leygardagur 21. august 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 158 - 21. august 2004
Nr. 158 - 21. august 2004
9
Á seinasta túrinum
var Ljósafelli á
kongafiskaveiði í
Irmingarhavinum,
har teir royndu við
fótitroli. Hetta var ein
hampiliga góður
túrur. Teir fingu 415
tons í tveir mánaðir
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í kvøld fer trolarin, Ljósa-
felli, ætlandi til Eystur-
grønlands at royna eftir
svartkalva
og
partvís
kongafiski. Hendan túrin
fara teir at royna við botn-
troli.
Skiparin, Ingolf Rasmus-
sen, sigur, at reiðaríið hevur
keypt svartkalvakvotu frá
hvalbiartrolaranum, Niels
Paula, og haraftrat eigur og
hevur
Ljósafelli
eisini
keypt nakað av kongafiski,
sum teir ætlandi eisini fara
at leggja seg eftir hendan
túrin.
Hann vísir á, at svart-
kalvin
vanliga
stendur
djúpri enn kongafiskurin,
og tí fara teir á túrinum
eisini at royna á ymiskum
dýpum.
– Vanliga stendur svart-
kalvin niður á 1000 metra
dýpi, meðan kongafiskurin
vanliga fæst niðri á umleið
600 metrum.
Ingolf sigur, at konga-
fiskurin
saktans
kann
standa djúpri og svartkalvin
grynri.
– Verður roynt ímillum
hesi dýpir, er ofta bæði
svartkalvi og kongafiskur í
hálinum, sigur hann.
Langur túrur
Skiparin sigur, at skipið
verður gjørt út til ein túr, ið
kann vara upp til tríggjar
mánaðir, men hann ivast
kortini í, um teir verða
burtur so leingi, tí kvoturn-
ar eru ikki so stórar.
– Men er skipið gjørt út
til ein slíkan túr, kunnu vit
kanska fara onkra aðra-
staðni at royna, men tað
verður so framvegis inni á
landgrunninum – og ikki í
Irmingarhavinum hendan
túrin, sigur Ingolf.
Umborð á Ljósafelli fara
teir at skráskera svartkalv-
an og kongafiskin, sum
verður seldur í Evropu og
til londini eystanfyri.
Seinni í ár
Ingolf Rasmussen veit ikki
at siga, hvat Ljósafelli fer at
gera seinni í ár, tá ið teir
koma aftur úr Eysturgrøn-
landi.
– Reiðarin hevur onkrar
følarar úti, og hugsað verð-
ur eitt nú um at keypa kvotu
ella býta um kvotu.
Skiparin sigur, at enn er
ikki gjørt av, hvagar skipið
fer eftir túrin í Eysturgrøn-
landi.
Við Ljósafelli hendan
túrin verða 27 mans, og
skipari verður Ingolf Ras-
mussen og hvalbingurin,
Dánjal Jákup Berg, verður
stýrimaður.
Maskinstjóri umborð er
Sámal Johannesen, sum
hevur siglt við Ljósafelli í
nógv ár.
Seinasti túrur
Á seinasta túrinum var
Ljósafelli á kongafiska-
veiði í Irmingarhavinum,
har teir royndu við fótitroli.
Hetta var ein hampiliga
góður túrur. Teir fingu 415
tons í tveir mánaðir.
Reiðarin á Ljósafelli,
Mortan Johannesen, sigur,
at tað ger góðan mun, at
prísurin á skráskornum
kongafiski er øktur eina
krónu fyri kilo í ár.
– Vit printa
SkipsSosialin út og
leggja hann í
messuna, har hann
verður væl lisin –
betur enn heima. Eg
vil siga, at
SkipsSosialurin er
ógvuliga populerur
umborð, sigur Ingolf
Rasmussen, skipari á
Ljósafelli
LJÓSAFELLI
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Á seinasta túri fekk mann-
ingin á Ljósafelli, sum telir
27 mans, fyri fyrstu ferð
SkipsSosialin umborð.
Skiparin á Ljósafelli,
Ingolf Rasmussen, sigur, at
teir teknaðu seg fyri at
halda SkipsSosialin, og
hetta er manningin ógvu-
liga fegin um.
Liggur í messuni
– Nú er hetta so ógvuliga
nýtt hjá okkum, at eg dugi
ikki at seta orð á hvørja av
skipanunum, sum Sosialur-
in bjóðar, vit hava. Men
skipanin riggar ógvuliga
væl, og manningin er ovur-
fegin um at kunna lesa tíð-
indi í Sosialinum hvønn
blaðdag.
Ingolf
sigur,
at
SkipsSosialurin kemur í
teirra postkassa á telduni,
sum hann tekur til, og síðan
verður blaðið printað út í
einum ella fleiri eintøkum
og lagt niður í messuna.
– Tað er ikki altíð, vit
printa allan SkipsSosialin
út, men hevur manningin
hug at síggja og lesa tað, ið
eftir er, kunnu teir fara inn
á telduna, har øll útgávan
liggur.
Populerur umborð
Skiparin
sigur,
at
SkipsSosialurin
verður
nógv betur lisin umborð á
Ljósafelli, enn blaðið verð-
ur lisið, tá ið menn eru
heima.
–
Eg
vil
siga,
at
SkipsSosialurin er ógvuliga
populerur umborð, og vit
eru ógvuliga fegnir um
hesa loysnina, vit hava
fingið við Sosialin.
Ingolf sigur, at teir hava
ikki havt útbúnaðin umborð
áður, soleiðis at teir kundu
fáa
fatur
á
SkipsSosialinum.
– Men nú er hetta komið
uppá pláss, og tað er eitt
stórt framstig fyri mann-
ingina, sum er leingi burtur
í senn, sigur hann.
Góð loysn
Hann vísir á, at teir fáa
fatur á SkipsSosialinum um
vanliga internet-samband-
ið, sum teir nú hava fingið,
og hann heldur, at hetta er
ein góð loysn og rættiliga
rímilig loysn í prísi.
– Vit kunnu mæla øllum
øðrum skipum, sum ikki
longu fáa SkipsSosialin
umborð, til at fáa hetta í
lag, sigur Ingolf Rasmus-
sen, skipari á Ljósafelli, at
enda.
Ljósafelli fer til Eysturgrønlands
Ingolf Rasmussen, skipari,
sigur, at Ljósafelli hesaferð
verður gjørdur út til ein túr,
sum kann vara upp til
tríggjar mánaðir. – Men eg
ivist kortini í, um vit verða
burtur so leingi, tí kvoturnar
eru ikki so stórar, sigur hann
Mynd: Álvur Haraldsen
Sosialurin betur lisin umborð
- SkipsSosialurin er ógvuliga populerur umborð á Ljósafelli, sigur skiparin, Ingolf Rasmussen
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
9
8