Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. august 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 158 - 21. august 2004 Nr. 158 - 21. august 2004 11 Tað er sjálvsagt, at danski uttanríkisráðharrin kemur til Føroya at umrøða uttanríkispolitisk mál av týdningi fyri okkum. Hann er jú okkara uttanríksráðharri. Men samstundis skerst ikki burt, at ráðharrin hevði ov lítið nýtt at bjóða Føroya løgtingi og landsstýri. Tað hann hevði at bjóða, var longu frammanundan avgreitt á rík- isfundinum í Grønlandi. Vit hugsa um heimild- irnar til føroyskar myndugleikar í uttanríkis- málum, sum viðkoma Føroyum og um avleið- ingarnar av ES grundlógini. Tað kann sjálvsagt vera gott at fáa váttað frá uttanríkisráðharr- anum tað, sum forsætisráðharrin og løgmaður longu frammanundan eru vorðnir samdir um. Men í teimum stóru spurningunum hevði ráð- harrin lítið ítøkiligt at bjóða. Hetta merkir, at Føroyar fáa ikki sjálvstøðugan limaskap í altjóða nevndum og ráðum sum t.d. IWC. Hetta merkir eisini, at Danmark fer ikki at stuðla sjálvstøðugum limaskapi í Norður- landaráðnum og norðurlendska ráðharraráðn- um. Hetta er sera álvarsamt og kann als ikki góðtakast. Uttanríksráðharrin umbar seg við at vísa til grundlógina, ið skal vera ein forðing. Hetta er margháttligt, tí sama grundlóg er opin- bert eingin forðing fyri at flyta danskan yvri- valdsræt til ES yvirræði í Bruxelles! Her hongur ikki saman hjá uttanríkisráðharran- um og donsku stjórnini. At vísa til grundlógina sum eina forðing fyri eitt nú sjálvstøðugum limaskapi í Norðurlandaráðnum er burturvið. Hetta er ein spurningur, sum verður avgjørdur av teimum londum, sum hava undirritað Helsingf- orsavtaluna. Hesi lond gera suverent av, hvør ið kann gerast sjálvstøðugur limur í samstarvinum. Her er við øðrum orðum talan um trótandi vilja hjá donsku stjórnini. Landsstýrið eigur ikki uttan víðari at góðtaka hesa støðuna. Heldur eigur landsstýrið, sum í hesum máli hevur eitt samt løgting stendur aftan fyri seg, at leggja afturá- aftur og eigur tí at taka málið uppaftur við donsku stjórnina. Gongur hetta heldur ikki, eigur møguleikin at fara beinleiðis til Norðurlanda- ráðið at verða umhugsaður í álvara. Samantikið má tíverri ásannast, at uttanríkis- ráðharrin hevði lítið nýtt at bjóða føroyingum, og hetta er mikið spell. Hetta líkst alt tíverri nógvum av tí, ið vit hava uppliva fyrr frá dansk- ari síðu. Hetta er harmiligt, og hetta avdúkar, at í uttanríkisráðnum hava tey einki skilt av tí, sum er hent í Føroyum tey seinastu árini. DAGSINS MEINING Sosialurin Ov lítið at bjóða VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Jenis av Rana So vakurt endurgevur tú fyrr í vikuni úr skapanar- søgu Bíbliunnar, um at: ... Gud sá at, alt var gott... Tá hevði hann skapt Himin, jørð og sjógv, boðið ljósin- um at komið, skilt tað frá myrkrinum, og fingið jørð- ina at bera okkum urtir, gras og trø. Síðani gav Hann okkum stjørnurnar, sólina og mánan, umframt ymisku djórini og fuglar. Sum krúnu verksins skapti Hann at enda menniskjað. Um hetta lesa vit soleiðis: ... so skapti Gud menn- iskjuna í bílæti Sínum; í bílæti Guds skapti Hann hana; sum mann og kvinnu skapti Hann tey. …og Gud signaði tey. Gud segði við tey: »Nørist, vaksið í tali, fyllið jørðina og gerið tykkum til harrar hennara, ráðið yvir fiskun- um í sjónum, fuglunum un- dir himli, og yvir hvørjum dýri, ið á jørðini rørist!« … framvegis segði Gud: »Eg gevi tykkum allar urtir á allari jørðini, sum bera fræ, og øll trø, sum bera frukt við frænum í; hetta skulu tit hava til føði. … og øllum dýrunum á jørðini, øllum fuglunum undir himli og øllum, ið á jørðini skríður, øllum tí, ið hevur livandi sál í sær - teimum gevi Eg allar grøn- ar urtir til føði.« Og so varð. … og Gud sá alt tað, ið Hann hevði gjørt - og tað var sera gott. Og kvøld varð, og morgun varð, sætta dag. Ein óskiljandi Skapan, ein veldigur Gud! At vit longu í triðja kapitli byrja at lesa um virksemi ormsins og snildi hansara, er harmuligt. Tó eisini hesum gjørdi Skapar- in ein útveg úr, hóast tað kostaði Honum einasta Son Sín. Men júst tað kann gerast bjarging okra. Kaj Leo Johannesen Sambandsflokkurin Sannur hátíðardámur ráddi í lítlu grønlendsku bygdini Igaliku, 6. august í ár, tá umboð fyri USA, Grønland og Danmark í brennandi sólskini, undirskrivaðu nýggju verjuavtaluna mill- um londini. Amerikanski uttanríkisráðharrin, Colin Powell segði, at farið er undir eitt nýtt kapittul í viðurskiftunum millum Danmark, Grønland og USA, og júst fyri at vísa á hetta, var hann komin til Grønlands, at undirskriva nýggju avtaluna. Grønlendsk uttanríkis- og trygdarmál eru, eins og føroysk, ríkismál, ið danska stjórnin formliga hevur ábyrgdina av. Men nýggja Thule-avtalan er dømi um, at felags uttanríkis- og trygdarpolitikkur forðar ikki heimastýrunum í at vinna fram í uttanríkis- og trygdarpolitiskum høpi. Mikudagin í hesi vikuni var danski uttanríkisráð- harrin, Per Stig Møller á stuttari vitjan í Føroyum. Hann segði millum annað á vitjanini, at har tað letur seg gera, skulu Føroyar fáa fullmakt frá donsku stjórn- ini til at taka avgerðir ið viðvíkja Føroyum á uttan- ríkispolitiska pallinum. Stjórnin ætlar í oktober at leggja uppskot fyri Fólka- tingið hesum viðvíkjandi. Tað er at fegnast um, at heimastýrini í Føroyum og Grønlandi í hesum døgum fáa ein støðugt virknari leiklut á altjóðapallinum, meðan alt tos um, at vit einki kunnu í ríkisfelags- skapinum verður manað í jørðina. Hetta prógvar enn einaferð, at samstarv er vegurin fram. Góði Ívar! Samstarv er vegurin fram VIÐMERKINGAR Ívar Iversen Hvør hevur hoyrt so galið! Skal Janus Djurhuus skald einaferð hava tikið til, tá onkur, ið hann hevði tosað við, var komin við eini útsøgn, honum ikki hóvaði. – Hevði hann hoyrt hesa illvorðnu málisku »uppá núverandi tíðspunkt« hvørja ferð eitt tíðindafólk skiftir orð við ein av politikarum okkara, mundi hann helst sagt tað sama. Uttan at leggja nakran einstakan beinleiðis undir at hava flutt hesa misháttu málisku inn í mál okkara, haldi eg meg minnast, at tað var fyrrverandi løgmað- ur, Annfinn Kallsberg, ið altíð svaraði spurningi frá tíðindafólki við hasum orðum – ikki bert eina ferð – men hvørja ferð. Um hesin mishátti málburður er gingin í arv til teirra ið verða valdir í løgmanssess- in, ber mær ikki til at siga; men Guð hjálpi mær, um ikki nývaldi løgmaður – læraraútbúgvin – nakað herfyri í samrøðu við eitt tíðindafólk svaraði: Hatta kann eg ikki siga« (u)pá núverandi tíðspunkt! (held- ur enn: Ikki beint nú – ikki í løtuni – ikki sum er). Nú verður tosað og skriv- að bæði upp og niður um móðurmálið; tess stavset- ing og hvussu torført tað er at skriva. Hví! Jú, eftir mínum tykki er tað lærarin í barnaskúlanum ið er ikki nóg væl at sær komin: nú á sjeyti-og-fýraáraaldri mín- um minnist meg, hvussu Hjalmar Joensen (seinni Hátún) terpaði »Rættskriv- ingarreglurnar« fyri okkum í Kvívíkarskúla, og hvussu vit áttu at seta ð’ini, har tey skuldu standa. Eitt nú bundið hvørkikynsorð í hvør- og hvønnfalli: »Barn- ið fer í skúla«. Bundið? Ja! Tú setur tað í kallkyn ella kvennkyn – maðurin, kon- an – fer í skúla… Mon onn- ur dømi kunnu vera nevnd. Hann, Ólavur, sonur Hjalmar, ið nú skrivar »teig upp og teig niður« og ilskast um (móður)málið og stavseting tess, átti at hugsað um ta tíðina, vit aldust upp í Kvívíkarskúla »undir krígnum«. Nýhugsan innan skúla- verkið, stutt eftir seinna heimsbardaga, hevði eitt nú við sær, at terping var av tí ónda og hildin at vera av- oldað. Børnini skuldu sjálvi resonera seg fram til tað, ið stóð í lærubókunum – uttan mun til ásettar reglur. Skynsemið, ella gávur (intellektið) skuldi mennast á ein »natúrligan« hátt???… Kendir (skúla)- lærarar sum í fimmti/- sekstiárunum fóru niður á »Danmarks Lærerhøj- skole«, komu upp aftur við »veldigum« hugsjónum. Eldhugi teirra fyri hesi nýskipan fánaði kortini burtur sum frá leið. Men tá var skaðin longur hendur. Ein teirra var granni, vin- maður og javnaldurin, Jeffrei Henriksen. Hann hevði veldigar hugsjónir, tá hann aftur bar við land her heima. Nei! Segði hann. Ber terping er av tí ónda. Børnini skulu sjálvi hugsa seg til tað, ið sett er fram í lærubókunum. Hann broytti kós, áðrenn langt var umliðið. Ikki sørt meinfýsin hevði eg hann á hornunum við hvørt. Nú verður hann helst mettur sum ein teirra, ið tvíheldur um tann »hammers- haimbska« málbúnan. Har eru vit báðir, Jeffrei, samdir. Hann hevur funnið aftur á rókina. Einki stendur í stað – heldur ikki málið. Búnin, Hammershaimb læt málið í, er sum ein undurføgur brúður í mínum eygum. Latum okkum varðveita hendan vakra málbúna Hammershaimbs og royna at hampa um hann sum best. Eirikur á Húsamørk Eg haldi, at tað er ótrúligt, at so nógvir føroyingar tíma so væl at arbeiða, sjálvt um ein veit, at minsti parturin fer til at forsyrgja seg sjálvan og síni. Her verður hugsað um tað ovur- honds høga skattatrýstið, umframt tey duldu/tvungnu avgjøldini harímillum MVG, ALS,oljuavgjald o.s.fr. Er tað rætt, at ein familja, sum hevur eina inntøku omanfyri tær 20.000 krón- urnar um mánaðin, skal hava ringt við at fáa end- arnar at røkka saman? Eg spyrji bara. Undirritaði heldur, at diskussjónin um útlend- ingar í Føroyum, er farin út á eitt síðuspor uttan líka. Tey virkir, sum hava fingið sær útlendska arbeiðsmegi, hava ikki fingið sær út- lendska arbeiðsmegi av tí, at tað var nokk av arbeiðs- tøkum føroyingum, í øllum førum ikki Faroe Marine Products. Vit søktu fleiri ferðir eftir fólki ígjøgnum fjølmiðlar- nar og A.L.S. í teimum góðu tíðunum, uttan at fáa nokk av fólki, tískil vóru vit noyddir at søkja eftir arbeiðsmegi uttanfyri land- oddarnar fyri at fáa ar- beiðstørvin hjá okkum nøktaðan, og vit hava ikki sett ein tann einasta útlend- ing í starv hjá okkum, síð- ani arbeiðsloysi vaks aftur í Føroyum. Tvørturímóti hava vit sett føroyingar í størvini hjá útlendingum, sum eru farnir heim av náttúrligum ávum. Men ein má hugsa, at virkini hava samstundis lagt nógva orku í at læra arbeiðsmegina, bæði tí før- oysku og tí útlednsku, tískil má ein útskifting av ar- beiðsfólki koma líðandi og natúrliga, um tað er polit- iska og samfelagsliga ynskið. HETTA ÓANSÆÐ UM ARBEIÐSMAÐURIN/KV INNAN ER ÚTLEND- INGUR ELLA AV- B Y G D A M A Ð U R / - KVINNA. Ella eru vit komin út á eitt síðuspor, har vit byrja við útlendingunum og kanska enda við at útvísa avbygdafólkunum? Nú haldi eg, at tíðin er komin til at politikarar, fak- foreiningar og onnur góð fólk vísa seg sum góðar rættvísar føroyingar, sum stoltir taka lógvatøk heldur enn at kasta grót eftir út- lendingum, ið komu til hjálpar, tá ið á stóð, ein skal minnast til, at tað er ikki fyrr enn, tá iðá stendur, at ein kennir sína styrki og veikleikar, so fyri alt í verðini lat okkum ikki gera Føroyar fyri skommum. Hvussu skal nakar føroy- ingur kunna fara stoltur til arbeiðis uttanlands, um vit behandla útlendingarnir uppá ein niðurverdugan rasistiska hátt, hava vit ikki sjálvi biðið útlendingarnir um at hjálpa okkum, tá ið á stóð hjá okkum? Eg standi gleðiliga inni fyri, at alt tað arbeiðsfólk, sum er á okkara arbeiðs- plássi, skapar nógvan pen- ing fyri Føroyar, uttan hjálpina frá útlendingun- um. Tá ið á stóð, høvdu vit føroyingarnir á Faroe Mar- ine Products ikki havt hendan fantastiska møgu- leikan. Undirritaði vil enda við at siga, at eg eri stoltur av at arbeiða saman við so nógvum røskum fjøltáttað- um fólkum, sum vit siga á okkara arbeiðsplássi, tú ert ikki úlendingur ella før- oyngur, men ein FMP ar- beiðari, ið fyri hvønn FMP arbeiðstíma skapar vælferð og eydnu í hesum lítla sam- felagnum. »Uppá núverandi tíðspunkt« Føroyingar tíma at arbeiða Miðflokkurin heitir á fø- roysku fólkatingslimirnar Lisbeth L. Petersen og Høgna Hoydal um at taka málið upp á Fólkatingi um donsku privatsjúkra- húsin, sum nú aktivt bjóða føroyskum kvinn- um fosturtøku. Miðflokkurin metir, at í ríkisfelagsskapinum eiga partarnir at virða rættin hjá hvørjum øðrum at skipa samfeløgini hvørt sær sambært fólkaviljan- um. Í Føroyum er breið semja um, at fosturtøka ikki skal vera frí, og tí eiga donsk sjúkrahús - bæði almenn og privat - at virða hesa støðu. Tá eitt danskt sjúkrahús bjóðar føroyingum eina tænastu, sum vit í Føroyum ikki meta, eigur at bjóðast føroyingum, er hetta at undirgrava okkara sam- felagsskipan. Tað er meiningsleyst, at vit í Føroyum hava lógir, sum Føroya Løgting hevur samtykt, tá annar partur í ríkinum vanvirðir hesar lógir og aktivt kemur inn á okkum við tilboðum, sum eru ímóti okkara lóg- um. Hetta máar sam- stundis burtur virðingina, sum vit føroyingar eiga at hava fyri egnari lóggávu. Tí vónar Miðflokkurin, at føroysku fólkatingsum- boðini heita á donsku myndugleikarnar um at virða føroyska lóggávu og føroysku samfelagsskip- anina í síni heild, og at hetta førir við sær, at donsku privatsjúkrahúsini taka tilboð síni til føroy- ingar aftur. Hósdagin, 19. august 2004 Jenis av Rana Bill Justinussen Áheitan frá Miðflokkin- um á fólkatingsumboð okkara Árliga kappsiglingin við 4- og 5-manna- førum, ið Lions Club, Eysturoy skip- ar fyri, verður á Skálafirði sunnudag- in 23 aug. 2004 kl 15 KAPPSIGLING Í ár er tað 35. ferðin, at siglt verður, og er stór broyting farin fram hesi árini. Hugskotið við sigl- ingini hevði til endamáls at vekja áhugan hjá monnum at sigla aftur við seglum og eisini at høvi kundi vera at taka yngri dreingir við í bátin og læra teir at handfara segl í ymiskum líkindum. 31. mai 1970 var siglt á fyrsta sinni, og var ættin soleiðis, at leiðin gekk inn eftir fjørðinum og luttóku 20 bátar. Tað varð hildið at vera vøkur og sjáldsom sjón at síggja teir 20 bát- arnar sigla inn eftir fjørð- inum. Ymiskt var skapið á seglunum at líta á í hesi fyrstu kappingini, men í dag sæst skilliga, at hend- an afturvendandi sigling- in hevur álagt teimum lut- takandi ábøtur á segl og aðra útgerð. Vinnari hetta fyrsta árið gjørdist »Tern- an«, ið hoyrdi heima Inn- an Glyvur. Nevnast kann, at sambært løgtingslóg frá 1 okt. 1985 um útgerð fyri opnar bátar, at hesir skulu m. a. hava mastur og segl sum fasta útgerð í bát- inum. Luttakaratalið av bátum hevur verið frá 14 í 1981 og upp til 42 bátar í 1992. Í meðal hava um 30 bátar luttikið í hvørjari kapping og tilsamans hava um 200 ymiskir bátar veri við í kappingini og hava teir í høvuðsheitinum verið av Skálafjørðinum, Tanga- firði og suður til Nólsoyar. Tey fyrstu árini vóru altíð ymisk tiltøk í sam- band við siglingina fyri at samla pening til ávis væl- gerðandi endamál. Fyrsta árið fór peningurin til bygging av Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi. Av øðrum tiltøkum, ið stuðul er latin til í samband við siglingina kunnu nevnast Eysturoyar søga, Forn- minnir í Eysturoy, og Før- oyafelag móti Krabba- meini v. fl. Í ár verða lutaseðlar seldir, og verður ágóðin latin til vælgerðandi endamál. Hvussu siglt verður eft- ir fjørðinum í ár verður støða tikin til sunnumorg- unin, og fáa bátarnir boð um hetta, tá teir samlast í Heyggstøð á Strondum kl.14 seinnapartin. Málið verður við høv- uðspierin í Runavík, og sum vanligt hevur verið, so fáa luttakarnir ein drekkamun við pannu- køkum í kantinuni hjá Føroya Fiskavirking, Runavík aftan á sigling- ina, og verða tá samstund- is steyp latin til 3 teir fremstu bátarnar, sigur Lions Club Eysturoy í tíð- indaskrivi. Lionskappsigling verður á Skálafirði í morgin C M Y K 11 10