt miðal
ár. So, tað er ikki hetta, sum
er orsøkin til nógvu algurn-
ar á Funningsfirði hesa
seinastu vikuna.
Høgni heldur, at góð-
veðrið í síðstu viku kann
hava havt sína ávirkan á
vøksturin. Hann heldur tó
ikki, at tað er hitin í sjón-
um, sum hevur gjørt allan
munin, tí tað tekur langa
tíð, áðrenn hitin í sjónum
broytist nakað serligt.
– Eg trúgvi heldur, at
nógva sólin og liggjandi
góðveðrið, vit høvdu, hevur
havt eina størri ávirkan enn
sjálvur hitin í sjónum hesar
dagarnar, sigur hann.
Spurdur, um stovnurin
kennur til, at vit kunnu hava
eitrandi alguvøkstur í Før-
oyum, sigur Høgni:
– Jú, tað hava vit dømir
um.
Hann vísir eitt nú á eina
hending í Lopra fyri nøkr-
um árum síðan, tá ið fiskur
á fjørðinum doyði av eitr-
andi algum.
– Hetta er eisini kent í
Noregi, har teir stundum
hava havt stórar trupulleik-
ar við eitrandi algum sum
hava gjørt av við nógvan
fisk.
SEV ikki orsøkin
Vit spurdu eisini Høgna
Debes, um vatnorkuút-
byggingin hjá SEV kann
hava havt ávikan á algu-
vøksturin á Funningsfirði,
nú minni feskt vatn rennur í
Funningsfjørð:
– Vit hava tosað leystliga
um hetta á stovninum, men
tað ber ikki til á nakran hátt
vísindaliga at undirbyggja,
at
vatnorkuútbyggingin
kann havt havt nakra ávirk-
an á hesi viðurskifti. Tí,
sum eg nevndi, so vita vit
um slíkan alguvøkstur á
Funningsfirði langt afturi í
tíðini, og tá var eingin vatn-
orkuútbygging framd, sum
kundi havt ávirkað algu-
vøksturin á fjørðinum, sig-
ur hann at enda.
SEV neyvan orsøk til alguvøkstur
Høgni Debes heldur, at nógva sólin og góðveðrið í síðstu viku kann hava havt sína ávirkan á
alguvøksturin. Hann heldur tó ikki, at tað er hitin í sjónum, sum hevur gjørt allan munin, tí tað
tekur langa tíð, áðrenn hitin í sjónum broytist nakað serligt
Fiskirannsóknarstovan hevur
eina sonevnda algutænastu,
har serliga firðir og sund á
fastlandinum regluliga verða
kannað fyri alguvøkstur.
Haraftrat hevur stovnurin
samband við fólk í eitt nú
Suðuroy, sum kunnu boða
frá, um algur síggjast uppi í
sjónum
C
M
Y
K
7
6